Jack Petersen. Kendasti føroyingur í løtuni. Í hvussu er millum øll tey, ið hava internetatgongd.
Útvarpsfrágreiðingin á Rás 2 og samrøða í Sosialinum, har Jack greiðir frá, hvussu hann varð álopin við knívi í Keypmannahavn og hvussu hann í lívsvanda nærmum stóð við innvølum í hondini og bað teir fylla blóð á, er vorðin heimskend í Føroyum.
www.nym.fo hevur lagt samrøðuna á alnetið og hava 1000 vís av føroyingum flent, nikkað játtandi ella bara havt samkenslu við raska, men óhepnað Jack, sum deyðkomin ikki fall í fátt, men heldur bað danir fylla blóð á, tí Jack var 0 rhesus negativ, so tað var bara at fylla á!!
Hetjan av Tvøroyri, ið varð uppsprettur í Keypmannahavn, er gestur á jóansøkufestivalinum í heimbýnum.
Tá ein leitar eftir Jack hesa vikuna, so er hann ikki at finna,
Hann er farin til sjós við Drelnesi sum avloysari – sum kokkur.
Men tá vit spyrja á Hotel Tvøroyri, har hann hevur arbeitt nógv í síðstuni, so sigur kvinnan handan diskin, at:
- Altso, okur skilja onki av tí heila! Je havi kent Jack heila mítt lív, men nú spyr hvør norðoyingur eftir Jack. Fyri mer, ella ogum, er hann bara Jack! Ogur skijla onki av tí heila!
Men Jack er ikki bara Jack longur.
Hann er Jack Petersen, sum er “krúd hamrandi sterkor”!
Tað ljóðar enntá, at eitt yrkingasavn er á veg við lokala yrkjaranum á Tvøroyri.
Og á jóansøku er sterki og uppspretti føroyingurin at hoyra og síggja á jóansøkufestivalinum – hvør veit, kanska hann eisini yrkir og greiðir frá keypmannahavnarferðrum og vísir “souvinir” frá ferðunum á Vesterbro.
Jack er í hvussu er ein føroyingur við hári á bringuni, um arrini altso loyva tí!










