Prýðissteinur í føroyskamálvarðanum

Føroysk orðabók: Røða hildin útgávudagin 24. juli 1998

Góðu samkomufólk, góðu orðabókarithøvundar! Góðu tit øll, sum eisini hava verið uppi í hesum stóra arbeiði og somuleiðis góðu tit øll, sum í aðrarmátar geva hesi løtu ein serstakan hátíðardám. Føroya Fróðskaparfelag, Fróðskaparsetur Føroya og Orðabókagrunnurin eiga eisini sín part av heiðrinum, at henda bók nú er komin út, og tøkk fái tey fyri tað.

Eg havi tó, nú høvið býðst, serstakliga hug at draga fram professaran og málvinin Jóhan Hendrik Winther Poulsen og takka honum fyri tað miðvísa og hegniga arbeiði, ið hann hevur avrikað til frama fyri føroyskt mál. Eitt arbeiði, ið vit hava havt gagn av, og sum kemur okkum øllum til góðar. Eisini fari eg at nevna brennandi tokka hansara til móðurmálið, sum altíð hevur givið okkum antin (annaðhvørt) íblástur, ella eisini fingið okkum at ásanna, at menniskjan livir ikki av breyði eina. Jóhan Hendrik hevur verið máli okkara trúgvur og hollur. Lutur hansara liggur ikki eftir, og tøkk fái hann fyri tað.

Vit eru komin saman her í Norðurlandahúsinum í dag, fríggjadagin 24. juli 1998, fyri á hátíðarligan hátt at fagna hesi nýggju føroysku-føroysku orðabókini. Hetta er merkisdagur burturav, tí í dag er fyrsta móðurmálsorðabókin komin út á føroyskum máli.

Hvussu er og ikki, bæði sum landsstýrismaður fyri skúla- og mentamál og sum lærari haldi eg tað vera stak forvitnisligt og spennandi (hugspennandi?) at blaða í hesm nýggja verki, og neyvan taki eg ov rívliga til, um eg sigi, at tað man hava verið bæði áhugavert og spennandi hjá tykkum at arbeitt við hesum orðabókaverki.

Henda orðabókin, sum nú verður latin føroyska almenninginum, fer at fáa al-stóran týdning fyri málsligu menning okkara og fyri føroyska málrøkt sum heild. Eisini má sigast, at hon kemur í tøkum tíma, tí trýstið á føroyskt veksur í stórum í hesum teldu- og sjónvarpstíðum, og lítið er at ivast í, at trýstið fer at vaksa uppaftur meir, um olja harafturat verður funnin á føroyskum sjóøki.

Henda móðurmálsorðabókin verður einki hissini klípi í føroyska málgarðinum. Hon fer at verða sjálvur grundarsteinurin í føroysku málrøktini. Hetta arbeiði er einki minni enn klettur, ein stórur prýðissteinur í føroyska málvarðanum. Vónandi fara allir føroyingar at nýta hesa orðabók í arbeiði sínum, og her hugsi eg kanska serstakliga um skúla okkara, um unga ættarliðið, um rithøvundar og ikki minst um fjølmiðlafólk okkara.

Okkum vantar framvegis orðabøkur av ymsum slag, og vit fara ikki at steðga nú. Henda orðabók fer umframt at vera sjálvur hornasteinurin í málrøktini eisini at verða ein ómetalig hjálp í tí orðabókaarbeiði, sum framvegis er fyri stavn, og sum má halda fram, til tess vit eisini hava fingið stórar og góðar orðabøkur, sum fevna um tey stóru málini, sum vit føroyingar tíðum nýta.

Alt ov leingi hava vit føroyingar verið noyddir at nýta útlendskar orðabøkur í arbeiði okkara, og einum nýtist ikki at vera so ómetaliga klókur fyri at skilja, at tað hevur ikki verið heppið fyri málmenningina. Við hesi orðabók er stórt stig tikið á leiðini at slíta ta óhepnu málsligu ringrás, sum leingi hevur valdað, og eg bæði vænti og vóni at gott úrslit fer skjótt at spyrjast burturúr, nú vit hava fingið móðurmálsorðabók okkara.

Fyri 110 árum síðani var stevnumiðið hjá føroyskum framburðsfólki: »? at fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum«. Drúgt hevur hetta arbeiðið verið at menna føroyska málið, men við hesi stóru móðurmálsorðabókini, teirri fyrstu, vit eiga, eru vit komin langt, um enn ikki er rokkið á mál enn, tí eitt skulu vit minnast til: »Ein tjóð livir og vísir seg í mentan síni«. Eitt er, ið hvussu so er, vist, at fáa Føroya mál til æru krevur millum annað orðabøkur, og í dag hava vit fingið eitt væla amboð at menna og prýða mál okkara, sum er høvuðstreytin fyri ? ja, sjálvur hjartatátturin í ? samleika okkara sum tjóð. Tað mugu vit ongantíð gloyma.

Hetta verkið, ið nú verður sýnt fram her uppi í Norðurlandahúsinum, er einki løtuverk, tað hevur verið eitt ódnartak, ið, sum frá líður, fer at verða okkum øllum at gagni.

Nú móðurmálsorðabókin er komin út, haldi eg tað vera beint at binda saman málmenningina frá fyrstu byrjan til dagin í dag við kvøðuni hjá Janusi Djurhuus meginskaldi til Hammershaimb próst, sum legði lunnar undir skriftmál okkara, og sum vit av røttum nevna málfaðir okkara:


Fáir finnast frægir her

á foldum,

følnar, sprettur ævugt

ætta fjøld,

flestra manna lív er rit

í moldum,

támut søga, tá ið endar øld


Navnið veit eg eitt,

í klettin ritað,

lýsir gylt, nú nærkast

hvíldarkvøld;

mildar veittrar tendraðu

ein vita,

Føroyum stjørnuleið

frá øld til øld


Forfedrar okkara hildu lítið um tað, sum lættvunnið var, vit síggja tað m.a. í okkara orðatøkum. Skjótt er skitið verk, søgdu teir. Og: leingi er tað, sum væl skal vera. Hetta kann kanska ljóða fornt og avoldað hjá nútíðarfólki, sum mangan í sínum gerandisdegi vera noydd at renna um kapp við klokkuna. Samfelagsbroytingarnar, sum aftur skapa broytingar innan í okkum sjálvum, í hugsan og hugburði, eru ógvisligar nú á døgum. Vit liva kanska í eini trúleysari tíð. Ella sum Heðin Brú tekur til: tíðin er køld og bráð. Hetta setur eisini føroysku tjóðini málslig krøv, okkara málfrøðingum, okkara orðabókafólki, teimum, sum hava serliga ábyrgd á ymiskum starvsøkjum í føroyska samfelagnum, øllum okkum, sum fara um málið, annaðhvørt í skrift ella talu.

Tá ið eg fyri mongum ársum síðan gekk á Føroya Læraraskúla, lósu vit í eini bók, nevnd »Håndbog i dansk litteratur«. Har var prentað grein við tí eyðkenda heitinum »Sprogforædling« eftir heimsgitna danska alisfrøðingin H. C. Ørsted, sum jú eisini var sera málhugaður maður. Hann skrivar m.a.: »Sysselsættelsen med fremmede Sprog gaar hos os ofte saa vidt, at man tænker i mange Sprog paa eengang og derfor belemrer Sproget baade med fremmede Vendinger og fremmede Ord? Den berigelse, man især maa ønske Sproget, er rigtige, indholdsrige, frugtbare Ord. Jo mere Menneskets be-tydningsfuldeste Tanker og Forestillinger finde Udtryk i Modersmaalet, jo mere beriges og uddannes Folkeaanden? Den korte Regel er: Tænk det, du vil sige, paa dit Modersmaal ? og tal saa«.

Hesi orðini munnu vera líka sonn og umráðandi í Føroyum í dag, sum tey vóru í Danmark tíðliga í undanfarnu øld.

Tann norrøni málarvurin sæst ikki minst aftur í okkara vøkru staðarnøvnum, ið lýsa tað sum tey eita. Tað veri seg Kinn ella Kjálki, Enni ella Nev? Okkara mæti málfrøðingur Chr. Matras sigur tað so rámandi:


Her numu teir gomlu

við nøvnum sær land,

men landið nam teir úr

fjøllum í sand,

við ósæddum hondum

tað bant teir við bondum,

ið rukku so víða, sum

verøldin rann.


? ein óskrivað søga,

ein orðaleys røða

um fólkið her livdi, skapaði

tjóð.


Snúgva vit okkum at nútíðini, er kortini so nógv, sum vit kunnu gleðast uppi yvir. Eitt, sum eg havi hug at nevna, eru okkara mongu gávuríku tónleikarar, einstaklingar og bólkar, sum syngja á føroyskum. Ilt er at nevna burtur úr allari rúgvuni, tí her grør av sonnum um gangandi fót. Eg kundi tó nevnt kára p., Frændur, Enekk, Jóanes Jakobsen, Moirae ? so at nøkur eru nevnd. Í størri máløkjum enn okkara er tað alt annað enn sjálvandi í hesum globaliseringstíðum.

Forsangarin í tónleikabólkinum Kjølum segði herfyri nakað soleiðis: Summi siga, at føroyskt dugir ikki til rokktónleik. Vit siga, at tað ber væl til. ? Og, ikki tykkum at siga, gjørdust teir millum landsins frægastu tónleikabólkar her í landinum. Og tá ið tað enntá eydnaðist at lata Skeyk í føroyskan stavsetingarbúna, so má ásannast sum so ofta, at alt veldst um evnini, hegnið og handalagið!


At enda skal eg enn einaferð takka tykkum, sum hava skapt hetta megnarverk ? eina móðirmálsorðabók við ikki færri enn 66000 orðum ? og ynskja teimum, ið framhaldandi fara at arbeiða á økinum, blíðan byr framyvir.

Takk fyri øll somul!


Signar á Brúnni,

landsstýrismaður