Ljósið kom frá útilykt undir takskegginum beint við durin, har vørur vórðu lyftar inn og út í tí oydna og myrkleidda bryggingarhúsinum. Skerið frá hesum ljósi glampaði í teimum regnvátu gøtusteinunum og tí sveittandi múrinum. Farið var um midnátt, náttina til trettanda, sum júst birtist hesa stund. Skelvandi, gjøgnumbloyttir og hoknir í herðunum komu hesir menn um somu tíð fet fyri fet inn undir skýlið og søktu sær skjól undan grimdarregninum, sum slerdi ímóti tí steinsettu gøtuni sum músatitan. Teir vórðu heilsaðir av einum pari, sum var komið higar undan teimum.
Kvinnan lá á einum dunga av sekkum, stynjaði og eymkaði seg spakuliga og smábannaði. Maðurin, ið lá á knæ við síðuna av henni í skugganum, segði vrantin: ?Arh! Og so kom tað dekan fari ein nekari, ein gýðingur og eitt fult svín!?
Teir tríggir menninir, ið stóðu sum lavnar hønur, ristu vatnið av sær, kvukku við, tá ið teir hoyrdu røddina. Teir hugdu hvør upp á annan, jú so sanniliga var hetta satt, sum maðurin segði.
Nekarin var ungur og væl ílatin - í einum brúnum frakka. Høvur hansara var runt sum ein blýggjkúla. Hann var hattleysur. Í tí klára ljósinum skygdu vatndroparnir í tí purluta hárinum í túsundatali eins og smáir gimsteinar. Á nøsini sótu einar gullbrillur, og húðin var svørt sum ebonitt. Tað hvíta í eygunum var fløtafarva, og eyguni høvdu eitt sjaldsamt sker, sum var endurskin úr øðrum heimi.
Gýðingurin hevði eitt fýrkantað, grálitt ortodoks skegg. Hann var í einum gomlum frakka úr góðum vadmali. Var bogin av einum knýti á bakinum og stóð nú og loysti reimaranr, sum lógu um herarnar. Eyguni vóru sorgblíð - bóru boð um líðingina hjá hesum fólki, men rukkurnar í andlitinum søgdu frá einum lívligum og vinarligum menniskja.
Tann fulli maðurin var ein innføddur londonbúgvi - rundleittur og reyða nøs, skrámuta høku og undirmuðurin silpaði. Tennurnar vóru mislittar og vánaligar. Sørput skálkaeygu. Ikki var hann í frakka, men í puntutum jakka og puntutum buksum gjøgnumbloytt eins og tann vanligi hálsklúturin og kollurin. Hann hevði gott blóð og stóð undir skerinum av lyktini og flenti býtt. Hann lat ikki um vón, meðan regnið seyraði niður. Hann risti teir vátu droparnar av sær, sum hundur í áarføri.
Maðurin, sum lá á knæ, var stórur og prúður. Var í grovum arbeiðsklæðum. Andlitsbragdið var stórskorið og samanknýtt av harmi og ikki var sørt, at hann tók synd í sær sjálvum. Hann tók uppaftur: ? Ein gýðingur, eittt drukkið svín og ein nekari!?
Eingin av monnunum tók sær tykni av hesum. Tá ið gýðingurin hevði lagt knýtið frá sær, helti hann vatnið úr bollanum við einum eygnabragdi, sum segði frá, at hann var vanur við há og spott og latst ikki um vón, tá ið hann hoyrdi slíkt.
Tann fulli maðurin liðraði okkurt løgið ljóð av sær: ?Bi-didt da bididdeli um bum....?, meðan hann trampaði og ók við táspísjinum eftir tí steinsetta túninum. Hann blakaði sær og flenti. Allar tær brendu tenninar komu undan og tey skálkakendu, sørputu eyguni kiptu seg saman í hesum fullamanna látrinum.
Nekarin hugdi at manninum og kvinnuni ovast uppi undir skugganum á skráanum. Tey vóru har sum øltunnurnar vórðu rullaðar út um um dagin og koyrdar burtur á vogni við gráskjórutum belgiskum heystum spentum fyri. Hann mælti: ? Eru tygum í trupulleikum? Eg hoyri, at kona tygara liggur har og stunar. Um so er, vil eg fegin verða tygum til hjálpar. Eg eiti mister William Matumbwe frá Negeria.? Rødd hansara var so eym og ljóðkát sum ljóð frá eini orgul-pípu. Tann løgna herðslan á orðið mister, fekk gýðingin til at seta hattin aftur á skallan og hyggja upp á nekaran við undrandi eygum, men tann stóri maðurin spýtti langt og var snerpin:? Eingin nekari er mister fyri mær......?
Nekarin smíltist, og smílið gav tí runda andlitinum ein serligan tekkiligan dám.? Á jú,? segði hann róliga, ? tað er ein, sum má vera tað, og tað eri eg. Tí eg havi arbeitt dúgliga og leingi fyri at fáa hetta heitið. Hetta er tað størsta og besta eg nakrantíð havi havt ,og hesum eri eg sera stoltur av, og tað av røttum?
Maðurin spýtti aftur langt, men mister Matumbwe helt ónervaður á:? Ja, tað kann verða at tygum eru heppin, tí eg eri ein nekari við einari sera góðari útbúgving. Eg eri magistari frá lærda háskúlanum í Oxford og tikið læknaprógv á lærda háskúlanum í London, og eg eri júst liðugur við lesnaðin, tí havi eg rætt at kalla meg mister. Um kvinnan er sjúk, so høvdu tygum neyvan fingið nakran betri nekara at møtt her??
Gýðingurin hevði ikki givið sær far um tað, sum mister Matumbwe segði; hann turkaði vatn av knýti sínum og loysti snørisstubban, ið var bundin um tað. ?Hevði eg kunnað selt okkurt til harrarnar ella damuna? Eg havi nakrar sera áhugaverdar lutir. Enn er ikki ov seint at keypa eina lítla gávu til ætt og vinir. Prísirnir eru sámiligir.?
Friður var komin á tann fulla mannin. Hann stóð upp at húsalonini og lyfti halarnar uppfrá, men sakk so við og við eitt sindur saman, sum um hann gjørdi seg til reiðar at seta seg niður. Hann stóð so inntonktur í sissheimi og fanglaðist við fingrarnar óskotligur.
Men maðurin við tí líðandi konuni stunaði og segði: ? Vil tað siga tygum eru lækni? Hví fan?in søgdu tygum tað ikki beinanvegin? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkrakassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk er fyri teimum. Eg var á veg til sjúkrahúsið við henni, so fekk hon verkir..... tað lítla kann koma hvørja løtu.?
? Aha - tað tonkti eg,? segði mister Matumbwe og gjørdi seg til reiðar at koma upp á skráan, men kvinnan fór at skrýggja: ? Nei, nei, far burtur við tær. Eg vil ikki hava ein lúsa nekara at røra við meg...?
Men nekarin leyp alt í einum upp á skráan og talaði róliga og høviskliga við hana sum við eitt lítið barn. ?Shhh,? segði hann.?Ver ikki bangin. Tygum hava nú lítið og einki at skula hava sagt í hesi søk, frúa. Men tygum fáa at síggja, at eg fari varliga til verka.?
Hann fór heilt yvir til hana, legði hondina eymliga á búkin. Hóvliga og varisliga nart hann við hana. Hetta gjørdi hana róligari beinanvegin, og hon helt uppat at banna og svørja. Bert fálig suff hoyrdist frá henni, meðan hon stardi upp á hann við bangnum, útmøddum eygum. Hon var ikki ung longur, men var enn vøkur, stór og sterk. Eitt sindur reyðdæmd og korkalitt í andlitið.
Mister Matumbwe nikkaði og segði:? Um eina skamma stund.... ikki fer tað at vara leingi. Eg haldi ikki at hon er ein primipara??
?Hvat er tað tygum siga??
?Hetta er ikki fyrstu ferð hon eigur??
Maðurin skar í ein rælandi látur.?Nei hann komi til mín. Hon hevur átt fýra tandur, sum vit ikki vóru før fyri at føða. Hví skal hon nú aftur eiga, tað listi meg at vita.?
?Tað átti tú at vita betur? svaraði Matumbwe. Hann reisti seg og vendi sær til hinar menninar niðanfyri, sum um hann helt røðu frá einum talarastóli í einum fyrilestrarsali:? Mínir harrar, vit eru staddir í svárari neyð. Til alla lukku eri eg so fyri, at eg havi førleika at klára hesa støðu, hóast hetta verður fyrstu ferð, eg hjálpi barnakonu uttan fyri sjúkrahúsið. Men í hesum førinum tørvar mær stuðul, mær tykir, at vit mugu klára okkum undir hesum korum við tí, ið er fyri hondini.?
Hann leyp niður av skráanum yvir til tann fulla mannin, sum enn stóð í somu støðu, sum lagaður upp ímóti húsavegginum, og vendi sær ímóti honum kurtisliga: ?Ársaka, mín harri, hvør eru tygum, og hvat havast tygum at??
Tann lítli knevilin hugdi upp á mister Matumbwe við einum skálkabragdi við samankiptum reyðum eygum og spurdi uttan at ilskast: ? Hvat er á vási??
Mister Matumbwe var eitt gott fólk, sum bara var við tí góða orðinum og ikki gjørdist tykkin, um onkur var ólátaður ímóti honum.:? Á, tað var bara okkurt smávegis, sum eg vildi vita, um tygum høvdu okkurt serligt hegni, sum kundi koma okkum til góðar í hesi trongu støðu.....?
Londonbúgvin rætti seg upp, og legði høvdið afturav og skar í ein skellilátur. ?Um eg havi okkurt hegni? Harry Napes frá Eastchapel . Skemtifimleikari mikli. Kongur ímillum sínar javnlíkar á gøtuni, kalla teir meg. Hygg bara eftir mær og být merki í, at í mær er ein sýning í sjálvum sær.?
Hann fór at syngja:? Bi-di, bi-da, bidiit-do-do!?. Hann spjálkaði sær og trampaði, so tað gnelti eftir í.
Mister Matumbwe hugdi undrunnarsamur upp á hann, men so smíltist hann og tær hvítu tennirnar skygdu í kvøldarmyrkrinum. ? Á ja, ein gatiskemtifimleikari førir fram sítt skemt á breytum og gøtum, har fólk tyrpast framman fyri sjónleikarhúsum, og letur hattin ganga runt. Og tygum er kongur teirra??
?Spyr ein og hvønn í Eastchapel um hann kennir Harry Napes. Eg havi eisini mítt egna orkestur. Eg vann minst tvey pund framman fyri Palladium í kvøld. Mín egna framførsla er minst líka góð! Lurta eftir: Hey, tiddeliumti, bidiip ba buup ah biddeli um bum,? sang hann og dansaði ein lívligan góðan stepdans afturvið.
Í døpurhuga setti Mr. Matumbwe hendurnar móti pannuni, og peikaði hann móti Harry Napes við svarta fingri sínum: ?Hetta var frálíkt. Tygum skulu verða , tann sum leiðir tankarnar burtur hjá henni, tá ið tímin er komin.?
Hann vendi sær móti gýðinginum. ?Og tygum, harri mín, tygum eru handilsmaður??
?Moshe Konig, til tænastu. Men eg skilji ikki hvat fyrifert. Tygum søgdu okkurt um eina neyðstøðu??
Henda kvinnan er í fer við at eiga, og eg skal hjálpa barninum í verðina.?
?Á, armi stakkal! Eina slíka nátt á sovorðnum stað. Hvat kann eg gera fyri at hjálpa henni??
?Tygum hava kanska ein dropa av brennivíni í knýtinum - í vørugoymsluni??
Konig risti við høvdinum.? Brennivín selji eg ikki, men bíða mær eitt bil, eg havi eina fram úr góða eau de cologne og nakrar fløskur av parfumu, næstan so góð sum fronsk parfuma og sera bíllig. Eg royni altíð at útvega tað bestu vøruna til lægsta prísi. Eg skal geva tygum tað, ið eg havi. Strammur spritroykur gongur at hesum.?
Eitt sker av brosi fór yvir ásjón mister Matumbwes. ?Ja, i hesi støðug kan tað brúkast at roynsa við. Sera vinarligt av tygum. Tygum hava ikki eisini køksbúnittur??
?Eitt sindur havi eg. Men knívarnir eru tíverri ikki so hvassir. Við teimum prísunum vit hava í dag, eru vørurnar ikki sum fyrr.?
?Á nei, ikki knívar, men høvdu tygum ein lut, sum var bogaður og flatur - sum t. d. sum ein lagkøkuskeið....? Gøtuseljarin var longu í ferð við at róta í knýtinum. Tók lutirnar upp og breiddi teir út.?Ja, harra Konig hetta er frálíkt. Hasir har kunnu sanniliga brúkast. Eg eri vísur í, at hetta ikki verður nakar ringur barnsburður.?
?Hov,? rópti maðurin uppi á skráanum, ?hov, mister,? hann fekk ikki navnið upp og helt tí á fram:?.....harra lækni, skulu tygum ikki skjótt fara undir hetta??
Mister Matumbwe vendi sær ímóti honum.? Kona tygara fer óiva at geva seg til kennar, tá ið hon er til reiðar. Áðrenn tað vildi eg fegin vita navn tygara, og hvat tygum gera, og navnið á konuni og hvussu gomul hon er??
Maðurin hugdi vrantin niður á tann unga læknan og mutlaði: ? Sam Boles. Havnaarbeiðari. Konan er tríatitvey ára gomul. Hon eitur Anna.?
?Ja so, havnaarbeiðari. Tygum mugu vera glaður yvir at verkfallið er av, nú eitt lítið verður borið í heim.?
Orðið verkfall fór sum ein ylur ígjøgnum hann.
?Ha,? skríggjaði hann.? Ja, tað verkfallið! Eg misti tríggjar mánaðarlønir av hasum lúsa verk-fallinum, eg sum havi eina stóra familju, og so vunnu vit bert seks pence. Tað tekur mær tvey ár at vinna inn aftur, tað eg listi, tí teir ikki vildu lata meg arbeiðja. Og hvørjir eru hesir teir? Tað listi meg at vita. Far í verkfall siga teir; far undir aftur at arbeiða; siga teir: teir hava sett prísirnar upp, siga teir. Ná ja, tygum við allari tygara vitan, tygum kundu kanska sagt mær, hvørjir teir eru??
Mister Matumbwe hugsaði djúpt eina løtu við hondini uppi undir tí rundu høkuni. Hann svaraði sum úr sissheimi : ?Kanska skuldu vit heldur spurt hvør, ið HANN er.?
?Hann? Hvør er hasin hann? Hvat er tað tygum siga??
?Um HANN,? segði mister Matumbwe.? Hann sum er meira enn teir allir, og meira enn vit, tilsamans. Honum hvørs dreymar í øllum....?
?Ho, ho, ho,? læt í Harry Napes, sum var komin nærri til skráan. ? Tú ljóðar sum ein úrsýndur prædikumaður.?
Tað sýntist, sum um hetta frøddi mister Matumbwe. »Heldur tú? Ja, tað var einaferð, at eg var í iva um, hvat eg skuldi velja at lesa til prest ella til lækna, men eg eri glaður, at eg valdi at lesa .........??
Eitt róp frá Annu Boles breyt hann av, men hetta var meira av iva og biva enn av pínu.»Eg vildi ikki hava fleiri smá. Tað sigi eg tygum, eg vildi ikki hava flreiri, tað havi eg ongantíð viljað.?
Mister Matumbwe var straks við hennara lið og hugdi niður á andlit hennara, sum venaði seg í harmi, sorg og pínslu. Matumbwe hugdi við blíðum eygnabrái at hesi konu við umsorgan og kærleika eins og fingrarnir, ið undirsøktu kropp hennara.
?Ja,»segði hann , »tíðin er komin.?. Og hann legði afturat: »Tygum, frúa, vita skulu tygum, at tað er tann góði Guð, ið valdar øllum, ræður eisini í hesum førinum. Honum er heiðurin og æran, og tygum mugu taka við korunum sum tey eru, tí barnið kemur nú.?
Men kvinnan vildi treyðugt tiga. Hon kærdi sína neyð: ?Nær upprennur tann dagur, at vit fáa nakað burtúr úr tí? Vit stríðast og strevast tann líðilanga dag og fyri hvørjum? Ikki leypur so mikið av, at okkum unnist at fara at hyggja at einum filmi um vikuna. Hon gjørdist meiri og meiri ørkymla:»Tað einasta lívið ber mær er, at eg fái ein nýføðing fyri og annan eftir, altíð havi eg onkran á brósti, sum ger at megurð kemur í.?
Mister Matumbwe hugdi við eftirtanka upp á hana, áðrenn hann svaraði: ?Eg veit eina frálíka uppskrift: tak eina strokna skeið av turrmjólk og hálvaaðru teskeið av sukri, rør tað út í ein litur av kókaðum vatni, og hell tað í eina skoldaða fløsku at geva barninum fimm, seks ferðir um dagin. Frá møðrahjálpini fáa tygum lýsi fyri einki og reina appelsinvatu. Men sjálvandi er best fyri barnið at geva tí bróst.?
Brádliga skrýggjaði kvinnan aftur. Hetta var ikki róp, ið var merkt av sjálvsøkn, ið nært við sorgarljóð í sál hennara, men hetta vóru herðindi, verkir, ið píndu og nitu fast. Mister Matumbwe vendi sær móti Harry Napes: »Dansa nú harra Napes,»rópti mister Matumbwe. ?Fá hana at hugsa um okkurt annað. Leið tankarnar burtur frá teimum sváru kvølunum, hon er í. Tað er einki, sum vit kunnu geva henni fyri at linna um pínuna, einki annað uttan tygara framførsla. Geri tygara besta.....?
Gøtusjónleikarin hevði sett kollin á nakkan, so hann stóð upp í rógv og førkaði seg yvir hagar, so kvinnan kundi síggja hann; nú fór hann undir at gera ymiskar skemtiligar kropsrørslur, gálvaði og skellti til sin egna heimagjørda tónleik:?Da da diit-da-da, biddeli-da-di-o, biddeli-da-dum bumpa-pada?bum, dum, bum...?
?Hygg at honum, frúa, » segði mister Matumbwe við kvinnuna, »og tygum fara at síggja ein betri sjónleik enn í Palladium, tí hann er kongur ímillum gøtusjónleikararnar.?
Mattumbwe fór úr frakkanum og jakkanum og smoygdi upp um armar. Hann gníggjaði hendurnar inn í eu de cologne og fór í holt við at hjálpa hesum barni til verðina, sum nú skuldi síggja dagsins ljós. Skamt ífrá seyðraði regni niður. Stormurin ýldi í tí krunkasvørtu náttini. Áarføri pískaði tað vindbarda túnið. Hann segði við gøtuseljaran: ?Harra Konig, vilja tygum savna regn í hattin; vit mugu hava okkurt at vaska barnið í.?
Hann legði likam og sál í sítt arbeiði. Eyðmjúkur og kærleiksfullur stóð hann har undir tak-skegginunm hesa stormfullu regnnátt og tók ímóti hesum barnið. Hetta var hansara fyrsti sjúklingur. Fyri ikki at missa móti undir hesum ótespuligu umstøðunum, mutlaði hann medisinskar lærisetningar fram fyri seg á latíni: »Occipito dextra posterior... »Hetta kundi fyri hini eins væl verið ein latínsk messa.
Men mitt í soranum droymdi hann seg burtur. Tað lítla høvdið, ið kom undan var kolsvart. Júst í somu løtu hann sá hetta, var hann í Afrika og hetta var bert ein lítil partur av tí tali av smáum høvdum, hann skuldi hjálpa í verðina við sama kærleika og dugnasemi á tí hospitali, hann ætlaði byggja, har mammur skuldu koma væl undan uttan nakra sótt, fáa góðan mat og verða væl røktar, tí fávitska og øll sjúka skuldi ruddast út.....
Bom-bommelom-bom hej-di-de-lej... ?sang gøtusjónleikarin, trampaði, skellti, gálvaði og blunkaði við sínum frekku eygum sum ein íspegil; í tí eini løtuni dansaði hann hula, tí næstu dansaði hann skotskan svørðdans, og við eitt var tað boogie. Rytmurnar rungaðu í oyrunum á mister Matumbwe eins og villskógartrummur, sum hann mintist tær frá sínum barnaárum heimanífrá, áðrenn hann varð sendur til trúboðanarstøðina úti við strondina.
Tætt við síðuna av stóð Moshe Konig við hatti sínum fullum av regni. Sam Boles stóð og hugdi at ræðslusligin og bebbaræddur.
Hvussu svár í pínan var, og hvussu fast tað neit, fekk Anna Boles ikki eyguni av tí trampandi, hoppandi skepilsinum á pakhússkránanum og tí stóra, margháttliga skugganum í dansaði undir tí einligu gulu útilyktini.
Mister Matumbwe, mister doktor Matumbwe brúkti alla sína vitan og legði alla sína sál og vilja í at hjálpa kvinnuni, men ein løta kom, hvar alt vónloysið sýntist at gera støðuna torføra. Ikki tordi hann at føra amboðini, sum hann hevði, ov langt inn. Nú vóru góð ráð dýr.
?Ba- de- ladiit- cha!»brølaði sjónleikarin, leyp høgt í loft og smelti halarnar saman. Bi- du- di -cha!»Hann leyp til síðis og smelti halarnar aftur saman. ?Hoy!»skríggjaði hann og fleyg upp í loft sum ein balletdansari í eini entréchat. Men júst sum hann aftur fekk fast undir fótum, kom hann í ein hyl og gleið. Hann fór barlangur afturav, við sveiggjandi ørmum og við hondunum flagsandi sum ein lambskotin ær, datt hann á dintilin. Spruttið frá honum var so øgiligt. Næstan sum brim við sjóvarstrond á vetrardegi.
?Puha, dekan í fari ikki!? brast út úr honum. ?Hetta er sum ein gløtt skoytibreyt!?
Kvinnan Anna lá í skellilátri , hon læi ein tippan látur, hon hevði ongantíð sín dag sæð nakað so skemtiligt, og barnið stoyttist út úr móðurlívinum í einum dragandi útsúði. Tað boðaði frá við einum lítlum, fittum ljóði, einum skrýggi, sum fór ígjøgnum láturin, sum staraflokkur yvir grønan hógv.
Mister Matumbwe gjørdi tað, sum var neyðugt, so tók hann barnið, og lyfti tað varliga og hátíðarliga uppfrá, sum hetta var eitt offur. Hansara vakra rødd rungaði í pakkhúsinum aftanfyri, tá ið hann mælti.
?Sí, sí!? rópti hann. ?Undrið?.
Tá ið hini hugdu upp, sóu tey ikki annað enn ein reyðan, rukkutan ómetaliga misháttan nýføðing. Tey fataðu ikki tað, ið tann svarti maðurin talaði um, tað undrið, tað er at taka ímóti lívið , sum gongur hond í hond eins og glóð í eimi, sum ígjøgnum øldir hevur andað á ævinnar fýrstaði. Hetta sum her fór fram, var bert ein partur av hesum, sum honum var lagað at vera við til.
?Drongurin má verða ballaður í okkurt heitt,? lat í Moshe Konig. Næstu løtu stóð hann á høvdinum niðri í knýtinum og rótaði. Kom upp við einum plaggi - einum flonelsnáttkjóla, sum hann varliga og blíðan legði um barnið, meðan mister Matumbwe tók sær av mammuni og hjálpti henni til sættis. So tók gøtuseljarin tað hvíta líni, sum barnið var sveipað í, burtur frá enninum og legði tað skríggjandi í fangi á mammuni. Gøtuseljarin stóð aftur á høvdinum niðri í knýtinum og kom upp aftur við einum gullsummarfugli, á einari klænari nál og legði tað við síðuna av barninum. Rættari sagt, var hetta ein summarfuglur, sum var skorin út úr papírtunnum kopar og eyguni vóru blankir steinar í skygdu sum gimsteinar í tí gula ljósinum frá útilyktini. Kamparnir vóru hárfínir træðrir, ið dandaðu sum bókablað, meðan barmurin á mammuni bylgdist upp og niður. Men tað gula skerið frá lyktini gjørdi, at henda leikan skygdi sum gull.
?Øh, lat meg siga tær,? segði Sam Boles, ?vit eiga ikki sýru í vegg, so vit eiga ikki eitt klovið oyra at gjalda við....?
Moshe Konig boygdi seg niður yvir tey bæði, sum lógu á sekkunum, hugdi at teimum við alvarsamum smíli og rørdi við leikuna, so hon darraði og skróðaði við veingjunum. ?So- so,? segði hann,?hvør hevur biðið um nakað??
Men Boles var illgrunasamur. Hann hugdi illfrýntur upp á menninar: ?Hvat rokna tit við??
Mister Matumbwe hugdi upp, tá ið hann hoyrdi spurningin og hansara alvarsama eygnabrá aftan fyri gullbrillurnar festi seg við gøtusjónleikaran, sum nú var komin nærri fyri at síggja nýføðingin. Hann grein við sínum nasvísa, tannleysa smíli og gøtuseljarin boygdi seg longur niður yvir sekkjadungan, meðan hann fanglaðist við tað gyltu, skróandi leikuna, og brádliga kendi tann svarti maðurin seg fyltan av eini gleði av aðrari verð, eini frøi, sum ikki var av hesum heimi.
?Einki!? segði hann hvatliga,? als einki. Tak ímóti øllum tí, sum er veitt tykkum av hægri maktum. Tí mínir harrar, vita tit ikki hvør henda náttin er??
Teir stardu upp á hann. Barnið helt uppat at gráta. Illveðrið batnaði. Vindurin legði seg, og tað bleiv longri ímillum ælini.
?Tað er trettanda kvøld jóla. Minnast tit ikki orðini í 2. kapitul í Matteusar evangelium??
Men tá ið Jesus var føddur í Bethlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum ........ og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir:?Farið avstað og sóknist væl eftir barninum...
Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var.
Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir.
Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru.....?
Moshe Konig vendi sær móti tí svarta manninum við sínum sorgblíða, vituga eygnabragdi og spurdi: ? Hvat er tað tygum royna at siga okkum, mister Matumbwe lækni.?
Mister Matumbwe svaraði við kvøllari rødd: ?Bert tað, at í nátt er nakað stórt og undrunnarsamt hent; eitt barn er føtt. Tí einki menniskjabarn kemur til verðina, uttan tað er av Jesu likami, uttan at tað við komu síni er av skaparans lyndi í reinleika og rættvísi, eigir lut í Jesu anda.? Men hann gjørdist spakmæltari og helt á fram lágmæltur: ? Og síggja tit, og kanska var tað gott, at vit komu higar við gávuni til hansara. Tí hvør kann siga, at vit ikki vóru teir tríggir kongarnir, sum komu eystanífrá og fylgdu stjørnuni, sum leiddi os higar??
Kvirran var brotin av einum tungum suffi frá Moshe Konig, í hvørs høvdi og hjarta tær gomlu halgisøgurnar og profetarnir rørdu seg.
?Åh ja, tað kann væl verða, mínir harrar,? helt Matumbwe, ? tí Tygum, harra Napes, er ein kongur, kongur ímillum gøtusjónleikarum, ein kongur frá Eastchapel, er tað ikki satt? Og sjálvt navn tygara, harra Konig, merkir jú ?kongur?.... Hansara glaða, reinlynta smíl brosaði teimum á møti.
Skemtifimleikarin flaknaði av látri.?Og hvør er so kongur nummar trý?? spurdi hann og nikkaði ímóti tí súra ørvitisknokkinum Boles.?Tað kann ikki vera hann við hasum glaða skortinum??
?Á nei,? segði Matumbwe.?Eg eri tann triði.?
Moshe Konig suffaði aftur:? Àhhhhh ja. Soleiðis má tað verða. Bert kongar og gýðingar bera so stóra tign innast í barmi, at teir aldri taka sær tykni av hesum.?
?Ja,? tók mister Matumbwe uppaftur, ?eg haldi, at vit eru teir sonnu tríggir kongarnir úr eystri, sum eru komnir higar við okkara gávum, gulli, roykilsi og myrru.?
Nú tók mister Matumbwe at vaksa og umgyrdur av tignarligum vakurleika. ?Lat meg siga tykkum,? greiddi hann frá, ?at heima í egna landi mínum í norðara parti av Negeria eri eg Matumbwe kongur tann fyrsti, tí min høgt elskaði og æraði faðir, Nkukawa, er fyri stuttum deyður heima, meðan eg var í fer at fáa útbúgvingina frá hondini. Men eg havi avgjørt, tá ið eg fari heimaftur, skal eg ikki vera kongur, men mister Matumbwe, útbúgvin lækni frá tí medi-sinska læristovninum við lærda háskúlan í London, tí tað heitið er mær kærast og tí eri eg errin av.
Ein fremmand rødd hoyrdist knappliga. ?Hov, hvat er á vási her?? Teir vendu sær allir á og hugdu at løgreglumanninum, sum stóð har í hjálmi og tí blanka svarta regnmøttlinum - leiftrandi av vætu undir tí einligu útilyktini við skúrin tætt at goymslubygningin.
Umbroytingin helt uppat. Tað fjara ljóðið av kongaligum paukum og trompetum doyði burtur. Mister Matumbwe tók til orðannna og greiddi í nýtum orðum frá sum lærdur afrikani á esnkum vegna øll: ?Her hevur ein kvinna júst átt eitt barn. Eg eri útbúgvin lækni og havi givið henni tað neyðugu hjálpina, væl hjálptur av hesum góðu monnunum. Móðir og barn hava tað frálíkt, men eg má mæla til, at tey koma á sjúkrahúsið beinanvegin. Høvdu tygum kunnað ringt eftir einum sjúkrabili.....?
Løgreglumaðurin skrivaði niður tað, sum var hent; sjúkrabilurin var á veg. Knýtið hjá Moshe Konig varð rubbað aftur; Harry Napes setti kollin aftur á høvdið við tútinum niður í pannuna og smoykti kragan upp um hálsklútin. Mister Matumbwe skifti ham. Fór aftur í tann brúna regnfrakkan, sum ein lítisverdur afrikanskur lesandi og setti gullbryllurnar aftur á nøsina. Sam Boles stardi niður á teir frá tí høga skráninginum, sum ein súrsokkur og illgrunasamur, tí hann vildi ikki trúgva tí, at hann slapp snikkaleysur frá hesum uttan at gjalda fyri alt tað, hann hevði fingið.
Við veipandi ørmum vendi Napes sær til mister Matumbwe og segði: ?Ná ja, so góðanátt, meistari. Tú ert ikki so galin.?
Moshe Konig tók knýtið á bakið og stakk hondina undir fetilin. Hann segði: ?Guð vælsigni tygum, mister Matumbwe lækni. Tygum eru mætari enn nakar kongur.?
Mister Matumbwe smíltist eitt sindur fjáltraður.? Meina tygum tað? Sum tað er vakurt av tygum at siga tað.? Hann hugdi at kvinnuni við barninum og tí gylta summarfuglinum, og minti hana á uppskriftina um mjølkina til barnið, sum hann gav henni.:? Hon er alneyðug, men síggja tygum onkran útveg fyri tí, frúa, so er bróstamjólk tann allar besta. So góðanátt, og góða eydnu....?
Teir tríggir menninir trinu undan takskegginum út í ta stummu náttina, meðan regni stillisliga datt niður á tað steinsettu gøtuna og fóru hvør í hvør sítt herðashorn.