at uppskotini til ríkisrættartilmæli hava verið minni viðgjørd enn uppskotini til løgtingslógir. Tað eigur at vera broytt. Hugburðurin skal vera, at vit skulu koma við einum tilmæli og ikki, sum tað higartil [...] niðurstøðan er, at nevndin ella partur av nevndini mælir til at taka undir við uppskotinum. Men tað skulu vera tíð og umstøður annars til at arbeiða seg fram til tað tilmælið. Broytingarnar Tá tingið nú kemur saman [...] tíðina vera, at umstøðurnar hjá tinginum at arbeiða eru so góðar, sum tað ber til. Eg skilji væl, at tað skal ikki bera til at broyta tingskipanina í tíð og ótíð, men eg haldi kortini, at tað er ólagaligt
lisensrundu og áðrenn fyrstu boringina? -Nei tað er tað ikki. Tað tekur tíð at byggja upp eitt samarbeiði millum fólk. Okkara máti er ikki at koma til eitt nýtt land sum ein annar buldoosari og so bara ?koyra [...] so útlendska oljuídnaðin. Francis Gugen dylur tó ikki yvir, at teir bíða spentir eftir 1. útbjóðing. Hann vónar ikki, at útbjóðingin verður útskotin til inn í næstu øld, men at hon verður seint í ár ella [...] oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði, og at tær boringar, sum eru vestan fyri Hetland og nær markinum, ikki geva nakað úrslit, so kann vandi vera fyri, at oljufeløg fara at kenna seg noydd til at hyggja
pallinum. Tey smáu vóru eitt sindur bangin við hvørt, og ístaðin fyri at geva seg til kennist, sótu tey púra kúrr, til tað ógvusliga varð farið framvið. Barnaleikurin er ógvuliga stuttligur. Tað, sum tey [...] líkjast alt meira. Tað endar tó í øllum góðum, men hvussu gongst á pallinum, verður ikki sagt her. Tað skulu áskoðararnir eiga til góðar. »Rumbul í Húsi» verður framførdur ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, kl. 15 [...] framføra, hevur Hans Tórgarð leikstjórnað. Hann er um tvey fólk, sum flyta inn í eina íbúð. Tey vita ikki av hvør øðrum, og hvørgin vil flyta út aftur, tí tey halda seg bæði hava eins góðan rætt at búgva
hon verður brúkt. Ikki minst í fjølmiðlunum og í skúlanum. Tað kostar at ogna sær orðabókina, og kommunurnar fara í heyst at frætta frá skúlunum, sum fara at biðja um fleiri pengar til undirvísingartilfar [...] eiga at leska skúlunum til orðabøkur, og skúlarnir eiga at seta orðabókina ovarlaga á listanum, tá teir raðfesta keyp av nýggjum amboðum. VIT ynskja tykkum, sum hava lagt orðabókina til rættis og staðið fyri [...] ahúsinum. Undrunarvert er, at elektronisku fjølmiðlarnir, sum hava møguleika at senda beinleiðis, ikki gjørdu meiri burturúr hesum væl skipaða tiltakinum. Serliga útvarpið átti at havt møguleikar at gjørt
tað er ikki smápeningur, sigur landsstýrismaðurin. Er tað ikki bara tørvurin og politiski viljin, sum ikki situr saman? Helst situr játtanin ikki til veruliga tørvin, men tá peningurin ikki strekkir [...] eiga vit ikki so stórar upphæddir, sigur Helena Dam á Neystabø. Hvussu kennist tað hjá landsstýrismanninum, at tey,sum hava hjálp fyri neyðini, hava so ótrygg viðurskifti? Tað er avgjørt ikki lætt, men [...] men vit kunnu ikki húasast øðrvísi enn eftir tí, sum tingið játtar. Landsstýrismaðurin sigur, at hon visti av ongum, tá tað í juni mánað kom fram, at játtanin ikki fór at halda. Síðan hevur verið arbeitt
Íslendsku dansararnir eru í aldursbólkinum 12 til 20 ár. Hetta er ein partur av arbeiðinum og trúarlæruna hjá Bahá¹i, men tað er ikki neyðugt at hoyra til felagsskapin, fyri at vera við í dansinum. Hetta [...] felagsskapurin skipar fyri í øllum londum. Herma ikki eftir Spice Girls Í dag herma nógv børn og hálvvaksin eftir Spice Girls, men tað halda íslendsku dansarnir ikki vera so stuttligt, av tí at tað bert er ein [...] eins og ein um pínsluváttar. Til allar pínsluváttar Handa seinasta dansin framførdi bólkurin fyri Sosialinum. Tað var sera áhugavert og livandi spæl í dansinum, sum er gjørdur til minnis um øll tey, sum hava
síðan fyrstir savnaðu føroysk orð til orðabók við donskum og latínskum týðingum. Her er annars ikki løtan til at rekja føroyska orðabókasøgu, men áhugaðum kann verða víst til yvirlitið yvir føroyskar orðabøkur [...] ivast. Til at bøta um hetta verður við einum tali víst til eitt yvirlit, har sum fullfíggjað bendingardømi er at finna. Hetta henta yvirlit hava teir báðir Bjarki Skaale og Óli Wolles evnað okkum til. Serkøn [...] orðasavnarar hava latið tilfar til savnið. Mær rennur týður til ta góðu undirtøku, sum útvarpstátturin ?Orðabókin? fekk millum manna um alt landið. Øllum teimum, sum svaraðu til spurningar ella lótu orðatilfar
m Kjølum segði herfyri nakað soleiðis: Summi siga, at føroyskt dugir ikki til rokktónleik. Vit siga, at tað ber væl til. ? Og, ikki tykkum at siga, gjørdust teir millum landsins frægastu tónleikabólkar [...] ið hann hevur avrikað til frama fyri føroyskt mál. Eitt arbeiði, ið vit hava havt gagn av, og sum kemur okkum øllum til góðar. Eisini fari eg at nevna brennandi tokka hansara til móðurmálið, sum altíð [...] vit komin langt, um enn ikki er rokkið á mál enn, tí eitt skulu vit minnast til: »Ein tjóð livir og vísir seg í mentan síni«. Eitt er, ið hvussu so er, vist, at fáa Føroya mál til æru krevur millum annað
urin er altíð til dystin fús at gera ríkisrættarligar broytingar, ið eru til gagn fyri føroysku tjóðina. Hví ikki loysa? Nógvir spurningar kunnu setast, hví vit í Sambandsflokkinum ikki meta skilagott [...] . Tað er ikki eingang ein ræðumynd ? tíverri kann ein halda. Ein møguleiki eru sparingar. Men seinastu árini vita øll, at so nógv er spart innan t.d. heilsuverk og skúlaverk, at her kann ikki sparast meira [...] tann, at um vælferðarsamfelagið skal varðveitast, skulu skattahækkingar til sum nevnt omanfyri, og Sambandsflokkurin metir ikki at føroyska vinnan klárar at gjalda slíka upphædd afturat tí, ið longu verður
verða rullaðir út til at spæla á, tað sær alt sera gott út fyri tað yngra ættarliðið. Men tey, sum hava lagt lunnar undir hetta samfelagið og hava lagt arbeiðsdagin afturum, heysta ikki stórvegis virðing [...] Skaparans hond hava vit eitt fiskiríkidømi rundan um oyggjar okkara, sjómenninir føra stóran førning til lands, sum er grundarlag undir øllum tí, sum rørist í landi okkara, soleiðis hevur tað verið ígjøgnum [...] valdir inn á løgting, men hesi lyfti tykjast svinna burtur við summarnáttini. Tann seinasti boðskapurin til tey gomlu er, at heimahjápin skal næstan niðurleggjast vegna sparingar. Hetta er tann ævigt gamla søgan