Einar Larsen er kent andlit á Tvøroyri og í Suðuroynni. Virkni eldri harrin er eisini eldsálin aftanfyri Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.
Fegin vísir Einar stásiligu Doktarahúsini fram. Tey eru sett í stand og standa nærum sum fyrsta dagin. Einar greiðir frá, at húsini eru frá 1852 og vórðu bygd, tá Napoleon Nolsøe verð settur lækni í Suðuroynni, tí læknatrot var í oynni tá. Hann fekk pening frá danska statinum at byggja húsini fyri. Napoleon Nolsøe var lækni í nøkur ár, men eftir hann vóru danskir læknar, til Knút Nygaard kom í 1934. Amboðini hjá Nygaard eru í dag at síggja í húsunum og tað er forvitnisligt at síggja m.a. tilgjørd træbein, ið óivað eru tilevnað av lokalfólki, ið hava verið fitt í hondunum.
Viðtaluhøli í oynni
Húsini vórðu bygd sum doktarahús, men donsku læknarnir vóru ikki fegnir um, at sjúklingarnir skuldu inn í stovur teirra, so í 1881 gevur danski staturin loyvi til, at bygt verður uppí húsini.
Viðtaluhøli og bíðirúm verður gjørt og ein leyslig meting er, at hetta snýr seg um einar 15 fermetrar.
- Hetta er óivað fyrsta viðtaluhøli í Suðuroynni og í bíðirúminum er bonkur til tvey fólk, greiður Einar Larsen frá.
Nógv at síggja
Umfamt, at húsini í sjálvum sær eru søgulig, so er undrunarvert, so nógv sum tað hevur eydnast at savnað saman av lutum, ið lýsa farnar dagar.
Fleiri enn 800 lutir eru inni. Í kjallaranum herbergar felagið fleiri gomlum motorum og hevur eisini fingið fatur á gamlari kirkjuurgu av Tvøroyri, sum annars hevur verið nýtt á Giljanesi, men sum nú á ellisárum er komin aftur á Tvøroyri.
Tann eini stásiligi mortorurin er av gamlu telegrafstøðini á Tvøroyri og at síggja slíkan gamlan motor í góðum standi, er nærum sum at skoða eitt listarverk, hvørt ein so hevur skil uppá motorar, ella ikki.
Elsta skrivimaskinan
Mangt forvitnisligt er at síggja, millum annað ein serstøk skrivimaskina, ið kanska er millum tær elstu í landinum. Einar heldur hana vera eini 90 ár og hon sær ikki út sum skrivimaskinur flestar.
Við einum pinni peikar ein á bókstavin, ið skal fellast á pappírið, og so trýstur ein aðrastaðni, so stavurin smellur á pappírið. Høvi er at royna maskinuna, sum virkar sum fyrsta dagin.
- Umframt eini 800 lutir, so eru eisini eini 1100 søguligar fotomyndir og nógvar av hesum eru klárar til framsýning. Vit arbeiða við at fyrireika eina stóra framsýning, ið verður í skúlanum á páskum komandi ár, sigur Einar Larsen.
Frá Løbners tíð
Gamalt innbúgv er eisini í húsunum og er sum ein náttúrligur partur av einu stovuni.
Hetta eru borð, stólar og sofur frá Kaptein Løbners tíð.
- Løbner var skipari hjá Mortensens monnunum, greiðir Einar frá, og kemur skjótt við eini síðusøgu um, at tá kongalig vitjan hevur verið á Tvøroyri, so hava nakrir av hesum gomlu, stásiligu stólunum eisini verið nýttir.
Gomlu Doktarahúsini eru opin á jóansøku, leygardag og sunnudag frá klokkan 14 til 20, og umframt alt tað gamla, so ber eisini til at síggja eina listaframsýning í húsunum, tí Aggi Ásgeirsdóttir og Vigdis Sigmundsdóttir sýna list fram í húsunum.