Flogbóltsárið byrjaði um vikuskiftið, men byrjanin var eitt sindur øðrvísi enn hon vanliga hevur verið. Í ár byrjaði kappingarárið nevniliga við Fleyr kappingini og tað hevur ikki verið vanligt.
43 lið høvdu teknað luttøku til kappingina, sum var í næstan øllum hallum í Havn. Innleiðandi dystirnir vórðu leiktir leygardagin, meðan finalurnar vórðu leiktar sunnudagin.
Mjølnir heldur á
Seinasta ár gjørdi Mjølnir slætt borð tá tær vunnu allar steypakappingarnar umframt at tær gjørdust meistarar. Og tað sær út til, at tær ætla sær at endurtaka bragdið í ár.
Leygardagin spældu tær seg í finaluna, har tær skuldu hitta vertirnar úr Fleyr.
Tann dystin vann Mjølnir rættuliga greitt. Settúrslitini gjørdust 21-15 og 21-16, so her var talan um veruligan mun á liðunum.
Kortini munnu Fleyrkvinnurnar frøast um, at tað eydnaðist teimum at spæla seg í finaluna í fyrstu kappingini á árinum, tí tað gevur áræði at fara undir kappingarárið.
Endiliga bragdaði
Hjá monnum var finalan millum Fleyr og Fram. Vertirnir úr Fleyr vóru so ósmædnir, at teir vunnu allar dystirnar ávegis í finaluna.
Finaludystin móti Fram vann Fleyr 2-0 við settúrslitunum 21-17 og 21-12. Í fyrra settinum gekk nokkso javnt á fyrru hevltina av settinum. Fram hevur fleiri góðar leikarar, men hevur tíverri ikki breiddina sum er til at hótta Fleyr.
Rúni, Ingvard og Jens Heri eru knáir, men tað liggur kanska í meira lagi á teimum, til at teir kunnu bera byrðuna. Vónandi fara umstøðurnar at broytast sum kappingin líður, tí so kann Fram gerast eitt spennandi lið.
Hjá Fleyr er frøin sjálvsagt stór at byrja árið við at vinna eina kapping. Í fjør vann Fleyr ikki eina kapping, hóast nógv varð gjørt burturúr venjingini.
Finalusigurin sunnudagin var ongantíð í vanda, tí Fleyr spældi sera skilagott. Klæmint og Jan trýstu verjuna hjá Fram so nógv, at hon gav seg undan og tí vann Fleyr greitt.
Fleyr var drúgvast
Í lægru deildunum vóru úrslitini tey, at Fleyr vann fyrstu deild hjá bæði monnum og kvinnum.
Menninir vunnu sín finaludyst 2-1 á Nøvuni eftir at hava verið aftanfyri 1-0.
Kvinnurnar spældu eisini finalu móti Nøvuni, men tær vunnu 2-0. Hesin dystur var kortini nokkso javnur, tí settúrslitini vóru 21-19 og 21-18.
TB vann finaluna í 2. deild hjá monnum. Vit hava tíverri ikki fingið uppspurt hvørjum teir spældu ímóti í finaluni, men dysturin varð spældu leygarkvøldið av teirri orsøk, at TB leikararnir skuldu suður um fjørðin aftur.
Kollfjarðakvinnur vunnu 2. deild hjá kvinnum. Tær hittu StÍF í finaluni, og har var eingin ivi. Kollfirðingar vunnu 21-14 og 21-18 og tískil finaluna 2-0.