Hetta kappingarárið hevur verið tað mest turbulenta í nýggjari tíð hjá London felagnum og alíkavæl stendur Chelsea eftir sum Champions League og FA Cup vinnari. Fleiri ferðir hevur Chelsea verið í at kalla høpileysum støðum, men hvørja ferð komu teir við einum aftursvarið.
Í 1/16 finalunum vann Napoli 3-1 á í fyrra dystinum, men í umdystinum í seinnu dystinum hevði Chelsea vent uppgerðini á høvdið.
Í hálvfinaluni var Chelsea trýst í botn av Barcelona, men megnaði við tíggju monnum á Nou Camp at venda einum 2-0 tapi til ein 2-2 javnleik ov vinna samanlagt 3-2.
Í sjálvari finaluni kom Chelsea afturúr sjey minuttir fyri tíð, men megnaði at javna. Tá Bayern Munchen fekk brotsspark í umdystinum bjargaði Petr Cech. Tá Bayern Munchen var í odda í brotssparkskappingini bjargaði Petr Cech aftur – tvær ferðir.
Tað endaði við, at Didier Drogba stóð eftir við ábyrgdini av at tryggja Chelsea fyrsta Champions League heitið í søguni.
Maðurin, ið fekk reytt kort stutt fyri brotssparkskappingina í Champions League finaluni í 2008 ímóti Manchester United, sveik ikki.
Við einum tryggum brotssparkið sparkaði hann bóltin til sína vinstru síðu. Í somu løtu Manuel Neuer gjørdi av at fara hinvegin í Bayern Munchen málinum var greitt, at Chelsea hesa ferð hevur vunnið Champions League steypið, sum teir vóru so nær við at vinna í 2008 í Moskova.
Sjálv finalan
Sjálvur dysturin var lítið hendingarríkur. Bayern Munchen var leikliga omaná og hevði fleiri málmøguleikar enn Chelsea, sum tó vardi væl. Arjen Robben og Mario Gomez høvdu sínar møguleikar fyri Bayern Munchen, men Petr Cech, verjan og stongin vardu fyri.
Í hinum endanum royndi Salomon Kalou seg við skoti, men Manuel Neuer hevði ikki stórvegis trupulleikar at verja fyri.
Í seinna hálvleiki helt Bayern Munchen fram at trýsta og helst skuldi »heimaliðið« havt lagt seg á odda áðrenn Thomas Muller stútaði Bayern Munchen á odda sjey minuttir fyri tíð.
Toni Kroos sendi bóltin innfyri úr vinstru og har stútaði Thomas Muller bóltin í vøllin og upp í tvørstongina og í mál. Petr Cech, sum annars eigur ein stóra lut í steypinum, skuldi helst fingið hondina á bóltin
Nú var finalan avgjørd. Ella tað mettu tey flestu. Ja, kanska øll uttan Didier Drogba. Tí tveir minuttir fyri tíð fekk Chelsea hornaspark, ið Didier Drogba í besta Drogba-stíli stútaði í málið.
Í umdystinum var Didier Drogba aftur í fokus, tá hann feldi Franck Ribery í brotsteiginum. Brotsspark til Bayern Munchen, men líka løgdu Chelsea leikararnir í. Teir hava verið í verri støðum enn hetta. Petr Cech bjargaði, sjálvandi freistast ein til at siga, brotssparkinum frá Arjen Robben. Tá dómarin brísklaði fyri seinastu ferð stóð framvegis á jøvnum. Tí var farið til brotssparkskaping.
Fimm ferðir Cech
Manuel Neuer prógvaði í hálvfinlauni í móti Real Madrid, at hann er ein dugnaligur málmaður tá talan er um brotsspørk. Leygardagin var Petr Cech tó omaná. Fimm ferðir royndu leikarar hjá Bayern Munchen seg úr ellivu metrum og hvørja ferð valdi Petr Cech røttu síðu.
Í fjórðu og fimtu royndini eydnaðist tað Petr Cech at verja fyri og so var stóra løtan í hondunum á Didier Drogba.
Flestu Chelsea og Manchester United viðhaldsfólk munnu minnast, tá John Terry brendi avgerandi brotssparkið í finaluni í 2008. Søgan sigur, at Didier Drogba skuldi taka tað brotssparkið, men var útvístur fáar minuttir fyri brotssparkskappingina.
Hesa ferð var John Terry leikbannaður og Didier Drogba var eirindaleysur úr ellivu metrum og tryggjaði Chelsea fyrsta Champions League heitið í søguni.
Til lukku Chelsea og Chelsea Føroyar
Frá Sosialinum skal ljóða eitt stór til lukku til Chelsea og føroyska fjeppara felagið – Chelsea Føroyar. Sum skilst so vóru teir á Café Natúr og hugdu eftir finaluni. Tað er ikki torført at ímynda sær gleðina, tá Didier Drogba sparkaði seinasta sparkið í finaluni.









