Naddoddur 10 ár

Tað eru 10 ár síðani Bátafelagið Naddoddur var sett á stovn og felagið hevur ymiskt á skránni á jóansøku og bjóðar øllum bátaáhugaðum at vitja felagið

Orðið Naddoddur hevur serligt ljóð í oyrunum á bátahugaðum, tí báturin er serligur og hevur staðið sína roynd í royndunum at varðveita føroyska bátasøgu og sigling.

Tað var fyri at skapa áhuga fyri føroyska bátinum, at felagið varð sett á stovn. Tá var onki neyst, men prátað varð við Gudmund Mortensen og endin var, at vælkenda Naddoddaneystið sá dagsins ljós.

Felagið fekk sær seksæringin Naddodd og hann varð flotaður 31. maj í 1997. Felagið var stovnað árið fyri.

Naddoddur hevur við árum og seglum síðani verið í Hetlandi, Noreg og Íslandi.

 

Livandi fiskar og optimistjollur

Jóansøkan er á Tvøroyri í ár og 10 ára gamla Bátafelagið Naddoddur bjóðar tí øllum bátahugaðum at vitjað felagið. Felagið hevur atløgupláss við Naddoddaneystið og við Hvítanesbrúnna. Naddoddaneystið verður opið alt vikuskiftið.

Ymsik tiltøk verða við og í neystinum á jóansøku. M.a. verða kør við livandi fiskum og krabbum, myndaframsýningin “Naddoddur 10 ár”, syngið við kvøld, tónleika Café og føroyskur dansur.

Um viðrar verða optimistjollunar hjá felagnum eisini á fjørðinum.

Felagið vónar at skapa gott bátaumhvørvi á Trongisvágsfirði og heitir á limir felagsins um at hjálpa til.

 

Nærum bátastevna

Við Naddoddi og jollum er lagt upp til serligt bátaumhvørvi og óivað verða onnur serstøk før á fjørðinum eisini, t.d. skal Norðlýsið verða partur av Jóansøkufestivalinum og har fæst fiskasuppa umborð, og um fleiri vitjandi bátar eisini verða at síggja á fjørðinum, so er lagt upp til, at jóansøkan eisini gerst eitt slag av bátastevnu.