Tú kanst ikki lata vera við at hugsa um tað, tá tú prátar við hann.
Røddin má kunna brúkast til at syngja við.
Og tað kann hon ? við lít eisini.
Klaksvíkingurin Jákup Marnar Anthonissen telist millum okkara heilt frægu sangarar, og uttan mun til um talan er um harðan rock ella inniligar, romantiskar balladur, so finnur hann natúrliga tónan, sum skal til.
Jákup Marnar Anthoniussen er kendur í fleiri samanhangum, og orsøkin til, at øll kanska ikki kennast við navnið er, at hann hevur ikki havt til vana at draga seg sjálvan fram í ljósið.
Hann hevur fjalt seg aftanfyri nøvn sum Science Fiction, Les Isles Faroe, og seinast Blátt.
Men røddin og tónleikurin... ja, har er einki at fara skeivur í.
Vit eru øll vorðin lin í knøunum av sanginum Til allar vinir, skemta okkum viðÍ skúrið, og sangir sum Tú brennur so í mær og Like a Slave eru saman við øðrum valaverkum hjá Jákupi Marnar Anthoniussen væl kendir.
Fyri átta árum síðani rakti hann seymin á høvdið við frálíku, friðarligu og vøkru fløguni Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin.
Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen er sentrali persónurin.
Eg eri vorðin
eldri, men...
Onkur hevur sagt, at tú ert vorðin vaksin á nýggju fløguni.
? Eg eri vorðin eldri, men tað ber ikki til at siga tað so einfalt sum, at á fyrru Blátt-fløguni var eg barnsligur og nú eri eg vaksin.
? Tað kann væl vera, at fólk hava fatað sangirnar á útgávuni Til allar vinir sum einfaldar og barnsligar, men eg havi skrivað flestu av orðunum í størsta álvara, og aftanfyri liggur altíð ein meining, sum tað illa ber til at fara út við.
Men hvat heldur tú um yrkingarnar á nýggju fløguni?
? Eg eri væl nøgdur við tær. Tær eru erligar og fyri mín part eisini persónligar. Eg havi skrivað orðini til sjey av teimum 10 sangunum, meðan Regin Askham hevur skrivað hinar tríggjar.
? Nú skal eg ikki fara at svara fyri, hvat Regin leggur í sínar yrkingar, men eg kann ið hvussu er siga, at yrkingin Mítt hav er sterk og hevur grundarlag í veruleikanum, tá báturin Jøkul einaferð mundi gingið burtur og Regin var við.
Herluf og Finnur
hava hvør sín stíl
Tónleikurin er broyttur nógv frá seinastu fløguni.
? Ja, og tað var løgið um hann ikki var tað. Herluf Sørensen stóð fyri tónleikinum á Til allar vinir, og hesaferð hevur Finnur Hansen staðið fyri tí mesta. Herluf var við at byrja við, men fór so burtur, og so hevur Finnur gjørt tónleikin lidnan.
? Tónleikastílurin er eitt sindur fjølbroyttur, og tað haldi eg er fínt. Sjálvur eri eg ikki júst til hetta slagið av tónleiki, mær dámar best harðan rock, men eg havi latið framleiðsluna av sjálvum tónleikinum upp í hendurnar á Finnur Hansen, og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið.
Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum?
? Ja, tað er tað helst. Tað er als ikki soleiðis, at vit við vilja hava roynt at broytt tónleikin frá tí fyrru til hesa fløguna. Herluf Sørensen legði fyrru útgávuna til rættis, og nú hevur Finnur Hansen staðið fyri tí seinnu, og teir hava hvør sín stíl.
? Ætlanin var, at Herluf Sørensen eisini skuldi standa fyri tónleikinum á hesi fløguni, og hann var eisini við at byrja við, men hann fór burtur, og so tók Finnur yvir. Vit hava brúkt fýra av grundunum, sum Herluf gjørdi, og so hevur Finnur gjørt teir sangirnar lidnar, umframt at hann hevur lagt hinar sangirnar til rættis frá byrjan til enda.
Tikið langa tíð
at gera fløguna
Tað hevur sanniliga tikið sína tíð at fáa hesa seinnu Blátt-fløguna til høldar. Farið varð undir upptøkurnar longu í 1992, og ætlanin var eisini at fløgan skuldi koma út tá.
Men umstøðurnar hava ferð eftir ferð forðað fyri, at fløgan kundi gerast liðug, og tað var komið so langt, at Jákup Marnar Anthoniussen ætlaði at lata upptøkurnar fara og gloyma alt um at fáa fløguna út.
? Seinasta royndin, sum eg gjørdi fyri at fáa tilfarið út, var at ringja til Páll Arge og spyrja hann, um hann hevði hug at geva fløguna út. Hann fekk upptøkurnar og lurtaði eftir teimum, og svarið, sum eg s íðani fekk, var játtandi.
? Upptøkurnar vórðu gjørdar lidnar í summar, og so hevur nakað av tíð gingið, áðrenn fløgan kom út. Sjálvur ætlaði eg ikki, at fløgan skuldi koma út nú beint undan jólum, tá so nógv annað kemur út, men nú er eg bara ómetaliga fegin um, at sangirnir komu út og ikki bert vórðu liggjandi.
Er vandi ikki fyri, at fløgan hjá tær verður burtur millum alt hitt, sum kemur út hesa ársins tíð?
? Sjálvandi er vandi fyri tí, tí tað er eitt øðiligt fløguregn yvir Føroyar í løtuni, og eg ivist ikki í, at onkur verður við sviðu soð. Men tað, sum eg higartil havi fingið at vita um søluna av nýggju Blátt-fløguni, er at hon gongur væl, og nógv eintøk verða seld.
Onkur hevur tikið til, at kápan á nýggju fløguni hjá tær, er tann ljótast, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Hvat sigur tú til tað?
? Eg skal ikki siga, at eg haldi myndina á kápuni vera so pena, men hon er stuttlig, og hevur fleiri boðskapir. Onkur hevur eisini sagt við meg, at eg havi gjørt Føroya besta poppsang í Til allar vinir, so tað má eg bara brúka sum mótvekt í hesum førði, sigur ein flennandi Jákup Marnar Anthoniussen.
Droymir um eina
feita rockfløgu
Jákup Marnar Anthoniussen hevur ikki gjørt nógv við at spæla til dans ella konsertir nógvu seinnu árini, og tað er heldur ikki vist, at broyting kemur í á tí økinum í nærmastu framtíð.
? Eg ætli mær so ikki at fara runt landið at spæla við sangunum av nýggju Blátt-fløguni, men vit, sum fyrr mannaðu Science Fiction, eru farnir at práta um, at fara spakuliga í gongd aftur fyrst í komandi ári.
? Orsøkin til, at eg spælt so lítið seinastu árini er, at allir teir, sum eg vanliga havi spælt saman við, hava verið burturi, og eg havi ikki hug bara at seta ein nýggjan bólk saman og so fara at spæla. Tí havi eg heldur valt at latið verða við at spælt yvirhøvur.
? Og so eru umstøðurnar í dag eisini øðrvísi enn tær vóru fyrr. Eg eri vorðin eitt sindur eldri og havi fingið familju, so tíðin er ikki tann sama til at venja og spæla.
Men um tit fara at spæla aftur, hvat fara tit so at spæla?
? Tað verður uttan iva harðari tónleikur, enn tann sum eg eri kendur fyri í Blátt. Sjálvur dámar mær avbera væl harðan rock, serliga bólkar sum Rainbow og Deep Purple, og fer Science Fiction aftur á pallin, so verður tað við rocktónleiki.
Hvat við at gera ein rockfløgu?
? Ja, tú kanst ætla, at eg droymi um at gera ein ordiliga rockfløgu, men tað er ikki bert sum at siga tað. Tað skulu nógvir pengar til, so sjálvt um eg havi tilfarið tøkt, so kann eg ikki bara fara í gongd.
? Fólk verða javnan spurd um, hvat tey høvdu gjørt, um tey vunnu eina millión, og har hevði eg ikki ivast. Eg hevði farið beina leið til USA, tikið Óla Poulsen við mær, og gjørt ein feita rockfløgu har yviri. Tað er líkasum tann stóri tónleikadreymurin hjá mær, men hann verður neyvan meiri enn tað hann er. Ein dreymur.