Áhugaverd bók um ein vísan original

Í bókini um Ólav úti í Stovuni av Eiði, hevur Johannes Andreas Næs sera áhugavert lýst partar úr lívinum hjá einum av teimum mongu føroyingunum, sum hóast hann bygdi - og ikki breyt - garð, avgjørt eigur at liva í søgum

Ein maður, sum við guðstrúgv og sínum dugnaskapi sum arbeiðsmaður og sjómaður vann sær virðing millum dygdarfólk úti í heimi.

Soleiðis lýsir høvundurin Ole Hansen, vanliga nevndur Ólavur úti í Stovuni, av Eiði, sum í seinnu helvt av seinastu øld steig út um garðarnar og vann sær stóra virðing úti í heimi.

Sum sungið verður um hesi fólkini, so liva tey ei í søgum, sum teir, ið brutu garð.

Tey, sum við stríði og strevi fyri dagliga breyðinum bygdu upp garðarnar, ið seinni komu at standa sum verja okkara, ið eftir komu.

Tey, sum við síni mentan góvu okkum tað, okkum í dag úti í heimi dámar so væl at reypa av sum okkara sermerki.

Men livdu tey bara sítt stilla lív, uttan at larma og gera um seg, so var eingin, sum legði merki til teirra, tíansheldur mintist tey, tá tey vóru farin.

»Vit eru mangan so sein at takka teimum mongu, sum undan fóru, og sum skapaðu virði og bóru tey eftir førimuni til okkara - ein av teimum mongu er Ólavur úti í Stovuni,« sigur Johannes Andreas Næs í bókini.


Hin lítillætni

Tað eru teir, og her eru tað oftast menn, sum gera um seg, ið vit minnast og virða sum tjóðskaparhetjur, framstandandi vinnulívs- ella mentamenn. Ofta menn, sum høvdu ytru umstøðurnar við og ikki ímóti.

Men hin vanligi føroyingurin, sum vaks upp í tí smáa og sjálvur mátti stríða seg til tað, hann nú einaferð kundi, verður gloymdur.

Og tað hóast hansara verk í roynd og veru mangan eru nógv størri enn tey, hin navnframi nakrantíð hevur lagt frá hondini. Tað velst sjálvandi um eygað sum sær, og hvat mett verður at hava virði.

Johannes Andreas Næs hevur í bókini um Ólav úti í Stovuni savnað nakað av tí skaldskapi, sum liggur eftir mannin. Skriv og yrkingar, sálmar, sum ikki eru kendir millum manna. Men sum kortini í fleiri førum hava verið givnir út á prenti.

Sagt verður soleiðis í bókini um sálmarnar:

»Eftirtíðin fer neyvan at taka fram sálmar ella sangir hansara sum skaldsligt ella málsligt virði hjá undangongumonnunum í skaldskapi. Men kortini er ógvuliga áhugavert at lesa sálmar hansara á tátíðar dagliga talumáli í heimbygini Eiði, væl vitandi, at hesin evnaríki maðurin er sjálvlærdur og ongantíð hevur lært at skriva føroyskt.«

Men er skaldskapurin ikki tann stóri, so er maðurin so mikið størri. Hann kennir sjálvur sítt pláss, og tað er ikki so lítið.

Satt at siga er hansara egna meting nakað, sum fleiri teirra, sum í dag fáast við útgávu, kundu lært bæði eitt og annað av. Tí tað eru fleiri enn ein, sum áttu at hugsa seg fleiri ferðir um, áðrenn nógv av tí, sum í dag verður givið út, yvirhøvur varð prenta.

Í sínum lítillætni setti maðurin ikki egið navn á bókina, hann legði eftir seg. Tað hevði líkasum einki at siga, um hann varð navnframur her. Tað vóru onnur virði, sum taldu.


»Mit navn ej her står tegnet på,

det intet har at sige.

Gud, lad mit navn optegnet stå

i Himmeriges rige.«


Tað var tann tíðin

Ólavur úti í Stovuni vaks upp á Eiði, meðan bygdin hevði sína gulltíð, um so kann sigast.

Tað mesta, vit kenna til Eiði um hesa tíðina, var, umframt, at nógvur útróður var, at har búði Látrabóndin.

Tað árið, Ólavur var føddur, í 1834, sigur ein fólkateljing, at Poul Joensen, bóndin á Látrinum, var 57 ára gamal.

Og júst hann er ein teirra, sum søgan fer at minnast, tí hann av sínum jarðiska veldi var nakað fram um onnur fólk. Hjá honum gisti prestur og, ikki at gloyma, krúnprinsurin.

Hann varð valdur at umboða føroyingar á ferð í Hetlandi, haðani teir komu aftur millum annað við línu at loysa snørið av sum fiskireiðskap.

Í aðrar mátar livdi hann soleiðis, sum nú einaferð bar til. Og so kom hann í søguna.

Smádrongurin Ólavur vaks og varð maður. Og túnini á Eiði hava tókst honum ov trong, tí hann stundaði út í heimin.

Í 1862, tá Ólavur var 28 ára gamal, gjørdi hann álvara av at royna seg úti í heimi.

Hann fór fyrst til Danmarkar við skipi, sum ein bygdarmaður, Jóan Magnus Poulsen úr Garði, átti. Heldur ikki hesum manninum hevur søgan gjørt nevnivert burtur úr, hóast tað ikki hevur verið heilt vanligt, at føroyingar tá førdu egið skip.


Missiónin

Týðuligt er, at Johannes Andreas Næs í bók síni, dregur kristnitrúnna hjá Ólavi fram.

Bókin, sum ber undirheitið »ein Guðs maður,« snýr seg mest sum bert um ta síðuna av lívi hansara, og restina av manninum síggja vit at kalla einki til.

Ivaleyst er, at eisini okkurt annað hevði verið at trivið í, um ætlanin var at lýsa samlaðu lívssøguna hjá persóninum.

Men at hann var maður út yvir tað vanliga, er eingin ivi um. Vit vildu í dag sagt, at hann var ein ordiligur originalur. Og her merkir originalur als einki negativt. Og býttur hevur maðurin ikki verið.

At hann hevur verið álitismaður, lýsir bókin sera væl í frásøgnini um norska skipara og reiðara hansara, sum hann hevði lívslangt vinalag við. Og, sum sagt verður í bókini, halda eftirkomarar báðu megin framvegis sambandið viðlíka.

Missiónsmaður var hann, Ólavur. Tað vísa yrkingar hansara týðuliga. Og ikki er langt frá hansara áskoðanum, til tað, vit, sum eina øld seinni gingu í sunnudagsskúla hjá missiónsmonnunum í bygdini, lærdu.

Hann hevur at fólki, sum heldur enn at halda jólini til æru fyri føðing Kristusar, brúka tey til »at fornoya ta syndugu natúr.«

Verðin larmar við drekka, dansi og spæli, tekur hann til.

Men sjálvur metti hann seg hava síni viðurskifti í lagi, tá hann skuldi hiðani.

Heilt natúrligt tóktist tað honum, at hann fór at verða saman við teimum, sum undan vóru farnir. Tað verið seg Abrahami, Mósesi ella Dávidi. Og teirra millum var Jesus miðdepilin. Har, Ólavur visti seg at fara, vóru teir longu komnir.


»O Abraham du Troens Helt!

Du er jo der at finde,

Du bor ej længer i et Telt

Saa svagt for Vejr og Vinde.

Du flyttet er til Zions Stad,

Hvis Grundvold ej skal Nødes

At omstødes.

Jeg er saa Hjærtensglad,

Vi engang der skal mødes.«


Løtt at lesa

Bókin er løtt at lesa. Hon er stutt, bert 55 síður, og teksturin er ikki so tættur.

Umframt eru nógvar myndir og aðrar illustratiónir, sum gera bókina áhugaverda.

Stuttligt er at síggja sálmarnar, sum yrktir eru á føroyskum, prentaðar á nútíðar føroyskum skriftmáli við síðuna av tí upprunaliga, teir eru skrivaði á.

Sum áður nevnt, lærdi Ólavur ongantíð at skriva føroyskt. Av teirri einfaldu orsøk, at hann bert gekk tvey ár ír skúla, og føroyskt skriftmál var ikki til.

So varð skrivað, sum málið varð tosað. Og tað er sea áhugavert at lesa gamla bygdarmálið, sum tað var tosað fyri eini øld síðan.

Tað eru herligar samanberingar, sum Johannes Andreas Næs hevur fingið við í bókina. Og takk skal hann hava fyri tað.

Til dømis er skrivar Ólavur úti í Stovuni yvirskriftina: Sálmar á føroyskum soleiðis: »Solmar up a førist.« Og ein jólasálmur verður skrivaður: »Ojn jeula Solmur.«

Vit eru norðuri á landi, har »ei« verður úttalað »oy«.

Hóast tað sær løgið út, er tað kortini fløvandi, at maðurin hevur hildið seg til, væl vitandi um, at hann ikki dugdi at skriva føroyskt. Og slíkir tekstir gera, at vit kenna okkara bygdarmál aftur burtur úr øllum hesum steriliseraða, einstáttaða skriftmálinum, hóast tað er rætt.

Bókin er, sum nevnt, ikki nøkur endalig ævisøga um mannin Ole Hansen, sum gjørdi egnan gravstein, hvørs plátur nú hanga í Eiðis Kirkju.

Hon er meira ein lýsing av teirri kristnitrúgv, maðurin hevði.

Og kortini ein lýsing av tí vanliga føroyinginum, sum søgubøkurnar missa burtur.

Alt í alt ein bók, sum væl er verd at lesa.

Johannes Andreas Næs hevur skrivað, og Forlagið úti í Stovuni, hevur givið út bókina: Ólavur úti í Stovuni - ein Guðs maður.

Bókin er umbrotin og prentað hjá Einars Prent.

Ættarmaður Ólavs, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, hevur fingið til vega myndatilfarið, sum er nógv, í bókini.

Bókin er 55 blaðsíður og kostar 80 krónur í bókabúðunum.