Tað eydnaðist hjá sørvingum at klára til Dúgvuna áðrenn hon fór av Leirvík til Klaksvíkar fyri seinastu ferð fríggjakvøldið, men tað eydnaðist teimum ikki at hótta klaksvíkingar á vøllinum.
Klaksvíkingar stóðu klárir at taka ímóti gestunum í høllini og tað var greitt, at klaksvíkingar vildu tryggja sær trý skjót stig hetta kvøldið.
Sørvingar høvdu, sum nevnt omanfyri, júst spælt móti ÍF a í Kambsdali, og tí kundi væntast at teir vóru ikki sørt troyttir, tá teir fóru á vøllin móti Mjølnir.
Vóru teir tað, so dugdu teir væl at dylja tað fyri mótpartinum, tí tað eydnaðist teimum serstakliga væl at fylgja við í tí, sum klaksvíkingar gjørdu í byrjanini. Mjølnir slapp ikki at ríva seg leysan frá SÍ og tískil fylgdust liðini allan vegin uppeftir.
Klaksvíkingar høvdu gjørt onkrar broytingar í uppstillingini til dystin fríggjakvøldið og tað sigur seg sjálvt, at tað tekur tíð at spæla nýggja leikara inn á liðið, hóast hann var við á liðnum, sum gjørist meistari í fjør.
Móti endanum á fyrsta settið eydnaðist tað tó Mjølnir at sleppa so mikið framum SÍ, at teir vunnu settið, sum endaði 15-13 til Mjølnir.
Annað sett var skjótt avgreitt. Trygvi Poulsen fór út á beinkin og í hansara stað kom Jóannes Poulsen inn á miðjuna at spæla. Hóast Jóannes hevur spælt á kantinum fyrr í ár, so vísti hann, at hann ikki hevur gloymt kynstri á miðjuni - minni enn so. Mjølnir gjørdi ikki mætari enn at smyrja SÍ av í øðrum settið, og sørvingarnir fingu ikki meiri enn 3 stig móti teimum 15 til Mjølnir.
Triðja sett gjørdist eitt sindur javnari enn annað, men tað var kortini eingin ivi um, hvat lið á vøllinum var tað betra, og tí var heldur ongantíð ivi um hvøn veg sigurin fór. Mjølnir vann triðja sett 15-11 og harvið dystin 3-0.
Mjølnir hevur nú tryggjað seg niðureftir og kann ikki verða fingið aftur av ÍF b, uttan at okkurt heilt løgið hendir. Hinvegin kunnu teir framvegis røkka heiðursmerkjaplássunum beint omanfyri, og tað verður uttan iva málið í teimum næstu dystunum, har tann fyrsti verður móti Fleyr í Havn leygardagin.