staðfesti Bygdaráðið á fundi týskvøldið. Bygdaráðslimir eru ikki sørt misnøgdir við skrivið, sum kommunan hevur fingið frá Vinnumálaráðnum um Hvalbiartunnilin og sum vit umrøða í aðrari grein her á síðuni. Bygdaráðið [...] fiskavørur frá flakavirkinum koyrast ígjøgnum tunnilin í smærri bilum og lastast um í treylarar á Tvøroyri, áðrenn tað verður avskipað. Tí eru bygdaráðslimir í Hvalba samdir um, at tað er nógv meiri átrokandi [...] harðliga, at Bjarni Djurholm ætlar at gera tunlarnar í Borðoy, áðrenn ein nýggjur Hvalbiartunnil kemur upp á tal. Bygdaráðið krevur, at ein nýggjur Hvalbiartunnil verður raðfestur frammanfyri tunlarnar í Borðoynni
ár vórðu boðin um borð á Hvidbjørnen, meðan skipið lá í Havn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Høgni Hoydal, sum í sínum ungu døgum tók av møguleikanum at vera dekkari umborð á sjóverjuskipinum, Ólavi [...] sæst á svarinum, sum Søren Gade, verjumálaráðharri, gav Høgna Hoydal í sambandi við fyrispurning á fólkatingi. Í svarinum sigur Søren Gade, at ikki færri enn 529 ungir føroyingar vóru um borð á Hvidbjørnen [...] áðharran steðga framferðini hjá donsku verjuni í Føroyum, sum roynir at fáa føroysk ungfólk umborð á sjóverjuskipini. Men ríkisstjórnin heldur tað vera ein fyrimun, ”at værnepligtige og ansatte i forsvaret
Fríggjadagin 22. juni kl. 17 letur jóansøkuframsýningin upp í “Gallarí Oyggin” á Tvøroyri. Tey sum sýna fram eru: Rannvá Mortensen og Palle Julsgart við málningum og Preben Boye við skulpturum. Umframt [...] tilknýti til Suðuroy, sum sýna fram oljumálningar. Leygarkvøldið kl. 21 verða hesir málningar seldir á uppboðssølu. Eisini lesur Jóannes Nielsen upp yrkingar og Guðrun Sólja Jacobsen syngur nakar sangir
ið á sinni byrjaði á Tvøroyri, og sum enn er virkið, hóast tað mest er norðanfjørðs, fer at spæla undir hjá Lawton. Manningin er von við sjeytiárarock og hevur eisini vant nógv til framførsluna á jóansøku [...] ár á baki og telist millum yngstu ferstivalarnar í Føroyum, hóast ongin teirra kann kallast gamal. Men umhvørvið hesaferð verður serstakt. Jóansøkufestivalurin verður hesaferð hildin á bryggjuni á Tvøroyri [...] júst sum fyri meira enn 100 árum síðani. Men tó er Pubbin náttúrligur partur av gerandismyndini á Tvøroyri og á jóansøku av jóansøkufestivalinum. Eitt er, at gamli handilin, pakkhúsini og fiskaplássið skapa
Jóansøka hevur fleiri framsýningar á skránni. Í Búðini, miðskeiðis á Tvøroyri, hevur italiumaðurin, sum býr í Vági, Gianfranco Nonne framsýning við keramikklist. Hann er m.a. kendur fyri bringumyndina [...] Absalonsen hevur málningaframsýning og Tvøroyrar Býráð sýnir fram miðbýarætlan í hølum niðanfyri Hotel Tvøroyri. Gallarí Oyggin hevur framsýning við Rannvá Mortensen, Peter Boye og Palle Julsgart, umframt at
fatur á gamlari kirkjuurgu av Tvøroyri, sum annars hevur verið nýtt á Giljanesi, men sum nú á ellisárum er komin aftur á Tvøroyri. Tann eini stásiligi mortorurin er av gamlu telegrafstøðini á Tvøroyri og [...] sum skrivimaskinur flestar. Við einum pinni peikar ein á bókstavin, ið skal fellast á pappírið, og so trýstur ein aðrastaðni, so stavurin smellur á pappírið. Høvi er at royna maskinuna, sum virkar sum fyrsta [...] síðusøgu um, at tá kongalig vitjan hevur verið á Tvøroyri, so hava nakrir av hesum gomlu, stásiligu stólunum eisini verið nýttir. Gomlu Doktarahúsini eru opin á jóansøku, leygardag og sunnudag frá klokkan
dansur. Um viðrar verða optimistjollunar hjá felagnum eisini á fjørðinum. Felagið vónar at skapa gott bátaumhvørvi á Trongisvágsfirði og heitir á limir felagsins um at hjálpa til. Nærum bátastevna Við Naddoddi [...] oyrunum á bátahugaðum, tí báturin er serligur og hevur staðið sína roynd í royndunum at varðveita føroyska bátasøgu og sigling. Tað var fyri at skapa áhuga fyri føroyska bátinum, at felagið varð sett á stovn [...] seglum síðani verið í Hetlandi, Noreg og Íslandi. Livandi fiskar og optimistjollur Jóansøkan er á Tvøroyri í ár og 10 ára gamla Bátafelagið Naddoddur bjóðar tí øllum bátahugaðum at vitjað felagið. Felagið
Oyggin á Tvøroyri er vorðin kendur listaskáli og á jóansøku verður fernisering fríggjakvøldið klokkan 19:00. Rannvá Mortensen, ættað av Tvøroyri, Palle Julsgart, listamaður og gallaríeigari, og Preben [...] Mortensen, ið er av Tvøroyri, og danin Preben Boye, hava áður vitjað Oynna og tey vitja nú aftur við spennandi list. Politisk list Leygardagurin á jóansøku verður spennandi í Oynni. Á jóansøku fara politikarar [...] løgtingsmaður, at selja málningarnar á uppboðssølu. Talan verður um málningar eftir lokalar politikarar og landspolitikarar, ið hava tilknýti til Suðuroynna. Hetta fer fram á sonevnda Reyða Plássinum í Gallarí
sterkor”! Tað ljóðar enntá, at eitt yrkingasavn er á veg við lokala yrkjaranum á Tvøroyri. Og á jóansøku er sterki og uppspretti føroyingurin at hoyra og síggja á jóansøkufestivalinum – hvør veit, kanska hann [...] Jack var 0 rhesus negativ, so tað var bara at fylla á!! Hetjan av Tvøroyri, ið varð uppsprettur í Keypmannahavn, er gestur á jóansøkufestivalinum í heimbýnum. Tá ein leitar eftir Jack hesa vikuna, so er hann [...] gin á Rás 2 og samrøða í Sosialinum, har Jack greiðir frá, hvussu hann varð álopin við knívi í Keypmannahavn og hvussu hann í lívsvanda nærmum stóð við innvølum í hondini og bað teir fylla blóð á, er vorðin
farnu viku komu 15 smáir bilar – sonevndir gocartar. Teir standa á bryggjuni á Tvøroyri og tað eru feðgarnir David og Jamie Findleton á Tvøroyri, ið eiga bilarnar. Jóansøkugestir verða teir fyrstu, ið sleppa [...] við Landingarmiðstøðina á jóansøku komandi viluskiftið og tá sleppa jóansøkugestir at royna seg í smáu bilunum. Bilarnir hava 200 kubikk motor og hava 7 h/k. Hetta gevur eina ferð á umleið 75 km/t. 15 ára