Ikki uttan stríð

?Tað skal grundgevast øgiliga væl, um vit skulu steðga við byggingini í Vallalíð. Hetta fer at merkja stórar broytingar í bygginginum ? eisini langt aftur í tíðini, sigur Heðin Mortensen

BYGGING



Málið um byggingina í Vallalíð fær eftir øllum at døma eftirspæl, líkamikið hvør niðurstøðan hjá Løgmálaráðnum verður.

Málið byrjar við, at grannarnir í Vallalíð, har Tórshavnar kommuna
byggir eitt heim til minnisveik. Stórt trot er á tílíkum heimum, og
grannarnir leggja eina við, at hetta einki hevur við tað, at talan er
um minnisveik, at gera.

Spurnartekin verða sett við, um Tórshavnar kommuna hevur heimild at byggja eitt tílíkt heim á økinum, tá økið er eitt A1 økið.

Síðani er málið farið víðari til Oljumálaráðið, ið hevur byggimál um
hendi. Har verður greitt sagt, at Tórshavnar kommuna ikki hevur heimild
at byggja heimi á einum A1 øki, og byggingin skal steðgast.

Men Tórshavnar kommuna ætlar ikki at steðga byggingini.

Málið er nú hjá kommudeildini í Løgmálaráðnum.



Áðrenn páskir

Hilmar Høgenni, ið hevur við kommunumál at gera í Løgmálaráðnum, sigur, at teir ætla at hava avgreitt málið áðrenn páskini.

?Taka vit eina endaliga avgerð, so er tað eisini ein endalig fyrisitingarlig avgerð, sigur Hilmar Høgenni.

Tórshavnar kommuna hevur møguleikan at fara í rættin við málinum.
Somuleiðis kann Oljumálaráðið fáa eitt fútabann móti byggingini, um so
er, at tað verður neyðugt.

Landsstýrismaðurin, og tað er Høgni Hoydal í hesum førinum, kann eisini
áseta dagbøtur til býráðslimirnar í Tórshavnar býráð sambært
Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, heldur
kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum.



Góðar grundgevingar

Varaborgarstjórin og formaðurin í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá
Tórshavnar býráði, Heðin Mortensen, sigur, at tað skal grundgevast
øgiliga væl, um Tórshavnar kommuna skal gevast við byggingini í
Vallalíð.

Hann vil kortini ikki siga, hvørji stig tað kann hugsast, at kommunan tekur, hevur Løgmálaráðið somu støðu sum Oljumálaráðið.

?Tá ein avgerð kemur frá Løgmálaráðnum verður hetta viðgjørt á býráðsfundi, sigur Heðin Mortensen.

Hann ger eisini greitt, at Tórshavnar kommuna ikki góðtekur boðini um at steðga byggingina í Vallalíð.

?Eg haldi, at Oljumálaráðið er í villareiði. Vit hava bygt eftir hesum
leisti í fjøruti ár, og tað snýr seg um nógvar byggingar ? eisini hjá
tí almenna. Vit hava sæð, at tað er ein stórur tørvur á heimum, og
hetta royna vit at loysa við hesum, sigur Heðin Mortensen.

Og tann møguleiki, sum í hesum førum eitur dagbøtur, er Heðin Mortensen
ikki so bangin fyri, og hann heldur ikki, at málið kemur hartil, hóast
tað kanska hevði verið gagnligt at fingið málið roynt í rætti, tí talan
nú er um reint jura, heldu hann.

?Eg kenni bara eitt mál í Danmkark, har býráðslimir hava fingið álagt
dagbøtur. So tað kann vera, at vit verða teir næstu í ríkinum, sigur
Heðin Mortensen.