Tingarbeiðið skal vera liðiligt og støðugt

Formansskapurin vil hava, at landsstýrið í hesum álmanakkaárinum skal koma við helvtini av tingmálunum, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni

Tað er uppgávan hjá formansskapinum í løgtinginum at syrgja fyri, at umstøðurnar hjá teimum, sum skulu lóggeva, eru so góðar, sum tað á nakran hátt ber til. Tingsskipanin er grundarlagið, sum tingið verður stjórnað eftir, men formansskapurin skal alla tíðina viðgera, hvat kann betrast, og eisini undan tingsetuni, sum tað verður farið undir í morgin, hevur formansskapurin verið saman, og teir fara eisini at taka ítøkilig stig fyri at betra um umstøðurnar.

Tað sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður. Í síðstu viku umrøddu vit ætlanirnar um at hækka lønirnar hjá løgtingsmonnum, og vit nevndu eisini, at tað verður bøtt um fysisku karmarnar, og at teldan fer at verða meiri nýtt, enn hon hevur verið higartil.


Tilrættaleggingin

Onkuntíð hevur lógararbeiðið fram móti ársskiftinum og serliga fram móti endanum av tingsetuni verið skýrt fyri at vera fusk, og tað er komið fyri, at tað hevur verið neyðugt hjá tinginum at fara afturum aftur, tí tað hevur gingið ov skjótt fyri seg.

Hesum ætla teir at sleppa undan í framtíðini:

? Tað er nátúrligt, at tað er nógv á skránni síðstu dagarnar, men tað, sum hevur gingð fyri seg, eigur ikki at halda fram. Tað er landsstýrið, sum leggur nógv tey flestu uppskotini fyri tingið, og eg fari at skriva løgmanni bræv, har eg fari at heita á hann um at skipa soleiðis fyri, at helmingurin av teimum uppskotum, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni, verða løgd fram á tingborð í hesum álmanakkaárinum.

? Nýggja tingsetan verður hin fyrsta heila tingsetan eftir fyrsta løgtingsvalið aftaná at nýggja stýrisskipanarlógin er komin í gildi. Tað hevur verið funnist at, at javnvágin millum løgting og landsstýrið hevur ikki verið tann rætta. Týdningarmiklasta uppgávan hjá formansskapinum er at syrgja fyri, at tingið fær so góðar møguleikar at útinna sín part, sum tað á nakran hátt ber til, staðfestir løgtingsformaðurin.


Arbeiðsgongdin

Við hvørt hava tingmenn givið ilt av sær, tí teir hava ikki havt nóg nógv at gera, og tað er meiri enn so komið fyri, at tingformaðurin av formanspallinum hevur heitt á landsstýrið um at koma við fleiri málum.

? Tað besta er, um tingið arbeiðir støðugt og regluliga, og at tingmenn vita, nær tað er tingfundur. Eg kundi hugsa mær, at nevndirnar høvdu fund fyrrapart, og at tingið var saman seinnapart frá týsdegi og til fríggjadag, sigur tingformaðurin:

? Øll mál skulu viðgerast gjølla, eisini tey, sum ikki beinleiðis hava við fíggjarlig viðurskifti og landskassan at gera. Higartil hevur tað verið soleiðis, at uppskotini til ríkisrættartilmæli hava verið minni viðgjørd enn uppskotini til løgtingslógir. Tað eigur at vera broytt. Hugburðurin skal vera, at vit skulu koma við einum tilmæli og ikki, sum tað higartil hevur verið, bara taka uppskoti til eftirtektar. Tað skal vera soleiðis, at vit gjølla vísa á, hvørjar avleiðingar, uppskotið fer at hava fyri okkara samfelag.

Tað kann tykjast sum um, at tað liggur lítið ella einki arbeiði aftanfyri eitt tilmæli frá einari nevnd, ella serliga frá umboðunum fyri samgonguflokkarnar í einari nevnd, um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

? Men eisini aftanfyri slík tilmæli eigur at liggja eitt stórt kanningararbeiði og ein politisk viðgerð. Tað er ábyrgdin og skyldan hjá umboðunum fyri lóggávuvaldið at kanna avleiðingarnar av teimum uppskotunum, sum útinnandi valdið kemur við, men tað er einki forgjørt í, at niðurstøðan er, at nevndin ella partur av nevndini mælir til at taka undir við uppskotinum. Men tað skulu vera tíð og umstøður annars til at arbeiða seg fram til tað tilmælið.


Broytingarnar

Tá tingið nú kemur saman eru tað ein stórur partur av tingmanningini, sum ? burtursæð frá teimum fáu døgunum tingið var saman, eftir at landsstýrið var skipað ? fer undir sína fyrstu tingsetu. Tað ræður um hjá formansskapinum at syrgja fyri, at alt gongur rætt og sømiliga fyri seg, og tað verður gjørt við at formaðurin og formansskapurin syrgja fyri, at vanligu mannagongdirnar verða hildnar í hevd, samstundis sum at arbeitt verður við at gera tær broytingar, sum teir í formansskapinum halda vera neyðugar.

Amboðið, sum tingarbeiðið verður skipað við, er tingskipanin. Í síðsta kapitli í henni stendur, at uppskot til broyting í henni skal viðgerast í løgtinginum, soleiðis sum onnur løgtingsuppskot verða viðgjørd. Tað stendur eisini, at broytingar kunnu ikki koma í gildi fyrr enn á ólavsøku árið eftir, at tær eru samtyktar.

? Endamálið má alla tíðina vera, at umstøðurnar hjá tinginum at arbeiða eru so góðar, sum tað ber til. Eg skilji væl, at tað skal ikki bera til at broyta tingskipanina í tíð og ótíð, men eg haldi kortini, at tað er ólagaligt, at ein broyting, sum tað í formansskapinum og í løgtinginum er meiriluti fyri at gera, ikki skal kunna fremjast fyrrenn á ólavsøku. Tað vil siga, at um vit nú beinanvegin eftir ólavsøku samtykkja eina broyting, so kemur hon ikki í gildi fyrrenn á ólavsøku í 1999. Tað er sera ólagaligt, heldur løgtingsformaðurin.


Orðaskiftið

Finnbogi Ísakson heldur, at tað er av stórum týdningi, at orðaskiftið í tinginum verður skipað so lagaliga, sum tað ber til. Sjálvur heldur hann t.d., at tað hevði verið rætt, at andstøðan fekk orðið skjótari, enn hon fær tað undir galdandi skipan. Tingskipanin sigur, at framsøgumenninir fáa orðið eftir flokkastødd. Í sitandi tingi vil tað siga, at framsøgumenninir fyri bæði tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin fáa orðið, áðrenn fyrsta umboðið fyri ein andstøðuflokk, javnaðarflokkin, sleppur framat.

? Fyri orðaskiftið hevði tað verið gagnligt, at andstøðan slapp fyrri upp í part, heldur tingformaðurin, sum vísir á, at í nýggja tinginum fer tað at ganga skjótari at fáa framløgurnar hjá flokkunum avgreiddar, enn tað gjørdi í gamla tinginum. Eftir valið í 1994 vóru átta flokkar í tinginum. Nú eru teir seks í talið.

Formansskapurin hevur møguleikar at gera smávegis broytingar, og formansskapurin hevur longu samtykt at gera broytingar í sambandi við orðaskiftini:

? Tá galdandi tingskipan kom í gildi, bar tað til at gera viðmerkingar eftir hvørja framløgu. Hetta vísti seg at vera óheppið, tí tað hevði við sær, at tað so at siga var eitt heilt orðaskiftið hvørja ferð eitt floksumboð hevði havt sína framløgu. So varð hetta broytt, og nú hevur tað verið soleiðis, at tað ikki hevur verið møguleiki fyri at gera viðmerkingar fyrrenn allir framsøgumenninir hava havt orðið. Hetta hevur heldur ikki víst seg at vera serliga heppið, og nú royna vit ein millumveg. Formansskapurin hevur samtykt, at eitt umboð fyri hvønn flokkin kann fáa høvi til at gera eina viðmerking eftir hvønn framsøgumann.