Gøtumenn lógu í songini

Fótbóltur: Bæði arbeiðspláss og fótbóltslið hava verið plágað av sjúku síðstu vikuna

GÍ-Royn 7-0 (1-0)

Heini Heinason, sum hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss í álopinum á besta liðnum hjá GÍ, setti seg sjálvan fleiri bátslongdir fram um kappingarneytarnar, tá hvalbingar vitjaðu í Sarpisgerði.

GÍ vann 7-0, og Heini Heinason skoraði ikki færri enn fýra mál. Hann gjørdi málið í fyrra hálvleiki, og hann skoraði til 3-0, 4-0 og 6-0. Magni Jarnskor økti til 2-0, Svend Olsen til 5-0, og Símun Petur Justinussen, sum annars hevur boðað frá, at hann er givin at spæla, var við síðsta korterið. Hann var í álopinum, og setti punktum til 7-0.

At Símun Petur yvirhøvur var við á besta liðnum, komst av fólkatroti. Ein rúgva av gøtufólki hevur verið seingjarliggjandi síðstu dagarnar. Á Fiskavirkinum skuldu teir hava 70 fólk til arbeiðis fríggjadagin, men tjúgu vóru so mikið plágað av influensu, at tey kundu ikki koma, og hetta sást eisini á manningini hjá Gí sunnudagin.

Sunnvard Joensen, Pauli Jarnskor, Erland Tvørfoss, og Jóan Petur Olsen vóru sjúkir, og tað kom illa við, tá Sámal Joensen, Janus Rasmussen, Rúni Justinussen og Pól Ennigarð heldur ikki eru tøkir.

Johan Nielsen hevði Rúna Joensen í málinum, í miðverjuni vóru Svend Olsen, Hjalti Dalheim og Jan Skoradal, Leivur Hansen og Súni Olsen vóru í borðunum, á miðvøllinum vóru Samson Nesá, Magni Jarnskor og Magni Jacobsen, og Henning Jarnskor var á toppinum saman við fýra mála skjúttanum Heina Heinason.

Synd er at siga, at Rúni Joensen fekk høvi at vísa, at hann er nóg góður til at verja málið í 1. deild. Hvalbingar, sum løgdu mesta dentin á at verja og í 1. hálvleiki megnaðu hetta so mikið væl, at bara eitt mál fór ígjøgnum, royndu bara eina ferð móti málinum hjá GÍ, og tað skotið varð kom næstan av miðjum vølli.


Orkan gekk undan

Hvalbingar stóðu seg væl í bólkaspælinum í fjør. Teir royna at samla seg um landskappingina í ár, og so taka teir bólkaspælið, sum tað kemur.

Eftir steðgin dragnaðu eftiransingarnar, og tá GÍ fekk trý mál fyrstu tjúgu minuttirnar eftir hvíldina, var útselt. Hjá Royn var Eirikur Hammer í málinum. Í verjuni vóru Torstein Thomsen, Pól Poulsen, Magnus Næs og Róin Schröder, á miðvøllinum vóru Milan, 17 ára gamli Frits Eið, Tóroddur Niclasen og Njálur Niclasen, og í álopinum vóru Sasha og Ingi Mortensen, sum júst er byrjaður at venja.