Fleiri framsýningar á Jóansøku

Fleiri framsýningar á Jóansøku

Jóansøka hevur fleiri framsýningar á skránni. Í Búðini, miðskeiðis á Tvøroyri, hevur italiumaðurin, sum býr í Vági, Gianfranco Nonne framsýning við keramikklist. Hann er m.a. kendur fyri bringumyndina av Poul F, sum varð avdúkað í skúlanum í Sumba fyri kortum.

Absalon Absalonsen hevur málningaframsýning og Tvøroyrar Býráð sýnir fram miðbýarætlan í hølum niðanfyri Hotel Tvøroyri.

Gallarí Oyggin hevur framsýning við Rannvá Mortensen, Peter Boye og Palle Julsgart, umframt at politikarar sýna list fram. Torbjørn Jacobsen skipar fyri uppboðssølu.

Naddoddur hevur sýning av myndum í neystinum, nú felagið er 10 ár.

Aggi Ásgeirsdóttir og Vigdis Sigmundsdóttir sýna fram í Gomlu Doktarahúsunum.