Fríði var til arbeiðis á dekkinum umborð á norska trolaranum Atlantic Star ein kaldan novemberdag í 2004.
Meðan teir eru í ferð við at kasta trolið út, fær trolarin ein ordans skvamp. Gronin verður lyft upp og hekkan so langt niður, at sjógvur fossaði inn á dekkið.
Hetta kom so óvart á, at hann verður drigin út, fastkrøktur í trolið. Í vindi, aldu og kulda stríddist hann fyri at bjarga lívinum.
Eftir áheitan frá monnum sum hava við sjógvin at gera og kenna Fríða, ynskir hann nú at siga frá hendingini. Ein hending, sum lættliga kundi gjørt eina 10 mánaðar gamla gentu faðirleysa.
- Ja, eftir røttum átti eg ikki at kunna sitið her og greitt tær frá hesi hendingi. Prosentvísi møguleikin at sleppa við lívinum, tá ein soleiðis verður slongdur fyri borð, er nærum null. Men eg var sera heppin.
- Mín tími var ikki komin. At Várharra hevur ásett okkara livitíð her á fold, tað eri eg vitni uppá. Hann er mentur at gera meiri enn, hvat eg dugi at skilja, sigur Fríði.
200 tons eftir átta døgum
Hesin minniligi fríggjadagurin byrjaði annars sum allir aðrir. Klokkan er farin nakað av sjey, og Fríði hevur fingið sær ein góðan blund eftir eina harða vakt frammanundan.
Teir liggja á góðari fiskileið, Røstbankanum út fyri Lofoten, og fiskiskapurin hevur verið rættiliga góður: 200 tons av upsa eftir 8 døgum, er ikki at forsmáa!
Fríði verður purraður út, fer í klæðini og inn í messuni og fær sær ein bita. Tað er ójavnt, hvussu er við práti í messuni og hvørji evni verða tikin upp eina slíka løtu.
Í morgun er helst lítil ivi um, hvat evnið er: Ringa veðrið, fyri ikki at siga illveðrið á bankanum. Kring Atlantic Star leikar hann í av megi - útnyrðingur, einar 20 metrar um sekundið. Sum um tað ikki var nóg mikið, so er aldan eisini sera høg, einar 8 metrar.
Ein heitur drekkamunnur er góður, men tíð er ikki at verða sitandi. Vaktin byrjar um lítla løtu, og Fríði fer frá borði at gera seg kláran til dagsins gerning.
Tá hann løtu seinni er klárur til arbeiðið sítt á verksmiðjuni, grunar hann ikki, at tað skal standa um lív hjá honum minni enn fýra tímar seinni.
Eitt stríð við deyðan
Klokkan er stundisliga 8, tá Fríði byrjar arbeiðið sítt við kryvjiborðið. Tað er týðiligt at merkja, at skipið er óróligt í sjónum – tað høggur í og klamsar so niðuraftur. Fyri ein royndan sjómann er hetta lítið at tosa heim um.
Tríggjar tímar seinni skilst á lagnum at teir skulu rigga til at fáa trolið umborð aftur um eina lítla løtu. Hesum arbeiði luttekur Fríði eisini í.
Umframt arbeiðið sítt á sjálvari verksmiðjuni, er hann ein av teimum kønu, tá trolið verður hálað og kastað út aftur. Hetta arbeiðið hevur hann gjørt mangar ferðir. Allar hinar ferðirnar varð hetta arbeiðið gjørt, uttan at hann ella nakar annar av manningini hugsaði stórvegis um hvat og hvussu.
Men henda fríggjadagin 19. november 2004 varð alt øðrvísi. Hesa løtuna gloyma hvørki Fríði ella nakar annar av manningini ongatíð. Um teir ikki høvdu roynt tað áður, so vórðu teir nú vitni til, at ein av teirra egnu stríddist við deyðan – og vann á honum!
Tann vissi deyðin
Nú er klárt at hála trolið innanborða. Saman við Fríða fara tríggir aðrir upp á dekkið. Klokkan er júst farin av hálvgum tólv.
Var veðrið sjaskut, tá teir skaffaðu fyrri um morgunin, er tað ikki vorðið betri nú. Teir merkja, hvussu trolarin framvegis livir í sjónum: Gronin verður lyft upp í loft og hann gerst tungur afturi á hekkuni.
- Jú, veðrið var sera vánaligt. Eingin ivi um tað, men vit hava kortini fiskað í verri veðri enn hetta, greiðir Fríði frá.
Teir á dekkinum fáa veiðuna til høldar, hóast arbeiðslíkindini ikki eru av teimum bestu í ringa veðrinum. Einki er at bíða við, og nú verður gjørt klárt at fáa trolið út aftur. Fiskiskapurin er góður, og tað ræður um at fylla skipið, so menn sleppa heima aftur til síni kæru á jólum.
Klokkan er farin av nærkast middegi, og enn hevur alt gingið eftir ætlan. Nú skal trolið út aftur, og her eigur Fríði sítt fasta pláss og sína føstu uppgávu. Um fáar minuttir verður hann drigin við trolinum út í kalda havið – og undir vanligum umstøðum tann vissa deyða!
Klokkan er júst farin av middegi og nú kemur róp í um at gera klárt at kasta út aftur. Tveir minuttir seinni stendur alt stilt fyri menninar á dekkinum, hóast stormurin leikar í rundan um teir: Ein teirra stríðist fyri lívinum!
Drigin móti havinum
Hetta hálið hevði verið eitt av teimum góðu, og tað ræður tí um at skunda sær at fáa trolið út aftur.
Teir leggja nú til merkis, at ein sensor á trolinum – eitt sonevnt troleyga – má skiftast út. Hetta verður gjørt eftir lítlari løtu, og nú er stundin so komin. Fríði er inni í bananum, har trolið skal renna. Hann stendur á bellinum (tí lætta og leysa partinum av trolinum) við rygginum til hekkuna, og veit einki um, at hann um fá sekund skal síggja deyðan í eyguni.
Í einum sekundi fær trolarin ein skvamp frammanfyri. Gronin lyftist upp móti vindinum, og førir hetta samstundis við sær at hekkan fer so mikið langt niður, at dekkið fyltist við sjógvi.
- Eg stóð soleiðis, at eg hevði ongan møguleika at síggja sjógvin sum kom inn á dekkið. Onkur rópti at eitt brot kom, men alt hendi bara so skjótt, at eingin fekk stundir at reagera.
- Tað var sum trolarin var í leysari luft, og eg merkti bara, at føturnar verða skræddar undan mær, og at eg spakuliga verði drigin móti hekkuni – og havinum, sigur Fríði álvarsamur.
Tað ringasta var kortini tað, at hann gjørdist fastur í trolinum, og hevði ongan møguleika at ríva seg leysan.
Púrasta í sjokk
Teir á dekkinum eru greiðir yvir, at her stendur ikki væl til. At støðan er sera álvarsom.
Fríði er sjálvur greiður yvir, at nú er tað ein spurningur um lív ella deyð. At her mugu góð ráð og hepni fylgjast at, um hann skal koma aftur til síni kæru – damuna, familjuna og ikki minst 10 mánaðar gomlu dóttrina.
Hóast støðan er sera álvarsom, nær hann kortini at fáa eygnasamband við ein av manningini sum stóð við sliskuna, samstundis sum bellurin so líðandi nærkast havinum.
- Eg sá álvarsama bragdið í andliti hansara. Allir væntaðu bara tað ringasta, og eingin fekk gjørt nakað fyri at bjarga mær, tí alt hendi so skjótt.
- Teir høvdu nóg mikið við bara at halda sær á fótum í illveðrinum. Teir stóðu har pinnastívir, tigandi og vóru púrasta í sjokk, samstundis sum trolið rann út í kalda sjógvin og við mær hangandi føstum í, sigur Fríði.
Hann steðgar á eina løtu og sigur so: - Tað eru slíkar løtur, ið ein sær hvussu stórt tað er at liva!
Ein evigheit í 20 minuttir
Ringt er at greiða frá teimum næstu minuttunum, meðan Fríði berjist fyri lívinum í kalda sjónum á Røstbankanum út fyri Lofoten.
Alt gekk so skjótt fyri seg, samstundis sum tíðin nærum var uppsteðgað fyri Fríða, her hann liggur at kalla hjálparleysur á víðopnum havi, fastur í trolinum - og sera langt frá bjargingini umborð á trolaranum.
- Eg havi ikki ánilsi um, hvussu leingi alt hetta vardi. Onkur segði fimm minuttir og onkur annar helt 20 minuttir. Líka veit eg, men fyri mær tóktist tað sum ein evigheit, sigur hann.
Í øllum førum er greitt, at tað sum hendir hesa løtuna er slíkt sum sjáldan endar gott. Talið á teimum sjómonnunum sum hava sligið út og eru vorðnir bjargaðir, man vera nærum á null!
Liggjandi í sjónum fær Fríði eyga á ljóskastarin frá trolaranum, og hann sær eisini menninar sum standa har og hyggja út í hav. Hann heldur seg hoyra teir rópa eitthvørt, men hann skilir ikki eitt orð av tí teir rópa. Tey hvørva í vindinum og aldubrotunum.
Ringt var at halda eyguni vend móti trolaranum, tí rundan um hann brúsa aldurnar, vindurin leikar í og hann liggur tungt í sjónum í vátu klæðunum. Teir hava bundið fyri gummistyvlarnar soleiðis at sjógvur ikki skal koma niður í teir.
Nú er hetta ein beinleiðis orsøk til at tyngja Fríða enn meiri í stríði sínum fyri lívinum.
- Eg veit ikki, hvat ein hugsar eina slíka løtu. Í allari rokanini hugsaði eg um tað hægra valdið. Hvar endi eg, um eg ikki komi livandi frá hesum?!, sigur hann álvarsamur.
60 metrar frá bjargingini
Sum gamal sjómaður veit Fríði, at skal hann hava nakran møguleika at bjargast, má hann halda fast í trolið. Ja, hetta er í roynd og veru hansara einasta bjarging.
Fleiri metrar frá trolaranum, hangandi fastur í trolinum og rennvátur og kaldur, byrjar Fríði nú at flyta seg spakuliga inn móti skipinum. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí aldurnar tóktust vilja trýsta hann niður aftur í sjógvin.
- Eg veit ikki, hvussu eg fekk megi til hetta. Men eg stríddi meg spakuliga frameftir við spjaddum beinum fyri at halda balansuna. Hetta tóktist sum ein kilometra long ferð, hóast tað bert vóru einir 50-60 metrar inn til trolarin, greiðir hann álvarsamur frá.
Hóast hann nú mundi síggja bjargingina fyri sær, var hepnið ikki við Fríða enn. Tað vildi nevniliga so illa til, at trolið brádliga strammast við einum slíkum rykki at hann verður slongdur av og missir takið í trolinum. Hetta átti at verðið tann vissi deyði fyri hann við stórari aldu og nógvum vindi rundan um seg.
Nøkur fá sekund liggur hann soleiðis í leysum sjógvi, men tá hendir nakað so ótrúligt sum tað, at Fríði fær fatur á trolinum aftur. Slíkt er so ósannlíkt, at hetta kann ikki metast øðrvísi enn eitt satt undur. Tað eigur rætt og slætt ikki at henda.
- Tað var greitt fyri mær, at trolið var mín einasta vón um bjarging. Eg krøki meg fast í trolið og byrji aftur at toga meg inn móti skipinum.
Seinasta vón um bjarging
Tað er greitt, at nógv av tí sum fór fram hesa løtuna, hevur hann ikki skrásett til fulnar. Ein løtu seinni – eingin dugir at siga, hvussu drúgv hon er – upplivir Fríði tað næsta undrið hesa minniligu løtuna: Hann merkir okkurt nema við ryggin. Hetta var úthálarin, sum er ein av weirunum við hekkuna í bakborði.
Hann dugir ikki til fulnar at siga hvussu og hvaðani hann fekk megina til tað, men við vinstru hond síni fekk hann á einhvønn hátt fatur á úthálaranum og varð hangandi.
- Hetta var mín seinasta vón um bjarging. Hóast eg var uppblástur í sjógvi og útasaður, kláraði eg hóast alt at hanga her eina løtu. Eg føldi, at her kundi ikki hanga so leingi. Eg mátti royna at fáa fatur á trolinum aftur.
- Tað eydnaðist og eg fekk hálað meg upp til hekkuportrið. Síðani merkti eg bara, at tveir av manningini tóku í meg, og fingu hivað meg tað seinasta strekkið inn á dekkið!
Vátur, útsligin og illa á holdi komin føra teir hann inn í netarúmið. Fyrsti tanki hansara var at fáa orð á skiparan og siga frá, at alt var í lagi.
- Eg ringdi upp til skiparin og segði honum, at alt var OK. Men veitst tú, hvat hann svaraði mær?: “Kom upp á brúnna og práta við meg. Og tak tveir koppar av kaffi niðan við!”
- Eg tonkti við mær sjálvum, hvat hetta hevði at siga. Eg meini, - eg havi akkurát ligið í sjónum og barst fyri lívinum, og so vil hann bara hava kaffi!!
Skræddi seingjarklæðini
Fríði fór í onnur klæði og var lítla løtu seinni á brúnni hjá skiparanum við kaffikoppunum. Hesin hevði alla tíðina verið róligur og nú teir hittust aftur, var alt gjørt í profesjonellum stíli.
Skiparin visti nevniliga, hvussu ein skal bera seg at, mótvegis einum manni í sjokki og sum beint frammanundan hevur úti fyri slíkari ógvusligari hending: Afturvið einum kaffikoppi fingu teir prátað út um støðuna og hendingina – Fríði ikki sørt uppøstur av tilburðinum, meðan skiparin á sín róliga hátt lurtaði eftir hinum.
- Eg sigi so við hann, at tú mást for alt í verðini halda hetta innanborða. Eingin í landi má fáa nakað at vita um tað. Halt munn, - tað er jú stór skomm at vera sligin út.
- Hetta var so flóvisligt, at eg ynskti ikki at daman, familjan hjá mær ella nakar annar skuldi frætta um tað, greiðir hann frá.
Niðurkomin í messuna sótu fleiri av manningini har og drukku kaffi. Í messuni segði eingin eitt einasta orð. Tí, sum Fríði sigur: - Hvat skal man egentliga siga? Allir vóru takksamir fyri, at alt gekk so gott sum tað kundi!
Kastað varð ikki meiri henda dagin, men hendingin hevði veruliga ørmaktað Fríða, og hann ynskti bara at sleppa sær í koyggjuna at fáa sær ein vælfortjentan blund. Júst hvussu langur hesin blundurin var, minnist hann ikki.
- Eg vaknaði við, at eg lá bakaður í sveitta. Eg hevði havt marruna, og hevði í svøvni pettað øll seingjarklæðini sundur – ikki bert klæðini, men eisini dýnuna og koddan!
- Hetta var tann fyrsta reaksjónini uppá alt sum var farið fram hesa løtuna uttanborða, sigur Fríði álvarsamur.
Dagin eftir kom tann veruliga reaksjónin. Tá fyrst gekk tað upp fyri honum, hvussu heppin hann í roynd og veru hevði verið.
- Eg eri uppvaksin við at signa meg og at biðja. Nú mátti bara niður á knæ at takka Honum fyri bjargingina. Eg tútbrølaði.
- Ja, eg havi nógv at takka Honum fyri. Men – eg gloymi alt ov ofta at siga Jesusi takk, sigur Fríði ikki sørt rørdur á málinum.
Tveir aðrir sjólótust
Teir næstu dagarnar var Fríði ikki á dekkinum. Men hann avgjørdi, at best var at fara aftur til arbeiðis, soleiðis at lívið kundi halda fram.
Tveir dagar seinni var hann aftur á sínum plássi í verksmiðjuni og eisini á dekkinum. Men sum hann viðgongur: - Eg ansaði nú betri eftir mær og var ikki líka djarvur sum áður!
Fríði slapp við lívinum, men tað gjørdu ikki tveir av starvsfelagum hansara umborð á einum russiskum trolara. Dagin eftir ógvusligu hendingina umborð á Atlantic Star hoyrdu teir neyðarkall frá russiska trolaranum “Malakit”, sum lá beint við hjá teimum.
- Vit vóru fyrsta skipið til staðið. Hóast bjargingarliðini vóru skjót á staðnum, komu ikki allir frá hendingini við lívinum.
- Eg slapp við lívinum, men tað gjørdi teir ikki. Eg skilji tað ikki enn, men hvat – vit skulu helst ikki skilja alt, sigur hann.
Fleiri søgur
Vit á blaðnum eru vitandi um, at fleiri sjómenn hava verið úti fyri líknandi tilburðum sum Fríði. Og vit eru eisini vitandi um, at nógvir teirra kanska ongatíð hava greitt alment frá tí, sum fór fram.
Ert tú ein teirra sum hevur hug at greiða lesarum okkara frá eini slíkari hending, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sosialin.
Hetta kann gerast við at ringja 341800 og spyrja eftir Snorra ella við telduposti snorri(at)sosialurin.fo.










