framferðini, og tað sást langan veg, at teir ikki taka undir við slíkum. ÍF vann trygt Um sjálvan dystin kunnu vit siga, at tað var ÍF a, sum var tað betra liðið. Sørvingar voru annars betri mannaðir enn vanligt [...] Annar dysturin í høllini sunnudagin var millum ÍF a og SÍ. Hesin dysturin átti ikki at vera leiktur hetta kvøldið, men var av eini ella aðrari orsøk fluttur. Tað er sum so einki óvanligt í tí, at dystir [...] at hann kundi leikast, sum fyrsta ?etapa? av tveimum hjá SÍ. Teir høvdu ein útsettan dyst móti Mjølnir í Klaksvík seinni fríggjakvøldið og tískil skuldu teir klára bátin yvir um Leirvíksfjørð um níggjutíðina
ongantíð ivi um hvøn veg sigurin fór. Mjølnir vann triðja sett 15-11 og harvið dystin 3-0. Mjølnir hevur nú tryggjað seg niðureftir og kann ikki verða fingið aftur av ÍF b, uttan at okkurt heilt løgið hendir [...] Sørvingar høvdu, sum nevnt omanfyri, júst spælt móti ÍF a í Kambsdali, og tí kundi væntast at teir vóru ikki sørt troyttir, tá teir fóru á vøllin móti Mjølnir. Vóru teir tað, so dugdu teir væl at dylja tað fyri [...] meistari í fjør. Móti endanum á fyrsta settið eydnaðist tað tó Mjølnir at sleppa so mikið framum SÍ, at teir vunnu settið, sum endaði 15-13 til Mjølnir. Annað sett var skjótt avgreitt. Trygvi Poulsen fór út á
FLEYR-SÍ 3-1 (15-8, 15-3, 10-15, 15-4) Eftir at hava leikt og vunnið lættliga á Mjølnir leygardagin fekk Fleyr sunnudagin vitjan av SÍ. Hetta var meira at meta, sum ein avgreiðsluspurningur, enn dysturin [...] innaftur og hjálpti Jan Hentze í álopinum. Settið endaði 15-4 til Fleyr, sum sostatt helt sambandið við ÍF a í toppinum. Sum nevnt aðrastaðni er munurin millum liðini í toppinum, nú bert trý stig, men tað er [...] er heilt vist, at tað skulu aðrir ?bollar á suppuna? um Fleyr skal gera sær nakrar vónir um at basa ÍF a og Fram í stríðnum um meistaraheitið.
gongd, um Mjølnir vann fyrsta sett. Henda spurning nýtist okkum ikki at seta, tí hann verður ikki svaraður kortini. Tað var Mjølnir, sum byrjaði best, og teir vóru rættuliga fitt frammanfyri ÍF a. Trupulleikin [...] hevði við sær, at ÍF trumlaði framvið teimum í øðrum settið. Trygvi Poulsen, leikandi venjari hjá Mjølnir var ikki serliga væl nøgdur við hetta settið, tí tað vísir trupulleikan, sum Mjølnir hevur. Tá tað [...] sær, men tað var kortini ikki nóg mikið. ÍF a-maskinan koyrdi nú, sum hon átti og tað fekk Mjølnir einki gjørt við. ÍF legði seg væl framum, men klaksvíkingar royndu av øllum alvi, at hanga í hølunum á
FLEYR-MJØLNIR 3-0 (15-13, 15-5, 15-6) Eftir at ÍF a hevði tapt fyri Fram hóskvøldið var týdningarmikið hjá Fleyr at vinna dystin móti Mjølnir, um liðið skal gera sær nakrar vónir um at vinna meistaraheitið [...] stig inn á oddaliðið ÍF a, og tað ger kappingina eitt sindur meira opna, hóast nógv skal henda, um ikki ÍF skal gerast meistari. Samanspælið manglar Dysturin leygardagin vísti, at Mjølnir er í trupulleikum [...] meistaraheitið frá ÍF. Undanfarnu dystirnir móti Mjølnir hava verið ógvuliga ólíkir. Fyrra dystin í Havn vann Fleyr uttan nakran trupulleika yvirhøvur, men dysturin í Klaksvík gjørdist ein gysari, tá til stykkis
ÍF a-Mjølnir 3-0 (15-10, 15-12, 16-14) Sum tað stendur at lesa omanfyri, so er ÍF a á tryggari kós á beinari kós eftir FM-heitinum hjá monnum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Mjølnir, sum í ár hevur verið [...] stig frá ÍF a. Mjølnir var frammanfyri 9-5, men so kom stígur í. Fuglfirðingar vaknaðu úr sigursrúsinum leygardagin og teir vunnu settið 15-10. Tað vil siga, at ÍF a fekk tíggju stig meðan Mjølnir bert fekk [...] tað munti. ÍF a vann settið 15-2 og tað er ikki eiti á avsmurningur. Mjølnir hevði trupulleikar av móttøkuni og fingu tískil einki skipað álopsspæl í gongd. Hinvegin helt ÍF fast í tí endanum teir fingu
støðu, at teir ikki sjálvir kunnu vinna meistaraheitið, men skulu hava hjálp frá antin ÍF b ella SÍ til at steðga ÍF a. Um tað fer at eydnast fáa vit at síggja. [...] Mjølnir-Fleyr 1-3 (7-15, 6-15, 15-6, 16-17) Vinna fuglfirðingar ikki meistaraheitið í flogbólti í ár, so er bara ein annar møguleiki. Hann er, at Fleyr vinnur meistaraheitið. Men fyri at tað skal henda [...] sigurin fór enn úrslitið sigur, tí tað var um reppið at dysturin endaði sum ein fimm settari í staðin. Mjølnir hevði nevniliga settbólt í fjórða settið, og hevði tað eydnast teimum at vinna tann bóltin er ikki
teimum bara at vinna á ÍF b. Teir skuldu eisini vinna á eitt nú Mjølnir og tað fóru teir neyvan at gera. Og hvat gera teir? Jú teir gera okkara orðum til skammar við júst at vinna á Mjølnir. Bragd? Eftir øllum [...] SÍ ? Mjølnir 3-1 (11-15, 15-5, 15-8, 15-11) Einaferð var tað ein vísur maður sum segði, at tað var torførast at spáa um framtíðina. Hann mundi vita sum var, at tað var rætt sum hann segði, og tað fer neyvan [...] Teir lobbaðu bóltarnar yvirum og tað megnaði SÍ einki at gera við. Fyrsta sett endaði tí við, at Mjølnir vann 11-15. Jón Nielsen vaknaði Sørvingar hava ein ótrúliga góðan spælara í Jón Nielsen. Tá hann
dystirnir vórðu leiktir leygardagin, meðan finalurnar vórðu leiktar sunnudagin. Mjølnir heldur á Seinasta ár gjørdi Mjølnir slætt borð tá tær vunnu allar steypakappingarnar umframt at tær gjørdust meistarar [...] Leygardagin spældu tær seg í finaluna, har tær skuldu hitta vertirnar úr Fleyr. Tann dystin vann Mjølnir rættuliga greitt. Settúrslitini gjørdust 21-15 og 21-16, so her var talan um veruligan mun á liðunum [...] leikararnir skuldu suður um fjørðin aftur. Kollfjarðakvinnur vunnu 2. deild hjá kvinnum. Tær hittu StÍF í finaluni, og har var eingin ivi. Kollfirðingar vunnu 21-14 og 21-18 og tískil finaluna 2-0.
dystinum skulu spæla móti meistarunum úr ÍF. Bara 5 lið hjá kvinnum Hjá kvinnunum endaði árið í fjør við, at Mjølnir gjørdist meistari. Men ikki nóg mikið við tí - Mjølnir vann eisini allar steypakappingarnar [...] TB og Mjølnir klokkan eitt, og tann dysturin verður í høllini í Trongisvági. Sama dag spæla ÍF og Dráttur á Kambsdali og tann dysturin byrjar klokkan 15. Hjá monnum verða tveir dystir leygardagin ÍF og Fleyr [...] liðini stremba eftir at klára seg líka væl sum tey gjørdu seinasta ár. ÍF neyvan aftur í ár Hjá monnum endaði kappingin í fjør við, at ÍF úr Fuglafirði gjørdist meistari. Sum árið leið var tað ikki so løgið