Hvalbingar góðtaka ikki, at teir skulu bíða í fleiri ár afturat eftir einum nýggjum, tíðarhóskandi tunli ímillum Trongisvág og Hvalba.
Tað staðfesti Bygdaráðið á fundi týskvøldið.
Bygdaráðslimir eru ikki sørt misnøgdir við skrivið, sum kommunan hevur fingið frá Vinnumálaráðnum um Hvalbiartunnilin og sum vit umrøða í aðrari grein her á síðuni.
Bygdaráðið samtykti at átala harðliga, at Bjarni Djurholm ætlar at gera tunlarnar í Borðoy, áðrenn ein nýggjur Hvalbiartunnil kemur upp á tal.
Bygdaráðið krevur, at ein nýggjur Hvalbiartunnil verður raðfestur frammanfyri tunlarnar í Borðoynni.
Bygdaráðslimir halda, at tað er undarligt, at tunlarnir í Borðoynni skulu raðfestast framum ein Hvalbiartunnil, tí í Borðoynni er at kalla steindeytt til vinnulív.
Hinvegin er rættiliga nógv virksemi í Hvalba við stórum flakavirki, trimum trolarum, trolvirki og alistøð, sum eru rættiliga nógv darvað av, at tunnilin er so lágur, at vanligir lastbilar og treylarar ikki fáa brúkt hann.
Tað merkir, at øll vøra og útgerð, sum kemur til Hvalbiar má lastast um í minni bilar, áðrenn tað slepst ígjøgnum tunnil. Samstundis mugu fiskavørur frá flakavirkinum koyrast ígjøgnum tunnilin í smærri bilum og lastast um í treylarar á Tvøroyri, áðrenn tað verður avskipað.
Tí eru bygdaráðslimir í Hvalba samdir um, at tað er nógv meiri átrokandi at fáa nýggjan tunnil til Hvalbiar, framum nýggjar tunlar í Borðoynni
Í bygdaráðnum í Hvalba eru tey so misnøgd við raðfestingina hjá Bjarna Djurholm, at bygdaráðið sendir mótmæli bæði til landsstýrismannin í Vinnumálum, Løgtingið og allar løgtingslimirnar fyri Suðuroy.
Les eisini greinina: Ongin nýggjur tunnil til Hvalbiar tey næstu árini










