Frá Skaparans hond hava vit eitt fiskiríkidømi rundan um oyggjar okkara, sjómenninir føra stóran førning til lands, sum er grundarlag undir øllum tí, sum rørist í landi okkara, soleiðis hevur tað verið ígjøgnum øldir.
Sagt verður, at vit eru væl fyri fíggjarliga, her gongur alt sera væl, nýggir grasvøllir verða rullaðir út til at spæla á, tað sær alt sera gott út fyri tað yngra ættarliðið. Men tey, sum hava lagt lunnar undir hetta samfelagið og hava lagt arbeiðsdagin afturum, heysta ikki stórvegis virðing frá teim ráðandi her á land. Fjórða hvørt ár hava politikararnir eitt minningarhald fyri teimum gomlu, har teir lova gull og grønar skógir, um teir verða valdir inn á løgting, men hesi lyfti tykjast svinna burtur við summarnáttini.
Tann seinasti boðskapurin til tey gomlu er, at heimahjápin skal næstan niðurleggjast vegna sparingar. Hetta er tann ævigt gamla søgan, sum endurtekur seg. Skal sparast, ja, so eru tað vaskikonurnar, sum tykjast vera tað lættasta offrið hjá teimum, sum skera skulu inn á bein. Hetta er stór skomm fyri land okkara. Nú annars alt annað stendur í fagrasta blóma, følna øll tey gyltu lyfti, og dagurin hjá teim gomlu gerst alt longri og myrkari, nú summarið svinnur burtur.
Og tó ein uggi hjá teim gomlu kann møguliga vera at stytta sær stundir við at hyggja í ta nýggju orðabókina, nú kvøldini fara at gerast longri, men hjá teimum, sum hava mist sjónina uppá tilveruna, er neyvan stór hjálp at heimta úr hesum vala verki. Har verður tað nokk tann hjálpandi hondin, sum telur meira fyri tey, sum hava hjálp fyri neyðini, enn alt hetta tosið um krónur og oyru, sum ger, at tey gomlu kenna seg at vera til stóra byrðu fyri samfelagið. Tey hava størri virðing uppiborna av samfelagið okkara.
Malmberg D. Olsen,
Strendur