Tiltakið verður í Smæruni, 11. november 2025, klokkan 19.00-21.00
Skrá
Kl. 19.00 – Vælkomin
Kl. 19.15 – May-Britt Skoradal, lektari, heldur fyrilestur um granskingarverkætlan um heilsufótbólt til fólk við diabetes 2, sum Fróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin hava tikið stig til.
Kl. 20.00 – steðgur
Kl. 20.15 – Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, heldur fyrilestur um medisinska fitiviðgerð og diabetes
Kl. 21.00 – Tiltakið endar
Kaffi, te og okkurt gott afturvið verður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!












