Dagny Joensen
Álvur Haraldsen
Íslendsku dansararnir eru í aldursbólkinum 12 til 20 ár.
Hetta er ein partur av arbeiðinum og trúarlæruna hjá Bahá¹i, men tað er ikki neyðugt at hoyra til felagsskapin, fyri at vera við í dansinum. Hetta er bert eitt slag av verkætlanum, sum felagsskapurin skipar fyri í øllum londum.
Herma ikki eftir Spice Girls
Í dag herma nógv børn og hálvvaksin eftir Spice Girls, men tað halda íslendsku dansarnir ikki vera so stuttligt, av tí at tað bert er ein endurgeving av tí, sum kendi bretski dansibólkurin framførir.
Tey halda tað vera nógv stuttligari at geva dansinum eitt persónligt innihald, eitt nú við at lýsa kenslur og rørslur, so sum tey ungu kenna tað í dag.
Dansurin sigur frá ymsum fyribrøgdum. Ein er um stríðið millum gott og ónt, annar um rúsevnir og hvørjar avleiðingar misnýtslan hevur, og ein er um Bahá¹i boðskapin. Annars eru eisini vanlig evni myndað í dansinum, t.d. um framtíðarbørnini, um javnstøðu millum kynini, eins og ein um pínsluváttar.
Til allar pínsluváttar
Handa seinasta dansin framførdi bólkurin fyri Sosialinum. Tað var sera áhugavert og livandi spæl í dansinum, sum er gjørdur til minnis um øll tey, sum hava latið lív fyri einari góðari sak.
Áðrenn dansurin byrjar, sigur ein dansari frá innihaldinum. Í hesum føri um, at tað áður vóru fólk, sum lótu lív fyri einari sak, eitt nú fyri leyslating av trælum, og fyri mannarættindi, og átrúnarligar hugsjónir. Enn dagin í dag seta fólk lívið í vága fyri eitt mál ella eina hugsjón, sum tey trúgva uppá.
Hesin dansur hevur einki fylgispæl, bert hendur og føtur verða nýttar til tess at geva dansinum innihald. Sera dramatiskur er dansurin í sínum eintáttaðu endurgevingum av rørslum, men brádliga kemur vend í, og tú hómar ræðuleikan, tá alt steðgar upp. Kanska eitt skot ella annað týningaramboð, sum steðgar lívinum, og bert tøgnin valdar.
Hesin dansur er ognaður øllum pínsluváttum í heiminum
Dansiframsýningin er í Grasagarði á ólavsøku báðar dagar kl. 20.30, og uttan fyri høvuðsmiðstøðina hjá Bahá¹i í Gundadali kl. 15.20 og 18.