Fríggjadagin 22. juni kl. 17 letur jóansøkuframsýningin upp í “Gallarí Oyggin” á Tvøroyri.
Tey sum sýna fram eru: Rannvá Mortensen og Palle Julsgart við málningum og Preben Boye við skulpturum.
Umframt tað eru eisini nakrir politikarar úr Suðuroy ella við tilknýti til Suðuroy, sum sýna fram oljumálningar. Leygarkvøldið kl. 21 verða hesir málningar seldir á uppboðssølu.
Eisini lesur Jóannes Nielsen upp yrkingar og Guðrun Sólja Jacobsen syngur nakar sangir.










