Dumpingákæran kann gerast mønustingurin

- Vit hava eina ringa sak, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

Dumpingákærur 

20. desember boðaði ES frá, at dumpingákæran móti føroyskum laksaalarum er slept, og at sakin er niðurløgd.
  Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum, sigur, at ES í veruleikanum viðgjørdi sakirnar móti føroyingum, norðmonnum og chilenarum undir einum.
  - ES fann onga dumping í Føroyum, men sigur, at bæði Noreg og Chili hava selt laks á ES-marknaðinum fyri dumpingprísir.
  Støðan hjá ES, sigur Regin er, at handilin við laksi skal vera fullkomiliga fríur.

Ein ring sak

Men ákærurnar móti føroyskum alarum steðgaðu ikki, hóast málið um laksin er lagt aftur um.
  Nú eru tað so finnlendingar, sum ákæra føroyskar og norskar sílaalarar fyri at dumpa prísirnar á sílum á ES-marknaðinum.
  Regin vísir á, at norðmenn selja nógvan laks til ES, men nøgdirnar úr Føroyum hava verið smáar í tíðarskeiðnum, ákæran snýr seg um, nevniliga frá 1. oktober 2001 til 30. september 2002.
  - Vit útfluttu umleið 7.000 tons av sílum í fjør, harav meginparturin fór til Fjareystur. Sílamarknaðurin var sera vánaligur, og hóast nøgdirnar til ES bert snúgva seg um nøkur hundrað tons í umrødda tíðarskeiði, hava vit eina ringa sak.
  Stjórin á Bakkafrost vísir á, at tann parturin, sum fór til ES, partvís var síl, sum ikki slapst av við eystanfyri. Alarar høvdu tískil valið ímillum at selja sílini bíliga til ES - ella at eta tey sjálvir.
  - Eg vil siga, at sílamarknaðurin fullkomiliga kollapsaði fyrst í árinum, sum nú skal kannast, og sílaalarar høvdu miljónatap.
  Hann sigur, at hendan sakin tískil er heilt øðvísi og verri enn laksasakin, har føroyingar høvdu góð kort á hondini.
  - Alarar kenna seg drignar eftir hárinum einaferð aftrat og eru mótleysir. Ein slík sak kostar nógvan pening og nógv stríð, og eg vænti ikki, at alarar hava orku og møguleikar til at verja seg í hesum máli.

Mønustingur

Regin undrast yvir, at landsins myndugleikar standa fullkomiliga passivir í hesum máli og siga, at hetta er eitt mál, sum vinnan noyðist at klára sjálv.
  - Tað er undarligt, at okkara handilsviðurskifti við ES knappliga einki skulu hava við politikk at gera.
  Eitt sindur speiskliga tekur hann til, at kanska halda okkara myndugleikar, at tað er meira spennandi at fáast við grót og betong enn laks og síl - ella kanska eru teir passivir, tí teir halda seg ikki hava skil fyri hesum.
  - Fáa vit ein toll á sílum uppá 50%, verður tað mønustingurin fyri alla sílaaling í Føroyum, sigur Regin Jacobsen.
  At enda vísir hann á, at Føroyar hava eina hampiliga avtalu við ES, men tá ið dumpingákærur koma, standa føroyingar veikir.