100 børn og vaksin sóu barnaleikin

Tað ræður um at vera stundislig, um tú vilt síggja leikin »Rumbul í Húsi», sum verður framførdur á gamla meiarínum á ólavsøku. Pláss er bert fyri 100 áskoðararum, og hurðarnar verða stongdar tá leikurin byrjar

Salurin var fullsettur tá barnaleikurin varð frumsýndur sunnudagin.

Spennandi var hjá børnunum at eygleiða tað, sum fór fram á pallinum. Tey smáu vóru eitt sindur bangin við hvørt, og ístaðin fyri at geva seg til kennist, sótu tey púra kúrr, til tað ógvusliga varð farið framvið.

Barnaleikurin er ógvuliga stuttligur. Tað, sum tey smærru børnini halda vera ógvusligt, halda tey størru børnini og tey tilkomnu, verða ógvuliga stuttligt. Øll stuttleikaðu sære tí óført, teir 40 minuttirnar leikurin varar.

Barnaleikurin » Rumbul í Húsi», sum leikararnir Súsanna Tórgarð og Katarina Nolsøe hava skrivað og framføra, hevur Hans Tórgarð leikstjórnað.

Hann er um tvey fólk, sum flyta inn í eina íbúð. Tey vita ikki av hvør øðrum, og hvørgin vil flyta út aftur, tí tey halda seg bæði hava eins góðan rætt at búgva í íbúðini.

Í fyrstuni eru hesir persónar ógvuliga ymiskir, men sum frálíður fara teir at líkjast alt meira.

Tað endar tó í øllum góðum, men hvussu gongst á pallinum, verður ikki sagt her. Tað skulu áskoðararnir eiga til góðar.

»Rumbul í Húsi» verður framførdur ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, kl. 15 og 17, men annars er hann á skránni á gamla Meiarínum eina tíð frameftir.