Vit mugu ikki bera so í bandi, at skúgvoyingar koma at sita eftir við svartaperi.
Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað Suðuroyartunnilin, hevur lagt seg eftir at fáa tunnilin so bíligan sum gjørligt, og tí hava tey mælt til eina linjuføring av Skarvanesi í Sandoy, beint til Sandvíkar. Talan er um ein tunnil upp á 22,8 kilometrar.
Annars lá tað í ætlanini hjá Landsverki, at Skúgvoy skuldi knýtast upp í, helst fyri trygdina, tí so verður talan um tveir tunlar til Suðuroyar, sum verða styttri enn at gera ein beinleiðis tunnil.
Tunnilin av Sandi til Skúgvoyar verður góðar níggju kilometrar langur, og tunnilin úr Skúgvoy til Sandvíkar verður góðar 17 kilometrar langur.
Av tí at talan er um tveir styttri tunlar, verða krøvini til trygd øðrvísi. Arbeiðsbólkurin staðfestir, at tað er ein politiskur spurningur, men tað fer so at gera tunnilin nakrar hundrað milliónir dýrari.
Og Heðin Mortensen er ikki samdur við Landsverki í, at Skúgvoy skal ikki skeklast burtur úr verkætlanini.
– Tað var eitt stórt mistak, at Hestur ikki er knýtt upp í Sandoyartunnilin, og vit eiga ikki at gera sama mistak eina ferð afturat, sigur hann.
Tí heldur hann, at Skúgvoy eigur at verða knýtt upp í Suðuroyartunnilin, um ikki beinleiðis við at tunnilin kemur upp í Skúgvoy, men so í minsta lagi við eini stórari lyft úr tunlinum upp í Skúgvoy, soleiðis at tað eisini slepst í og úr Skúgvoy við bili ígjøgnum tunnilin.