nøkurlunda sama hugsan sum varð nevnd tá ið virkið í Miðvági var til viðgerðar herfyri. Orsakið málburðin, men eg haldi tað vera ikki sørt bláoygt, at halda, at ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening [...] loysnin, ið gevur mest pening í kassan hjá fyritøkuni. Hini virkini verða stongd, tí tað tænir fyritøkuni best. Tí eigur ein og hvør at gera sær greitt, at Føroya Fiskvirking er ein fyritøka sum hevur [...] at tríva í pennin er samrøðan sum Sosialurin í dag hevur við Páll Vang, býráðsformann. Í samrøðuni verður komið inn á ólukkuligu støðuna Tvøroyrar kommuna og borgararnir eru í, orsakað stóru skuldarbyrðu
roynast og beint eftir ársskiftið verður farið at spinna og kar-a av álvara. Í ullavirkinum eru ein skiljimaskina, ein rívimaskina og ein vulfur, har ið ullin verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja [...] Men tey, ið hava vigað, siga, at tað kemur mangan upp ímóti 1,5 kilo. Eftir hesum er skjótt at rokna seg fram til, at tað munnu fáast út ímóti 100 tonsum av ull av seyðinum í Føroyum, verður alt tikið [...] krónur fyri áseyðin. Men tað ber eisini til at heilir hagar tekna seg fyri eitt lutabræv undir einum, og tá kostar tað 50 krónur fyri gyllinina. Hetta eru upphæddir, sum verða goldnar einaferð með alla. Og av
heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga áhugavert at merkja sær, at tá samráðingarnar vóru um Heimastýrislógina, tá vildu hvørki kommissiónin ella ráðgevin hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði [...] føroyingum og grønlendingum nakrar trupulleikar. Men størsta skotið fyri bógvin fekk Heimastýrisskipanin, tá ið danska stjórnin í sambandi við búskaparliga skradlið av sínum eintingum setti skipanina út av kraft [...] fekk álitið partanna millum eitt ógrøðiligt sár, tá tað kom fram, at vit ikki høvdu ta vitan um viðurskifti í føroysku bankaskipanini, sum teir høvdu, tá partarnir møttust til samráðingar. Eins og føroyingar
varð hallið mett til 159 mió. kr. Úrslitið verður umleið javnvág ella møguliga eitt lítið avlop. Støðan og gongdin í ár bendir á, at úrslitið fyri 1997 ikki verður lutfalsliga so gott, sum tey bæði undanfarnu [...] Framgongdin er steðgað, og nógv bendir á, at úrslitið í 1997 verður verri enn í 1996, og tí er orsøk til at stúra fyri úrslitinum í 1998, tá vit sambært avtalu við donsku stjórnina og eftir okkara egnu [...] fíggjarmálum, legði fram á ting tann 30. september, verður roknað við einum avlopi uppá 18 milliónir krónur. Men longu nú kunnu vit rokna við, at tá tær endaligu inntøkumetingarnar eru gjørdar, og øll
hetta stóra vandamálið í ferðsluni. Men vit mega, ið hvussu so er, staðfesta, at her á landi ? eins og í øðrum londum ? eru tað lutfalsliga mest ungfólk, ið vera rámað av ferðsluvanlukkum ? og serliga álvarsomum [...] vóru, sum vit minnast, nógvar ferðsluvanlukkur, ið serliga rámaðu ungdómin. Tey árini fórust í miðal eini 10 fólk um árið í ferðsluni, og vóru Føroyar tá í hagtølunum javnmett við lond, sum vit annars ikki [...] lívið? Sjálvandi ikki! Arbeiðssetningur hjá RFF Við tí í huga, at tað er okkara unga fólk, ið lutfalsliga verður mest rámað av ferðsluvanlukkum, gjørdi starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tí av fyri
um spæl-ið, og tað ófrættakenda dun-ið av brimi og vindi uttan av Djúpunum, alt hetta fest-ir seg djúpt í sinnið og fer ikki seint úr minni. Heimið Bókin hjá Petur Jacob má vera kultursøga, tá ið hon er [...] um ár-ið, tá ið roynt varð í Búgv-a-num og í Funnings-bjørgu-num. Saltaður fuglur var drúgvur døgverðamatur at eiga niðurfyri. Eg haldi meg tó vita, at søgan um »stat-us-symbol« Gjáarmanna verð-ur søgd [...] haruskjótingin, tá ið menn væl fyri dag hulisliga lúrdu seg niðan um garð-ar-nar; allir vildu vera fyrstir. Dagarnar fyri og kvøldið fyri hevði Sivar jarn-smiður-in hugt eftir byrsunum. Tá kundu stórir dreingir
sungið verður um hesi fólkini, so liva tey ei í søgum, sum teir, ið brutu garð. Tey, sum við stríði og strevi fyri dagliga breyðinum bygdu upp garðarnar, ið seinni komu at standa sum verja okkara, ið eftir [...] fingið við í bókina. Og takk skal hann hava fyri tað. Til dømis er skrivar Ólavur úti í Stovuni yvirskriftina: Sálmar á føroyskum soleiðis: »Solmar up a førist.« Og ein jólasálmur verður skrivaður: »Ojn jeula [...] uttan at larma og gera um seg, so var eingin, sum legði merki til teirra, tíansheldur mintist tey, tá tey vóru farin. »Vit eru mangan so sein at takka teimum mongu, sum undan fóru, og sum skapaðu virði
stórt, og nógv hava ikki tak yvir høvdið. - Eg havi upplivað nógv, men nú eg eri komin heimaftur, kenst alt so óveruligt. Tað er sum nakað eg bara havi droymt. Vildi arbeiða Tá Vibeke var komin til Bangladesh [...] loyvi til at endurgeva úr hesum brøvum, ið sera væl lýsa, hvat tey fingu burturúr at vera í hesum fjarskotna landinum. Vibeke hevði verið stutta tíð í Bangadesh, tá hon ein dagin fór til handils. Hon vitjaði [...] gólvið. Og tað er gott, tí harvið kunnu tær gera vanligt arbeiði, tá tær venda aftur til teirra dagliga arbeiði heima, tí húsliga arbeiðið verður tað mesta gjørt á gólvinum. Tær kunnu eisini hava børnini á fanginum
svara fyri, hvat Regin leggur í sínar yrkingar, men eg kann ið hvussu er siga, at yrkingin Mítt hav er sterk og hevur grundarlag í veruleikanum, tá báturin Jøkul einaferð mundi gingið burtur og Regin var við [...] nú beint undan jólum, tá so nógv annað kemur út, men nú er eg bara ómetaliga fegin um, at sangirnir komu út og ikki bert vórðu liggjandi. Er vandi ikki fyri, at fløgan hjá tær verður burtur millum alt hitt [...] eg ivist ikki í, at onkur verður við sviðu soð. Men tað, sum eg higartil havi fingið at vita um søluna av nýggju Blátt-fløguni, er at hon gongur væl, og nógv eintøk verða seld. Onkur hevur tikið til, at
pakkhúsinum aftanfyri, tá ið hann mælti. ?Sí, sí!? rópti hann. ?Undrið?. Tá ið hini hugdu upp, sóu tey ikki annað enn ein reyðan, rukkutan ómetaliga misháttan nýføðing. Tey fataðu ikki tað, ið tann svarti maðurin [...] tykni av hesum. Tá ið gýðingurin hevði lagt knýtið frá sær, helti hann vatnið úr bollanum við einum eygnabragdi, sum segði frá, at hann var vanur við há og spott og latst ikki um vón, tá ið hann hoyrdi slíkt [...] Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir