SÍ ? Mjølnir 3-1
(11-15, 15-5, 15-8, 15-11)
Einaferð var tað ein vísur maður sum segði, at tað var torførast at spáa um framtíðina. Hann mundi vita sum var, at tað var rætt sum hann segði, og tað fer neyvan dagur aftur um, har ikki nógv okkara ásanna, hvussu rætt hann hevði.
Vit hava ferð eftir ferð lisið í hesum teigum, at sørvingar eftir øllum at døma fóru niður aftur í fyrstu deild, tí tað var ikki nóg mikið hjá teimum bara at vinna á ÍF b. Teir skuldu eisini vinna á eitt nú Mjølnir og tað fóru teir neyvan at gera.
Og hvat gera teir? Jú teir gera okkara orðum til skammar við júst at vinna á Mjølnir.
Bragd? Eftir øllum at døma er tað ikki talan um tað, men sera skilagott spæl frá sørvingum í staðin.
Við sigrinum móti klaksvíkingum leygardagin er støðan nevniliga tann, at sørvingar eru á næstniðasta plássi og eftir øllum at døma sleppa undan niðurflyting.
Fyri sørvingar ein stórur sigur og tað er tað eisini fyri allan flogbóltin í Vágum, tí teimum tørvar eitt meistaradeildarlið í mansflogbólti eisini.
Tungur burður
Tað tók annars sína tíð hjá sørvingum at koma ígongd. Byrjanin var góð, men so kom stígur í, sum tað so ofta er hent hjá teimum í ár. Tað skal tó sigast, at síðan Finn Hansen kom aftur á liðið, so hevur spælið verið munandi betur, enn tað var í byrjanini av árinum.
Klaksvíkingar spældu ikki serliga væl hava vit skilt. Trygvi Poulsen og Jóannes Poulsen royndu at hanga í, men tað var ikki nóg mikið. Tó so, teir kláraðu at hanga í og at halda SÍ aftanfyri seg í fyrsta settið við sera skilagóðum og effektivum spæli. Teir lobbaðu bóltarnar yvirum og tað megnaði SÍ einki at gera við.
Fyrsta sett endaði tí við, at Mjølnir vann 11-15.
Jón Nielsen vaknaði
Sørvingar hava ein ótrúliga góðan spælara í Jón Nielsen. Tá hann tímir. Hann slær, sum ein hestur sparkar og tað er ótrúliga torført hjá blokaduni at forða sløgum hansara. Trupulleikin í ár hevur verið, at ov nógv trýst hevur ligið á hansara herðum, og tað hevur hann havt trupult við at klára at bera.
Men leygardagin var einki at gera hjá klaksvíkingum. Jón Nielsen vann so at siga hvønn tann einasta bólt hann nart við, og tað var ikki so lítið hava vit skilt.
Saman við Finni Hansen koyrdi hann annað og triðja sett heim og tey vunnu sørvingar ikki minni enn 15-5 og 15-8. Blokadan hjá Mjølni var merkt av at størsti leikarin á liðnum Hjalti Josephsen ikki var við, og avloysarin á miðjuni fekk ikki fatur á tí hann skuldi.
Nú var støðan 2-1 til sørvingar og spenningur var um teir endiliga skuldu lata ÍF b eiga aftasta plássi í deildini.
Tað gekk
SÍ-leikararnir kláraðu at halda fast við góða spælið í triðja settinum. Men klaksvíkingar royndu at gera ein vørr fyri at bjarga sigirnum. Tað sá eisini út til at skula eydnast, tí teir vóru frammanfyri tá sett var gott og væl hálvrunnið.
Men tað gekk galið tá tað galt. Brádliga fóru klaksvíkingar at gera mistøk, sum taldu nógv tann skeiva vegin. Hetta gjørdi, at sørvingar fótaðu sær rættiliga og kundu leggja trýst á klakvíkingar.
Mjølnir megnaði ikki at standa móti trýstinum og tískil vunnu sørvingar seinasta sett 15-11 og harvið dystin 3-1.
Vit hava skilt á Mjølnirleikarum at sigurin var uppiborðin hjá sørvingum, sum nú, sum sagt, sjálvir kunnu tryggja sær framhaldandi luttøku í meistaradeildini, meðan ÍF b er sent á aftasta pláss, har eingin tímir at liggja.