FLEYR-MJØLNIR 3-0 (15-13, 15-5, 15-6)
Eftir at ÍF a hevði tapt fyri Fram hóskvøldið var týdningarmikið hjá Fleyr at vinna dystin móti Mjølnir, um liðið skal gera sær nakrar vónir um at vinna meistaraheitið frá ÍF.
Undanfarnu dystirnir móti Mjølnir hava verið ógvuliga ólíkir. Fyrra dystin í Havn vann Fleyr uttan nakran trupulleika yvirhøvur, men dysturin í Klaksvík gjørdist ein gysari, tá til stykkis kom. Tað eydnaðist tó Fleyr at vinna dystin 3-2, kortini.
Tí vóru tað Fleyr-leikararnir, sum stóðu við buktini og báðum endunum og tað vísti seg eisini beinanvegin, at tað vóru havnarmenninir, sum hvødu yvirvág. Teir gjørdu bart og løgdu seg framum 10-1 áðrenn Mjølnir vaknaði.
Men tá teir nú vaknaðu, so var tað við lít. Teir løgdu á at berjast móti ósigrinum og tað gav úrslit. Teir komu, smátt um smátt, aftur í aftur og áðrenn Fleyrleikararnir vistu av vóru teir aftanfyri 13-12. Sera væl klárað av Mjølnir, sum hetta tíðarskeiði vísti, at tað at teir liggja á fjórðaplássi, uttan iva bert verður galdandi í ár.
Tó so, tað var ikki nóg mikið at verða komin framum, tí Fleyrleikararnir tóku seg saman og fingu tey seinastu stigini til høldar, so at teir vunnu fyrsta sett. 15-13 endaði tað og endin á tí var sera spennandi, má sigast.
Mjølnir dovnaði
Tað sum eftir var av dystinum líktist Mjølnir ikki sær sjálvum. Teir fánaðu burtur í einki og tað sá út til at tapið í fyrsta settið tók mótið frá klaksvíkingunum.
Annað og triðja sett gingu sera skjótt fyri seg. Fleyr vann tey ávikavist 15-5 og 15-6 og tað var, sum úrslitið eisini sigur, ongantíð nakar sum helst ivi um hvønn veg sigurin fór í hesum báðum settum.
Fleyr vann tey bæði, og hevði nú hálað tvey stig inn á oddaliðið ÍF a, og tað ger kappingina eitt sindur meira opna, hóast nógv skal henda, um ikki ÍF skal gerast meistari.
Samanspælið manglar
Dysturin leygardagin vísti, at Mjølnir er í trupulleikum. Teir hava góðar spælarar, men tað gongur sera striltið at fáa teir samanspældar. Kjartan Hansen, Rùni Elttør og Eyðstein Elttør eru allir komnir aftur í aftur, men enn eru teir ikki í nóg góðari venjing til at kunna fara beint inn á liðið.
Hartil kemur so, at Rúni Elttør hevur fingið ein snudd í fótin, sum ger, at hann ikki er tøkur í løtuni.
Mjølnir gerst neyvan betri enn nummar fýra í ár, og so mugu teir seta sær hægri mál næsta ár. Tað er eingin loyna at tá liðið er manna við so góðum leikarum, sum teir hava nú (og eru í venjing!), so eru teir avgjørt við í kappingini um at vinna meistaraheitið.