Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almannamálum:­ Eg fái ikki gandað peningin fram

Ein og hvør stovnur noyðist at arbeiða út frá tí, sum játtað verður, sigur landsstýrismaðurin, sum mánadagin var á fundi við leiðsluni í Heimarøktini

Tað er hent áður, at játtanin hjá Heimarøktini ikki hevur hildið. Nú hendir tað so aftur, og brúkarin verður við sviðusoð.

Í fjør fekk Heimarøktin fimm mió. krónur eyka, sum vóru tiknar frá øðrum kontoinum á almannaøkinum, men í ár eiga vit ikki so stórar upphæddir, sigur Helena Dam á Neystabø.

­ Hvussu kennist tað hjá landsstýrismanninum, at tey,sum hava hjálp fyri neyðini, hava so ótrygg viðurskifti?

­ Tað er avgjørt ikki lætt, men vit kunnu ikki húasast øðrvísi enn eftir tí, sum tingið játtar.

Landsstýrismaðurin sigur, at hon visti av ongum, tá tað í juni mánað kom fram, at játtanin ikki fór at halda. Síðan hevur verið arbeitt við málinum. Slakar tríggjar mió. krónur vanta í, og tað hevur við sær, at Heimarøktin noyðist at skerja tænastuna munandi.


Ikki uttan avleiðingar

­ Vit vilja sjálvandi royna at útvega skipanini pening, soleiðis, at tað nervar brúkaran minst møguligt, men uttan avleiðingar verður tað ikki, sigur Helena Dam á Neystabø.

­ Játtanin til heimarøkt er umleið 80 mió. krónur. Av hesum er heilsusystraskipanin tikin burturúr og somuleiðis skipanin við ellis og røktarheimum í Sandoynni, men talan er um eini 70 mió. krónur, so tað er ikki smápeningur, sigur landsstýrismaðurin.

­ Er tað ikki bara tørvurin og politiski viljin, sum ikki situr saman?

­ Helst situr játtanin ikki til veruliga tørvin, men tá peningurin ikki strekkir til, so átti stovnurin at sagt frá í góðari tíð, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon er ónøgd við, at Heimarøktin ikki hevur gjørt vart við seg fyrr enn í juni mánað.

­ Hetta eru eisini gamlar syndir frá fyrra landsstýrinum, sum eg noyðast at taka ábyrgdina av, sigur landsstýrismaðurin, sum fyrrapartin mánadagin var á fundi við Heimarøktina.Ein og hvør stovnur noyðist at arbeiða út frá tí, sum játtað verður, sigur landsstýrismaðurin, sum mánadagin var á fundi við leiðsluni í Heimarøktini


Drúgvur fundur

Tað eydnaðist ikki ar fáa viðmerking frá landsstýrismanninum í lamannamálum ella leiðsluni í Heimarøktini, av tí at fundurin vardi nógv longur enn ætlað.

Tá blaðið fór til prentingar seinnapartin í gjár, var fundurin ikki liðugur.