Longu undir samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin framhaldandi skuldi umfíggja okkara uttanlandsskuld, hagar til øll okkara skuld í útlondum varð umløgd til ríkisskapsskuld.
Tey fyrstu árini aftaná gekk støðugt framá. Longu í 1994 kundu vit staðfesta, at hallið hjá landskassanum var í minking, og at tað eisini var væl minni enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 1994 varð viðgjørd og samtykt. Í 1995 gekk enn betur. Hallið, sum varð mett til 209 mió. kr., varð í árinum vent til eitt lítið avlop. Í 1996 varð hallið mett til 159 mió. kr. Úrslitið verður umleið javnvág ella møguliga eitt lítið avlop.
Støðan og gongdin í ár bendir á, at úrslitið fyri 1997 ikki verður lutfalsliga so gott, sum tey bæði undanfarnu árini. Framgongdin er steðgað, og nógv bendir á, at úrslitið í 1997 verður verri enn í 1996, og tí er orsøk til at stúra fyri úrslitinum í 1998, tá vit sambært avtalu við donsku stjórnina og eftir okkara egnu ætlan, skuldu hava javnvág og helst avlop á fíggjarlógini. Tey undanfarnu tvey árini, sum eg havi umrøtt frammanfyri, hevði javnaðarflokkurin ábyrgdina av fíggjarmálum, men síðani juni 1996 hevur fólkaflokkurin havt ábyrgdina av hesum málsøki.
Á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, sum Anfinn Kalsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram á ting tann 30. september, verður roknað við einum avlopi uppá 18 milliónir krónur. Men longu nú kunnu vit rokna við, at tá tær endaligu inntøkumetingarnar eru gjørdar, og øll broytingaruppskotini frá fíggjarnevndini eru komin á borðið, verður talan um eitt hall uppá 20 til 30 milliónir. Hóast hetta, so hava landsstýrismenninir, hvør í sínum lagi, eina ætlan um, hvat avlopið skal nýtast til. Eitt avlop, ið ikki er til, og sum neyvan heldur verður til taks.
Seinasta týsdag vísti eg á, hvussu samgongumenn yvirbjóða hvønn annan við gyltum lyftum um stórar almennar íløgur, sum fyri ein part skulu fíggjast burtur av avlopinum hjá landskassanum næsta ár. Í dag skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja fleiri uppskot fram á ting, ið fara at skerja inntøkurnar hjá landskassanum munandi, men hvussu nógv veit ongin, heldur ikki landsstýrismaðurin sjálvur. Landsstýrismaðurin roknar við, at fleiri føroyingar, sum eru fluttir av landinum, fara at venda heimaftur av hesi orsøk, og at skattalógarbroytingarnar tí ikki fara at kosta landskassanum nakað. Hann hevur tó onga trygd fyri, at so verður.
Í skrivandi løtu havi eg ikki sæð uppskotini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Ætli mær tí ikki at taka nakra endaliga støðu til hesi nú. Hvørki fyri ella ímóti. Men eg loyvi mær kortini at vísa á, at logikkurin hjá landsstýrismanninum ikki hongur rættiliga saman, tí fyri júst einum ári síðani legði landsstýrismaðurin uppskot um skattalógarbroytingar fyri tingið, við tí fyri eyga, at vit skuldu hava eina bruttoskattaskipan fyri allar A-skattgjaldarar. Tey uppskotini vórðu samtykt, og A-skattgjaldarar hava tí livað undir eini bruttoskattaskipan alt hetta árið. Nú boðar sami landsstýrismaður frá nýggjum skattafrádráttum. Hetta virkar ørkymlandi.
Í løtuni tykist allur politikkurin hjá landstýrinum og samgonguni at byggja á væntaðan fong ella sum danir siga »forventet fangst«. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum væntar, at fiskimenn, sum eru fluttir av landinum, flyta heimaftur, um skattalætti verður givin, og tí fer skattalættin onki at kosta. Landsstýrismaðurin í samskiftismálum væntar, at avlop verður á fíggjarlógini í 1998, og tí kann hann bjóða sær til vegna landskassan at seta almennan pening í eitt partafelag, sum skal byggja og reka ein undirsjóvartunnil.
Men hetta er tað sama, sum at skinnið verður selt, áðrenn bjørnin er skotin. Alt byggir á væntaðan fong ella »forventet fangst«. Bert politikkarar, ið onga ábyrgdarkenslu hava, kunnu leggja navn til slíkan politikk. Og so er tað líka mikið, um flokkurin eitur fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin. Um politikkarin eitur Anfinn Kalsberg ella Sámal Petur í Grund.
Tann 29. november 1997