Meistararnir vóru kroystir síðstu løtuna

Fótbóltur: Ferðmikið í Klaksvík, har B36 misnýtti brotsspark og fekk mann riknan av vøllinum

Sum dagur og nátt. Tað er boðskapurin, eftir at FM vinnararnir úr B36 fóru úr Klaksvík við fyrsta stignum á árinum.

Teir í B36 vóru betri upplagdir fyrra umfarið, tá teir høvdu góðar eftiransingar, royndu at halda høga ferð og megnaðu at skipa samanspælið væl á miðvøllinum, har Pól Thorsteinsson hevði Ronnie Samuelsen og Mikkjal Thomassen afturat sær.

Kortini gjørdist tað sjáldan vandamikið. At tað ikki gjørdist vandamikið so ofta komst ikki minst av, at miðverjan hjá KÍ spældi væl. Jan Andreasen hevði gott tamarhald á John Petersen, og Kurt Mørkøre var tryggur á aftasta skansa. Jákup á Borg var við síðuna av John Petersen í B36 álopinum, men hann var ikki serliga eyðsýndur hesa ferð.


Møguleikarnir

Fyrra umfarið vóru ikki so ógvuliga nógvir málmøguleikar. Tomislav Sivic, sum var ógvuliga framrættaður í vinstra borði, har hann spældi yvirfyri Harley Bertholdsen, hevði ein stóran møguleika, eftir at John Petersen hevði stútað innlegg niður fyri føturnar á honum. Men Gunnar á Steig bjargaði sera væl. Hin royndin var úr eitt sindur spískum í vinstru, men eisini ta ferðina var KÍ málverjin á rætta staðnum røttu løtuna.

Heimaliðið hevði bara ein upplagdan møguleika fyrra umfarið, men tað var vorðið sum møguleiki: Harley Bertholdsen legði innfyri úr høgru, og tað eydnaðist Rógva Jacobsen, sum hesa ferð mannaði álopið saman við Zoran, at temja framvið Egini Høgnesen, og so var málið opið, men ungi maðurin smekkaði í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr.


KÍ trýst og ársins mál

Tað er afturvendandi og næstan vanligt, at klaksvíkingar hava ilt við at koma í gongd á heimavølli ? bæði teir á vøllinum og teir kring girðingina! Soleiðis var eisini sunnudagin, men beinanvegin í 2. hálvleiki sást, at hugburðurin var meiri sannførandi.

Tí kom tað sum køld pøs av vatni fyri klaksvíkingarnar, tá B36 sjey minuttir inn í umfarið setti hol á, og málið tolir væl at vera evni til ársins mál:

Eftir innlegg úr vinstru frá Arnbirni Danielsen tveitti John Petersen seg fram og stútaði í málið aftanfyri Gunnar á Steig ? sera vakurt, og næstu fáu minuttirnar var tað sum um KÍ var skelkað, og B36 hevði hug at seta seg á teir.

Men í fótbólti skal ofta lítið til, og eftir at KÍ fimm minuttir seinni hevði javnað bylgjaði tað ofta við høgari ferð millum málini. Heimaliðið hevði fleiri upplagdar møguleikar, men B36 fekk tann størsta.

Tá KÍ javnaði var tað eftir uppspæl í høgru, sum Arnold Joensen og Harley Bertholdsen stóðu fyri, eftir B36 bólttap á miðvøllinum. Tríggir verjuspælarar vóru kring Rógva Jacobsen, men teir lótu hann seta krúllin undir bóltin, og Egin Høgnesen var fangaður á skeiva beininum.

Millum møguleikarnar hjá KÍ vóru fleiri til Rógva Jacobsen. Eina ferð var talan um hálvkiksað stút eftir innlegg frá Harley Bertholdsen, og eina ferð bjargaði B36 verjan á strikuni, eftir at Egin Høgnesen í fyrsta umfari hevði hálvbjargað roynd frá Arnoldi Joensen úr spískum.

B36 roynir seg í ár við flatari verju. Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior eru einsamallir í miðverjuni, og tað var um reppið, at teir tvær ferðir í 2. hálvleiki vórðu sektaðir fyri miseydnaðar rangstøðufellur.


Brotssparkið

Størsta møguleikan av øllum fekk John Petersen hjá B36. Støðan var 1-1, tá B36 fekk brotsspark, men John gleið í tí hann royndi at skjóta, og so fór bólturin langt omanfyri málið hjá Gunnari á Steig.

Klaksvíkingar vóru sera misnøgdir við dómin. Teir mettu, at Jákup á Borg, sum var púra leysur og hevði góðan møguleika at skora, hevði sent kúluna móti málinum, áðrenn talan var um nakra kropskontakt við verjuspælaran, sum var sektaður við brotssparki fyri ryggskumpið.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki skifti Tomislav Sivic seg sjálvan út við landsmannin, sum júst er komin til landið. Tað virkaði ikki serliga sannførandi, tí nýggi maðurin kennir ikki liðfelagarnar, og hann er ikki vanur at spæla á graslíki. At ein av ungu monnunum hjá B36 í síðstu løtu megnaði at fáa tiltuskað sær annað gula kortið var ikki serliga rutinerað, serliga tá hugsað verður um, at hann fekk tað fyri at vísa sína misnøgd við fríspark.