nevndin í ÆGIR á ymiskan hátt hevur savnað pening til sítt arbeiði, ikki minst við so trúfast at selja kaffi í sambandi við heimadystirnar hjá KÍ, skipa fyri køku-/mattombola, ymiskari sølu á Norðoyastevnu [...] bestu svimjitíð vegna umvælingar. Um høllin krevur ábøtur, so ein innilig áheitan á býráðið, gott í tykkum, takið ÆGIR við upp á ráð, so arbeiðið kann gerast í besta forstáilsi. Sambært tilmeldingarlistanum [...] Klaksvík um vikuskiftið. Hetta er afturvendandi kapping, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Klaksvík á hvørjum vári. Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til heiðurs fyri Svimjifelagið ÆGIR
punktum til 7-0. At Símun Petur yvirhøvur var við á besta liðnum, komst av fólkatroti. Ein rúgva av gøtufólki hevur verið seingjarliggjandi síðstu dagarnar. Á Fiskavirkinum skuldu teir hava 70 fólk til arbeiðis [...] n og Pól Ennigarð heldur ikki eru tøkir. Johan Nielsen hevði Rúna Joensen í málinum, í miðverjuni vóru Svend Olsen, Hjalti Dalheim og Jan Skoradal, Leivur Hansen og Súni Olsen vóru í borðunum, á miðvøllinum [...] útselt. Hjá Royn var Eirikur Hammer í málinum. Í verjuni vóru Torstein Thomsen, Pól Poulsen, Magnus Næs og Róin Schröder, á miðvøllinum vóru Milan, 17 ára gamli Frits Eið, Tóroddur Niclasen og Njálur Niclasen
havnað eitt remistilboð fyrr í talvinum, men tók av, tá John beyð remis á øðrum sinni. 1. bólkur. Í 1. bólki er Pól Martin Hanse úr KT á odda við 4,5 stigi. Hann vann ídag toppdystin ímóti Finnbjørn Vang úr [...] betri, og flestu tykjast at vera á einum máli um, at hann hevur góðar møguleikar at vinna. (Sí talvið í aðrari grein) Tapir John Arni verður Heini Olsen einsamallur á odda í landsliðsbólkinum. Heini vann [...] vann í dag trygt móti Tummas Martini Anthoniussen - hetta var fjórði sigurin á rað! John Rødgård mátti aftur í dag taka til takkar við javnleiki. Mótstøðumaður hansara, Eyðun Nolsøe, hevði ein lítlan fyrimun
størsta álvarsmál at loysa her á landi ? nú stutt áðrenn aldarskiftið. Aftur og aftur hava vit hoyrt um ynski býráðsins um fleiri skeinkiloyi, drúgv prát hava verið við Per og Pól um rættleikan av hesum, og [...] og skinið hevur ígjøgnum, at landsstýrismaðurin á økinum er illavorðin, tí hann ikki vil geva rúmari ræsur fyri hesum altoyðileggjandi eitrinum. Eitt ár er liðið síðani táverandi skúlalæknin í Suðurstreymi [...] nýtti skúlalæknamálið sum dømi um, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, tær tykir vera rætt. Eg vísti á, at undirritaði sum býráðslimur, bæði við at seta uppskot fram, og við at nýta mínar møguleikar annars
beint upp í loft. Tá hann kom niður aftur, fekk ein TB-ari fótin á hann, men eisini hann kiksaði sparkið hjá sær, Tomislav Sivic fekk fatur á bóltinum og javnaði til 1-1. Ikki sannførandi Tað var í lagi eftir [...] Petersen og Jákupi á Borg fekk lítið munagott burturúr, og tá teir fingu bóltin, høvdu teir betri hug til at royna seg sjálvar, heldur enn at samstarva. Í seinna hálvleiki kom Rógvi Larsen á vøllin, og hann [...] men nógv bendir á, at ótrygga tilveran hjá liðnum av Tvøroyri er av fyri hesu ferð. Liðið hevur nú spælt saman í nøkur ár uttan tær stóru broytingarnar, og um tað ber til at halda upp á fólkið, kann TB
sovandi ella við aðrari ella báðum ørmunum á rygginum. Tað varð aftur staðfest, tá vágbingar vóru í Gøtu sunnudagin. Tá hálvur tími var eftir, var heimaliðið á odda 3-0, og spurningurin var heldur enn hvør [...] skert, tí smáskaddu Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Pól Ennigarð og Søren Skov Jørgensen vóru ikki við, fekk tvey mál fyrra umfarið. Súni Olsen setti hol á, eftir at Heini Heinason hevði vunnið takling, tá [...] hjá gøtumonnum, um teir høvdu verið orsøkin til, at oyggjafelagarnir á Toftum soleiðis høvdu verið noyddir at traðka eitt stig niður á stiganum, og aftur høvdu verið noyddir at fara inn til Gøtu at spæla
ng, síðani vit fingu limaskap í teimum stóru altjóða fótbóltssamgongunum. Næsta EM-endaspæl verður á sumri ár 2000, og eru tað Holland og Belgia, sum í felag skipa fyri. Landsliðið skal í ár spæla fimm [...] EM-undandystir, har av bert tann eini er heimadystur. Tann fyrsti av hesum fimm dystunum verður 4. juni á útivølli móti Estlandi, sum eitt skert føroyskt lið 6. august í fjør vann 2-0 ímóti í vinardysti ? í [...] Rasmussen. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur nú givið 23 spælarum boð um at møta til venjingarlegu á Svangaskarði mánadagin tann 11. mai. Legan er liður í fyrireikingini til fyrsta EM-undandystin í Estlandi
verið skaddur í lærkrikanum. Rói Árting er við aftur, eftir at hava búð fleiri ár á flatlondum, og hann kappast um pláss á miðvøllinum saman við Rúna Nolsøe, Inga Rasmussen, Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen [...] Millum teirra, ið kunnu spæla í landskappingini fyri fyrstu ferð á B36 liðnum, eru Rógvi Larsen, sum er komin úr ÍF, Bjarni Prior úr FSVágum, Pól Thorsteinsson úr VB og Jákup Martin Joensen, sum er komin úr [...] verið at brúka hann í miðverjuni. Men hann hevur ikki vant við B36, og hann er ikki vanur við at spæla á graslíki, so tað er neyvan sannlíkt, at hann verður við í morgin, sjálvt um tað skuldi hent, at hann
vinstru síðu á miðjuni. Av tí sama fór John Eystberg inn á plássið hjá Milanovic mitt á miðjuni. TB trýsti VB langt aftur á vøllin, men tað vóru kortini vágbingar, sum fingu fyrsta málið, sum Mikael á Lágabø [...] úr høgru frá Dan Djurhuus. Leikferðin var høg á Sevmýri leygardagin, og sólin bakaði, so tað fyri føroysk viðurskifti gjørdist sera heitt hjá spælarunum á vøllinum. Serliga móti endanum vóru menn troyttir [...] spenningurin hvarv ongantíð úr dystinum. VB byrjaðu varligari enn TB. Vágbingar lógu aftarlaga og lúrdu upp á kontraálop, meðan TB sum heimalið skuldi skapa dystin. Dysturin var bert góðar tíggju minuttir gamal
fyrsta stignum á árinum. Teir í B36 vóru betri upplagdir fyrra umfarið, tá teir høvdu góðar eftiransingar, royndu at halda høga ferð og megnaðu at skipa samanspælið væl á miðvøllinum, har Pól Thorsteinsson [...] at miðverjan hjá KÍ spældi væl. Jan Andreasen hevði gott tamarhald á John Petersen, og Kurt Mørkøre var tryggur á aftasta skansa. Jákup á Borg var við síðuna av John Petersen í B36 álopinum, men hann var [...] stútað innlegg niður fyri føturnar á honum. Men Gunnar á Steig bjargaði sera væl. Hin royndin var úr eitt sindur spískum í vinstru, men eisini ta ferðina var KÍ málverjin á rætta staðnum røttu løtuna. Heimaliðið