Vibeke Ingvarsson við Norðskála var leiðari fyri heimahjálpina í Sundalagnum, men tá maðurin fekk arbeiði sum verkfrøðingur í Bangladesh, valdi hon at siga arbeiðið frá sær og nýta henda frálíka møguleikan at fara út í eitt heilt fremmant land.
Eitt heilt ár var Vibeke í Bangladesh.
Bangladesh er eitt fátækt land í Eysturasia. Fólkatalið er umleið 120 milliónir í einum landi, sum ikki er størri enn Danmark, og fólkatalið vekur við risaferð. Fátækradømið er stórt, og nógv hava ikki tak yvir høvdið.
- Eg havi upplivað nógv, men nú eg eri komin heimaftur, kenst alt so óveruligt. Tað er sum nakað eg bara havi droymt.
Vildi arbeiða
Tá Vibeke var komin til Bangladesh, setti hon sær beinanvegin fyri, at hon vildi arbeiða, tí annars bleiv tilvera hennara ov keðilig, og hon upplivdi ikki nóg mikið. Maðurin arbeiddi eisini 10-12 tímar seks dagar um vikuna. Vibeke mátti tí finna upp á okkurt, og hon fór til eitt heim fyri lamin fólk og beyð seg fram. Her kann verða skoytt uppí, at Vibeke hevur drúgvar royndir sum heimahjálpari.
Har var hon vælkomin og fekk beinanvegin arbeiði, sum var vanlig sjúkrarøkt og sosialt arbeiði á stovninum.
Vibeke kundi arbeitt alla vikuna, men hon valdi sjálv bara at arbeiða tríggjar dagar um vikuna, fyri at hava betri stundir til at fara út at hyggja seg um og gera annað.
Meðan hon var í Bangladesh, skrivaði hon regluliga brøv heim til børnini, skyldfólk og vinfólk, og Vibeke hevur givið Sosialinum loyvi til at endurgeva úr hesum brøvum, ið sera væl lýsa, hvat tey fingu burturúr at vera í hesum fjarskotna landinum.
Vibeke hevði verið stutta tíð í Bangadesh, tá hon ein dagin fór til handils. Hon vitjaði m.a. grønmetismarkaðin.
Nógvir biddarar
- Í somu løtu sum bilurin rullaði inn á parkeringsplássið, varð bilurin umgirdur av biddarum, børnum, kvinnum við smábørnum á arminum, og tey vístu fram tað ringasta av øllum, ongar armar ella fingrar, kúlut fólk. Tey bidda við at rætta hendurnar fram, forma tær sum eitt ílat og lyfta tær upp móti munninum. Á, man fær ilt fyri hjarta av at síggja hesi menniskjuni í øllum teirra vesaldómi, og ikki kunna hjálpa teimum øllum somlum. Har vit búgva eru eingir biddarar, men í stórbýnum. Longur vit koma frá stórbýnum, betur klára fólk seg.
Torført mál
Vibeke royndi beinanvegin at fara í skúla fyri at læra málið, men tað var torført. Hon gjørdi sær so eina orðabók við teimum vanligastu orðunum, og henda bók var hent at hava, tá hon t.d. fór til handils.
Sjálvt um Vibeke dugdi lítið av bengalskum, og tey vóru lítið stinn í enskum, gekk bara væl at gera seg forstáiliga.
Norðurlendskur klubbi
Javnan var Vibeke í norðurlendska klubbanum í stórbýnum Dhaka. Hvønn mikudag var vatn aerobic har, og ein dag um vikuna fóru allar norðurlendsku kvinnurnar útferð til Dhaka. Í klubbanum vóru alskyns ítróttartilboð, ymist fyri børn, samkomur við borðhaldi o.a.
21. september 1996:
- Í morgun setti eg mær fyri at fara til eitt sjúkrahús nærindis og spyrja um arbeiði, og sum sagt so gjørt. Sjúkrahúsið er ein stovnur fyri fólk, sum hava verið fyri ferðsluólukku, eru dottn niður úr einum træ ella av taki o.a. Eg varð sera væl móttikin, og ein sjúkrahjálpari úr Írlandi vísti mær runt. Har var rúm fyri umleið 75 sjúklingum, og tað vóru bæði kvinnur, menn og børn. Alt var primitivt, men tað tóktist virka væl. Endamálið hjá teimum var at fáa hvønn einkultan aftur at kunna virka í samfelagnum við sínum breki.
Kendur í Føroyum
....Meðan vit sótu har og prátaðu, koma ein maður og ein kona inn, tey vóru eisini europearar, og tá eg segði, at eg kom úr Føroyum, helt maðurin, at vit tað sama kundu tosa norðurlendskt, tí hann var norðmaður. Maðurin var Leif Eggert Ellevset, leiðari fyri norska Trygg Trafik og arbeiðir nú í Bangladesh fyri Heimsbankan. Hann kendi væl Bileftirlitið og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Vit mugu vóna, tað eydnast teimum her at gera nakað fyri ferðslutrygdina. Vegurin, sum Eirikur arbeiðir við, verður nevndur Deyðans vegur, tí hvønn dag doyr onkur har.
Vibeke og Eirikur fingu eina góða íbúð, sum Vibeke helt, at fleiri mundu øvunda teimum. Íbúðin lá beint oman til ánna, og Vibeke treivst sera væl har, tí onkursvegna minti umhvørvið hana um Sundalagið. Tey búðu í býnum Bank Town við umleið 4000 íbúgvarum.
Heitt
3. oktober 1996:
- Tað er framvegis ógvuliga heitt, og fólk her siga, at tað er heitari enn miðalhitin plagar at vera hesa ársins tíð. Streymurin fer ofta her, serliga tá klokkan er 18.30, og so er myrkt.
- Her hava annars verið ávaringar um syklonir, heystaródnir, sum bara raka við strendurnar, men vit vita, at tær kunnu hava nógvar vanlukkur við sær. Og synd er í teimum menniskjunum, sum verða rakt. Við ódnunum fylgja eisini umfarsjúkur, sum fleiri doyggja av.
Broyting er á veg í veðrinum, meira grønmeti fæst á marknaðinum, planturnar eru við at spretta, so vit ganga móti betri tíð....
Ein náttúrulýsing
19. okober 1996:
- Morgunstundin er tann besta á degnum. Nú er við at gerast kaldari um morgunin, og her er eitt tám um morgunin. Men fuglarnir syngja, og sólin er við at koma høgt á himmalin, fólk fara til arbeiðis, eru úti við sínum kúm, ella tey henta plantur til matgerðina. Børnini rópa, tey ganga runt við fati á høvdinum og royna at selja fisk ella grønmeti.
25. oktober fór Vibeke aftur á sjúkrahúsið at tosa við starvsfólkini.
- Í dag sá eg eina unga gentu, sum hevði roynt at taka lívið av sær við at leypa niður av einum taki. Hon var lamin niðanfyri beltið. Hon hevði ligið á sjúkrahúsi í Dhaka. Tit skuldu bara sæð liggisárini, hon var við at rotna. Sálarliga var hon eisini sjúk.
Eg avtalaði at arbeiða leygardag, mánadag og týsdag.
Eitt kvinnuprojekt
31. oktober 1996:
- Eg fari um morgunin við bili kl. 7.45 hiðani úr Bank Town, og túrurin tekur umleið 15 minuttir til vegin oman til sentrið.
- Í hesum døgum eri eg byrjað hjá kvinnunum/gentunum, og har eri eg eftir at hava reitt upp og ruddað. Tað eru 16 sengur. Allar genturnar eru onkursvegna lamnar og sita í koyristóli, ella liggja á búkinum og brúka hendurnar til at koyra á hjólini. Summar sita í koyristóli, helt niðri við gólvið. Og tað er gott, tí harvið kunnu tær gera vanligt arbeiði, tá tær venda aftur til teirra dagliga arbeiði heima, tí húsliga arbeiðið verður tað mesta gjørt á gólvinum. Tær kunnu eisini hava børnini á fanginum og seta tey á gólvið uttan stríð.
Eg fari at royna at greiða frá, hvussu »stovan« sær út:
Sengurnar eru gamlar men hava tó hjól. Nakrar sengur eru heilt niðri við gólvið, so sjúklingurin sjálvur kann fara upp og í song. Nakrar sengur eru málaðar grønar, aðrar eru av jarni. Madrassurnar eru úr kokos. Blæur hava tey ikki. Koddarnir eru vinyl, men hava tó betrekk, og yvir seg hava tey eitt lak. Nú ein dagin vóru seingjarklæðini ikki blivin turr, tí tað hevði regnað, men tey vórðu løgd á kortini.
Røktarfólkini eru eitt slag av sjúkrahjálparum. Tað eru eisini sjúkrsystrar, men tær gera bara tað umsitingarliga arbeiðið.
Eg arbeiði á hesi stovuni. Nakrir sjúklingar eru seingjarliggjandi og skulu hjálpast við øllum. Alt tykist virka væl. Reinførið man vera so sum so, men tað mugu vit venja okkum við, at alt ikki er sum í Danmark ella í Føroyum, og tað kann vera gott fyri tað.
Vánaligur skúli
Skúlin á sentrinum er fyri øll, men hann riggar ikki serliga væl. Nøkur av børnunum hava ongantíð áður verið í skúla, sjálvt um tey eru 16 ára gomul, so tað er ikki nøkur løtt uppgáva at vera lærari. Lærarin er ein sjúklingur, sum dugir at lesa og skriva.
Fyri tíðina eru her tríggjar møður við smábørnum. Tær hava eina stovu fyri seg og passa sjálvar børnini. Børnini skulu hava venjingar. Tey eru øll menningartarna og brekað.
.... Ein av uppgávum mínum er at vera um gentuna Lovely, sum er 10 ára gomul. Hon er dottin niður av 4. hædd og er lamin frá hálsinum og niður. Hon fær tosað, fær flutt høvdið, og navnið hóskar væl til hennara. Hon hevur lært at mála við munninum og ger nakrar deiligar tekningar - summar teirra eru gjørdar til postkort.
Nógv dálking
Í fleiri av brøvnunum gremur Vibeke seg um dálkingina allastaðni. Osandi skorsteinar, órudd og ring luft.
- Eg las í bløðunum nú ein dagin, at Dhaka er tann býurin í verðini við ringastu luftdálking.
Dhaka lá ikki langt fá, har tey búðu.
- Hetta høvdu tit skilt betur, høvdu tit upplivað ferðsluna. Tað er ógjørligt at greiða frá! Tað skal upplivast!
Millónbýurin Dhaka er ein skitin býurin við nógvum gangi. Sum útlendingar verða vit jagstrað av biddarum, og tað er óbehagiligt, tí man følir við hesum menniskjum.
So er betur at vera í Bank Town, tí her fáa vit hóast alt loyvi til at vera í friði, og her er so hugnaligt, við ánni, trøum og blómum, kúm og geitum. Hvønn morgun síggi eg av altanini fiskararnar, sum reinsa síni gørn, kvinnur sum savna saman bløð, og børnini selja grønmeti.
Ein kona kom nakrar ferðir um vikuna heim til Vibeke og Eirik at gera reint. Vibeke slapp harvið frá tí partinum av húsliga arbeiðinum, og hin sum var fátøk, tryggjaði sær inntøku.
Í summar komu Vibeke og Eirikur heim aftur, og tey hava ongar ætlanir um at fara avstað aftur til Bangladesh.
- Tað er eitt vakurt land, fólkini eru blíð, men neyðin er stór. Eg eri fegin um, at eg fekk møguleikan at síggja og upplivað Bangladesh, sigur Vibeke.