Við Bliki í farnu viku komu 15 smáir bilar – sonevndir gocartar. Teir standa á bryggjuni á Tvøroyri og tað eru feðgarnir David og Jamie Findleton á Tvøroyri, ið eiga bilarnar.
Jóansøkugestir verða teir fyrstu, ið sleppa at royna smáu bilarnar. Skipað verður so fyri, at koyribreyt verður við Landingarmiðstøðina á jóansøku komandi viluskiftið og tá sleppa jóansøkugestir at royna seg í smáu bilunum.
Bilarnir hava 200 kubikk motor og hava 7 h/k. Hetta gevur eina ferð á umleið 75 km/t.
15 ára aldursmark er, so tey sum eru yngri, sleppa ikki at royna gocartarnar, fyrr enn tey hava nátt aldursmarkið.
Ætlandi fara eini 4 smáir bilar at koyra í senn og ein sleppur at koyra í einar 10 til 12 minuttir, siga feðgarnir, ið gleða seg at sleppa at royna bilarnar, og sum hava ætlanir um at gera okkurt meira viðvíkjandi koyring, tá jóansøkan er farin framframvið.









