Um vikuskiftið verður aftur farið undir at kappast um meistaraheitið í flogbólti.
Eftir summarsteðgin, sum fleiri leikarar brúktu til at vera við í Oyggjaleikunum á Gotlandi, verður nú aftur farið til verka, og tað er neyvan nakað yvir at dylja, at liðini stremba eftir at klára seg líka væl sum tey gjørdu seinasta ár.
ÍF neyvan aftur í ár
Hjá monnum endaði kappingin í fjør við, at ÍF úr Fuglafirði gjørdist meistari.
Sum árið leið var tað ikki so løgið, tí fuglfirðingar vóru heilt einfalt tað liðið, sum vísti mest støðuga spælið, og tað gevur í longdini mest úrtøku.
Men tað er ikki sannlíkt, at teir fara at endurtaka bragdið í ár. Til tað hevur frágongdin verið ov stór. Bæði Suni Hansen og Pól Gudmundsson eru farnir, og tað merkist.
Hjá Fleyr, sum gjørdist nummar tvey í fjør, sær eitt sindur betri út.
At Jóannes Ejdesgaard er givin er uttan iva tann størsti smeiturin, tí hann spældi sera væl til tíðir í fjør, men havandi í huga, at Fleyr vann FK-kappingina seinasta vikuskifti, so sær ikki so heilt galið út.
Í finaluni spældu teir móti Fram og tann dystin vunnu teir uttan stórvegis trupulleikar.
Men tað var kanska heldur ikki uttan orsøk, at úrslitið av tí dystinum gjørdist sum tað gjørdist.
Fram hevur mist úr tí besta endanum, og tað sigur seg sjálvt, at tað merkist tá ein leikari, sum Sigmund av Teigum gevst.
Hinvegin, so skulu framleikararnir eiga tað, at spælið hjá teimum í finaluni til tíðir hekk væl saman, og um alt vil væl til, so kunnu teir koma at vera væl við í ár.
Hvar fór Mjølnir
Kappingarárið í fjør má hava verið eitt av teimum ringastu nakrantíð fyri Mjølnir.
Teir lógu og rótaðu í niðaru helvt av kappingini, og tað var ikki fyrr enn móti endanum av kappingarárinum at teir komu fyri seg.
Leikarar, sum annars hava verið fastir á liðnum hava fyri at fara til sjós, og spæla tí bert við í styttri tíðarskeið.
Hvussu tað fer at gangast teimum í ár, er sjálvandi ikki gott at vita, men sum vit hava skilt er fólkagrundarlagið á leið tað sama sum í byrjanini í fjør.
Móti endnanum av kappingarárinum taptu teir enntá móti SÍ, og tað hevði fyri heilt fáum árum síðani verið heilt óhugsandi.
Men hjá sørvingum var tað júst hesin sigurin, sum gav teimum enn eitt ár í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.
Sigurin móti klaksvíkingum var júst tað sum skuldi til fyri at smoyggja sær fram um ÍF b, men tað eru fuglfirðingar kanska fegnastir fyri í dag.
Sørvingar hava ikki havt bestu umstøðurnar, men um eitt nú Suni Hansen, sum býr í Miðvági fer at spæla við teimum, so skuldi hann kunna styrkt munandi um liðið.
Hann kann vera júst tann persónurin sum skal til fyri at geva SÍ tað skap og tað javnvág, sum teir mugu hava fyri at klára seg gjøgnum ári.
Seinasta liðið í deildini eru teir ungu úr Fleyr.
Hetta er fyrsta árið hjá teimum í bestu deildini, og tað kann gerast eitt »hart« ár.
Leikararnir á Fleyr b eru ungir, men tað er einki yvir at dylja, at teir hava evnini, men spurningurin er, um tað er nóg mikið.
Teir vóru við í Fleyrkappingini farna vikuskiftið og kláraðu seg heilt væl hóast alt og hóast teir taptu allar dystirnar.
Hjá teimum verður umráðandi at koma væl í gongd, og tað fáa teir høvi at vísa, tá teir í fyrsta dystinum skulu spæla móti meistarunum úr ÍF.
Bara 5 lið hjá kvinnum
Hjá kvinnunum endaði árið í fjør við, at Mjølnir gjørdist meistari. Men ikki nóg mikið við tí - Mjølnir vann eisini allar steypakappingarnar, sum vóru á árinum.
At fleiri leikarar á Mjølnirliðnum, so vóru við á Oyggjaleikalandsliðnum, sum á framúrskarandi hátt, vann gull til Oyggjaleikirnar á Gotlandi, vísir bara, at tað er dugur í flogbóltskvinnunum úr Klaksvík.
Hvussu gongdin í landskappingini hjá kvinnum fer at vera í ár, ber sjálvandi illa til at siga nú, men tað eru longu nú komnar ábendingar um, at tey bæði liðini, sum í fjør gjørdust nummar eitt og tvey - Mjølnir og Fleyr - eisini fara at mynda kappingina í ár.
FK-kappingin seinasta vikuskiftið vísti, at Mjølnir er væl fyri, og í finaluni vístu klaksvíksgentur, at tær vóru nógv betri fyri enn Fleyr, tí tær vunnu finaluna lættliga.
Í fjør gjørdu vit eitt sindur burturúr, at Mjølnir við sínum skipaða »viðsetingarpolitikki« gav sær sjálvum gott gróðrarlendi at standa á í framtíðini, og tað er kanska júst tað sum vísti seg um vikuskiftið.
Fleiri nýggj andlit vóru við á liðnum sum vann finaluna móti Fleyr, og tað er kanska besta ábendingin um, at tað er rættast at seta ungu leikararnar við, meðan nóg mikið er til av leikarum á fyrsta liði.
Hjá Fleyr er trupulleikin tann, at onkur av gomlu leikarunum frá í fjør, ikki eru við longur, men aðrir eru komnir í teirra stað.
Fleyr hevur kortini ikki ført ein so miðvísan politikk, sum Mjølnir, og tað kann gerast júst tað sum er munurin á liðunum tá til stykkis kemur, og árið skal gerast upp.
Triðja liðið í fjør var TB, og tær fáa longu leygardagin møguleikan at vísa, hvat tær ætla at gera við Mjølnir, tí hesi liðini bresta saman í fyrsta umfari.
TB hevur gott tilfar at taka av, og tey ganga sera høgt upp í flogbóltin har suðuri. Tí hevði verið stuttligt hjá teimum, um tær einaferð kundu gjørt ein ordiligan vørr í bestu deildini.
ÍF aftur í
meistaradeildini
Stríðið í landskappingini seinast stóð í grundini um hvørt tað skuldi vera TB ella Dráttur, sum skuldi hava bronsumerkini.
Hesi bæði liðini lógu og togaðust hvørt við annað, og tað var ikki fyrr enn móti endanum av kappingini, at avgerðin fall.
Liðini bæði liggja uttanfyri miðstaðarøki, og tað er kanska júst orsøkin til misjøvnu avrikini, tí tá farast skal tær longu ferðirnar eru fleiri leikarar, sum setast aftur.
Hetta er spell, men er treytin í so smáum samfeløgum, har ikki so nógvir leikarar eru at taka av.
Um tað fer at eydnast Drátti, at smoggja seg fram í oddin ella um tær fara at líða undir somu sjúkum sum seinasta ár er sjálvandi ikki til at siga, men tær hava við nýggjum venjara fingið møguleikan.
Seinasta liðið í meistar-adeildini hjá kvinnum er ÍF, sum á tann hátt er endurføtt.
Fyri nøkrum árum síðani var ÍF í meistaradeildini, men tá gekk av skriðuni. Tær máttu taka liðið úr kappingini av tí at har var ikki nóg mikið av fólki, og tað er okkara vón, at vit sleppa undan slíkum í ár.
Kappingin er nóg mikið skerd, sum hon er av teirri orsøk, at tað vera bara fimm lið í meistaradeildini hjá kvinnum í ár.
Fyrsta umfar
Sum sagt so byrjar kappingin í ár, og dystirnir vera hesir.
Hjá kvinnum:
Á Tvøroyri spæla TB og Mjølnir klokkan eitt, og tann dysturin verður í høllini í Trongisvági.
Sama dag spæla ÍF og Dráttur á Kambsdali og tann dysturin byrjar klokkan 15.
Hjá monnum verða tveir dystir leygardagin ÍF og Fleyr b spæla á Kambsdali og Fleyr a og SÍ í Gundadalshøllini. Sunnudagin spæla Fram og Mjølnir á Eysturskúlanum.
Dystirnir leygardagin byrja klokkan 15 og sunnudagin kl. 15.30