grønlendingarnir ilt við at sleppa fram við føroyska blokkinum, tá smashini vórðu latin avstað, og tó at føroyingar í fleiri førum høvdu hug at satsa ov nógv, so var tað fløvandi at síggja, at álopsspælið eisini [...] var stórvegis at rafla um. Venjarin kundi enntá loyva sær tað luxus at senda fleiri av minni royndu leikarunum í dyst. Bæði fyri at geva hesum neyðugu royndirnar, men sjálvandi eisini fyri at spara teir, [...] fram seinnu leikirnar, og ikki minst er tað undirhaldandi at síggja, tá teir í smashunum geva seg at kalla 100% hvørja tí einastu ferð. Einki við at ein bóltur kann leggjast í tómt øki ella líknandi. Har
dagurin, at vaktarskipini bæði, Brimil og Tjaldrið, liggja fyri teym. Tey hava ligið svínabundin á Skála síðan 1. juni. Tað er tí okkurt, sum bendir á, at Fiskiveiðieftirlitið hevur trupulleikar at fáa m [...] umborð, vita ikki, nær ella um vit fara at loysa, sigur Absalon Eliasen, yvirstýrimaður á Tjaldrinum. Hann sigur, at manningin fekk boð frá Fiskiveiðieftirlitinum um at fara út týskvøldið, men av eini ella [...] Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at tað var ein avgerð hjá leiðsluni ikki at lata skipið fara, men hann vil ikki koma nærri inn á, hví Tjaldrið ikki legði frá bryggju. Hann avsannar, at Fiskiveiðieftirlitið hevur
so, um vit eiga at gevast at drepa grind, tá valið stendur millum at selja lidnar fiskavørur uttanlands ella at fáa grindina til høldar. ? Føroyingar vilja drepa grind, men vit eiga at hugsa um tað, og [...] mong ár verið at føra prógv fyri, at grindastovnurin ikki er hóttur, og at vísa á, at veiðihátturin er batnaður nógv. Men hetta rínur ikki við stóru handilsketurnar. ? Trupulleikin er, at vit eru so smá [...] fram, at føroyingar hava so ringt orð á sær uttanlands, tí vit drepa grind, at tað er nærum ógjørligt at selja stórum handilsketum lidnar føroyskar vørur, so sum laksaportiónir. Avleiðingin verður, at la
afturat, at eisini er tað teirra fatan, at við at leggja bæði virkini í sama felag, hevur felagið enn betri møguleikar at standa seg í harðnandi kappingini á útlendska marknaðinum. - Hetta tí, at tey á henda [...] framvegis at eiga meirilutan í samanlagda felagnum, meðan Norðoya Sparikassi kemur inn sum nýggjur partaeigari. - Við at samansjóða virksemið á hesum báðum virkjum vænta vit, at til ber at reka virkini [...] kappingini at keypa fisk frá føroysku fiskiskipunum, sigur Hanus Hansen, sum eisini leggur dent á, at tað hevur alstóran týdning at tey 55 arbeiðsplássini á Pure Water verða varðveitt, og at virksemið á
trongligt. Nú haldi eg, at man skal fara at hugsa um at fáa okkurt nýtt aftrat. Hann heldur at brúk er fyri einum baðilandi, og fer tað so eisini at taka trýstið av hylinum. Tað ber til at byggja vestureftir [...] kanska er komin hartil, at kommunan eigur at viðgera spurningin, nær ein nýggj svimjihøll skal byggjast í sambandi við nýggja skúlan í Hoyvíkshaganum. Jan Christiansen vísti annars á, at vóru tað ikki unda [...] høllini eftir Ivan Carlson. Heri sigur, at hetta hevur verið eitt gott arbeiðspláss og fegnast hann um, at svimjihøllin er so væl vitjað. Hann heldur tó ikki, at høllin í dag nøktar allan tørv. -Nógv svimja
á, at tann parturin, sum fór til ES, partvís var síl, sum ikki slapst av við eystanfyri. Alarar høvdu tískil valið ímillum at selja sílini bíliga til ES - ella at eta tey sjálvir. - Eg vil siga, at sí [...] vænti ikki, at alarar hava orku og møguleikar til at verja seg í hesum máli. Mønustingur Regin undrast yvir, at landsins myndugleikar standa fullkomiliga passivir í hesum máli og siga, at hetta er eitt [...] sum vinnan noyðist at klára sjálv. - Tað er undarligt, at okkara handilsviðurskifti við ES knappliga einki skulu hava við politikk at gera. Eitt sindur speiskliga tekur hann til, at kanska halda okkara
heimum, og grannarnir leggja eina við, at hetta einki hevur við tað, at talan er um minnisveik, at gera. Spurnartekin verða sett við, um Tórshavnar kommuna hevur heimild at byggja eitt tílíkt heim á økinum, [...] hendi. Har verður greitt sagt, at Tórshavnar kommuna ikki hevur heimild at byggja heimi á einum A1 øki, og byggingin skal steðgast. Men Tórshavnar kommuna ætlar ikki at steðga byggingini. Málið er nú hjá [...] kommudeildini í Løgmálaráðnum. Áðrenn páskir Hilmar Høgenni, ið hevur við kommunumál at gera í Løgmálaráðnum, sigur, at teir ætla at hava avgreitt málið áðrenn páskini. ?Taka vit eina endaliga avgerð, so er tað
ella øllum at døma trupult við at manna Brimil og Tjaldri, eftir at teir tíggju tænastumenninir søgdu seg úr starvi herfyri. Maskinmeistafelagið arbeiðir dúgliga fyri at halda fólki frá at søkja. Eftir [...] allar maskinmeistarar um at seta seg í samband við okkum, um teir ætla sær at søkja, sigur Jógvan Nybo, formaður fyri Maskinmeistarafelagið. Formaðurin sigur, at teir royna at greiða møguligum umsøkjarum [...] sær til Maskinmeistarafelagið. Hava tit so megnað at tosa nakran frá at søkja? ?Tað meti eg, at vit hava, sigur Jógvan Nybo, og hann leggur afturat, at hann ikki veit um nakra, sum hevur søkt, síðani M
Vinther sigur, at tískil klagaði Føroya Arbeiðarafelag Býráðið fyri kommunala eftirlitinum hjá Landsstýrinum. ? Vit halda ikki, at tað bar til fyrst at siga, at stykkið var ov lítið, og síðani at skylda upp [...] størri og at pláss verður fyri einum 170 fólkum. ? Síðani sendu vit bygginevndini í Tórshavnar kommunu tekningar og byggiætlan ? Men tá fingu vit at vita,at grundstykkið var ov lítið,við tað at húsið bleiv [...] Arbeiðarafelag, men tað er onki at gera, uttan at venda sær til Løgtingsins Umboðsmann, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Orsøkin til klaguna er, at Føroya Arbeiðarafelag ikki enn
greiddi frá, at avhoyringin fór fram á vanligan hátt, og at hann ikki hevði lagt tann ákærda undir trýst. Hann segði eisini, at tann ákærdi sjálvur var komin við teimum nøgdum, sum talan var um, og at hann ikki [...] sum var á ákærubeinkinum týsdagin, segði, at hann var lagdur undir trýst av løgregluni, og at hann tí játtaði alt ov stórar nøgdir. Hann var bangin fyri at verða settur fastur, um hann ikki játtaði, greiddi [...] greiddi hann frá. Hann greiddi eisini rættinum frá, at løgreglan hevði skrivað frágreiðingina, og at hann kendi seg noyddan at skriva undir. Ákæruritið var annars skrivað út frá teimum frágreiðingum, sum