B36 vil hava fatur á sofaveljarunum

Fótbóltur: Bæði liðini eru væl fyri undan fyrru uppgerðini um høvuðsstaðin

Hvørki teir í B36 ella teir í HB hava nakað ímóti, at fyrra innanhýsis uppgerðin millum grannarnar verður avgreidd longu í morgin. Hetta halda teir vera eina góða markering fyri viðhaldsfólkunum um, at nú er rættuligur álvari komin í.

Heldur ikki kassameistarin hjá B36, Kjartan Mohr, hevur nakað ímóti at HB er fyrsta mótstøðuliðið í landskappingini, men hann ásannar, at tað kann gerast ein fíggjarligur missur:

? Um kappingin hevði verið nøkur umfør gomul, og tað hevði havt víst seg, at bæði vit og HB lógu væl fyri, so høvdu fleiri áskoðarar komið. Nú kann tað henda, at tey ivasomu sita við hús. Vit eiga dystin, og vit vóna sjálvsagt, at »sofaveljararnir« koma niðan at stuðla bæði okkum og HB, sigur Kjartan Mohr.


Jugoslavin raktur

av verkfalli

Hjá HB rokna teir við, at allir spælararnir verða tøkir. Einasta ivamálið er Andrew av Fløtum, sum higartil í ár hevur mannað álopið saman við nýggja manninum, Súna Fríða Johannesen. Andrew hevur verið skaddur í lærkrikanum.

Rói Árting er við aftur, eftir at hava búð fleiri ár á flatlondum, og hann kappast um pláss á miðvøllinum saman við Rúna Nolsøe, Inga Rasmussen, Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen.

Hjá B36 eru allir spælararnir tøkir, sum hava vant við. Millum teirra, ið kunnu spæla í landskappingini fyri fyrstu ferð á B36 liðnum, eru Rógvi Larsen, sum er komin úr ÍF, Bjarni Prior úr FSVágum, Pól Thorsteinsson úr VB og Jákup Martin Joensen, sum er komin úr EB/Streymi og hevur vant við besta liðnum hjá B36.

Ætlanin hevur verið, at ein jugoslavi, Ninoslav Milenkovic, skuldi styrkja um verjuna hjá B36. Avtala er gjørd, og loyvisbrævið er í lagi, men verkfallið í Danmark hevur gjørt, at jugoslavin er ikki komin til landið. Hann er stórur og sterkur, og ætlanin hevur verið at brúka hann í miðverjuni. Men hann hevur ikki vant við B36, og hann er ikki vanur við at spæla á graslíki, so tað er neyvan sannlíkt, at hann verður við í morgin, sjálvt um tað skuldi hent, at hann kom til Føroya í dag.

B36 og HB hava ikki spælt ímóti hvørjum øðrum í ár. Í fjør var B36 FM vinnari, men tað var bara móti HB, at teir taptu. HB vann báðar landskappingardystirnar. 3-2, tá B36 hevði heimavøll, og 1-0, tá HB átti heimavøllin.