Grindadráp er ein kleppur um beinini, tá føroyingar skulu selja og marknaðarføra sínar vørur uttanlands.
Tað ásannar Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum kennir væl til trupulleikarnar, sum vóru ávístir í Sosialinum í gjár.
Stjórin í stóru altjóða fyritøkuni SN Global, Carl á Lag, førdi fram, at føroyingar hava so ringt orð á sær uttanlands, tí vit drepa grind, at tað er nærum ógjørligt at selja stórum handilsketum lidnar føroyskar vørur, so sum laksaportiónir.
Avleiðingin verður, at laksavirkini í Føroyum fáa ikki ment seg, tí fiskurin verður seldur sum rávøra í staðin, og arbeiðspláss fara fyri bakka.
Vindur upp á seg
Jan Mortensen sigur, at hetta er ein gamal trupulleiki, men hann vindur bara upp á seg. Áður hava tað verið stóru handilsketurnar í Onglandi og Týsklandi, sum hava útihýst føroyingum, men nú er sama rákið komið Fraklands.
? Trupulleikin er, at stórar handilsketur hugsa kalt og kyniskt, og tað skulu tær eisini gera. Kunnu tær fáa somu vøru onkra aðrastaðni uttan vanda fyri at koma í ringt orð, so keypa teir hana heldur har, sigur Jan Mortensen.
Smá og viðbrekin
Spurningurin er so, um vit eiga at gevast at drepa grind, tá valið stendur millum at selja lidnar fiskavørur uttanlands ella at fáa grindina til høldar.
? Føroyingar vilja drepa grind, men vit eiga at hugsa um tað, og gera okkum greitt, hvat vit eru uppi ímóti. So kunnu vit taka støðu út frá tí, sigur Jan Mortensen.
Politikkurin hevur í mong ár verið at føra prógv fyri, at grindastovnurin ikki er hóttur, og at vísa á, at veiðihátturin er batnaður nógv. Men hetta rínur ikki við stóru handilsketurnar.
? Trupulleikin er, at vit eru so smá og viðbrekin. Tað er stutt síðan, at vit tosaðu við ALDI (týsk handilsketa, blðm.) um hetta. Tey brúka eitt lættkeypt argument, og bíta ikki á mótprógv. Um tey vóru konsekvent, so keyptu tey heldur ikki t.d. spanskt vín, tí spaniólar drepa tarvar til stuttleikar. Munurin er, at vit eru lítil og kunnu verast fyriuttan, sigur Jan Mortensen.
Leggja kort
Tað eru marknaðarkreftirnar, sum ráða, og tí kunnu vit heldur ikki ráða, hvat onnur skulu gera, er niðurstøðan hjá stjóranum í Vinnuhúsinum. Hann mælir til, at ein kanning verður sett í verk, har ljóskastarin verður settur á grindadráp og avleiðingarnar fyri okkara útflugningsvinnu.
? Spurningurin er, um hetta nakrantíð er kannað ordiliga. Vit hava ongantíð fingið lýst út í æsir, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri okkum, at vit halda fast við at drepa grind. Vit eiga at kortleggja trupulleikan, so vit hava eitt felags støði at taka støðu út frá, sigur Jan Mortensen.