Almenn umsiting
Nú verður Landsstýrið eftir øllum at døma aftur klagað fyri Løgtingsins Umboðsmanni.
Hesuferð er tað Føroya Arbeiðarafelag, sum fer at klaga Landsstýrið.
? Vit hava ikki tikið endaliga støðu í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag, men tað er onki at gera, uttan at venda sær til Løgtingsins Umboðsmann, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Orsøkin til klaguna er, at Føroya Arbeiðarafelag ikki enn hevur fingið svar uppá eitt bræv, sum felagið sendi landsstýrinum fyri níggju mánaðum síðani.
? Vit kunnu ikki liva við, at tað skulu ganga níggju mánaðir frá tí at vit senda landsstýrinum eitt bræv, hóast vit hava mint tey á tað og tí eru vit noydd at fara víðari við málinum og leggja tað fyri Løgtingsins umboðsmann, sigur Ingeborg Vinther.
Sleppa ikki at byggja
Brævið, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur sent landsstýrinum, er ein kæratil Kommunala Eftirlitið um viðferðina, sum felagið hevur fingið frá Tórshavnar Býráð.
Føroya Arbeiðarafelag ætlar nevniliga at byggja hølini í Tjarnardeild í Havn, út.
Í húsinum er ein fundarsalur við plássi til eini 120 fólk, men tað, sum felagið ætlar, er at lyfta skráveggirnar í húsinum upp, so at fundarsalurin verður størri og at pláss verður fyri einum 170 fólkum.
? Síðani sendu vit bygginevndini í Tórshavnar kommunu tekningar og byggiætlan
? Men tá fingu vit at vita,at grundstykkið var ov lítið,við tað at húsið bleiv hægri.
Hon sigur, at so varð stykkið niðan fyri húsið matrikkulerað afturat húsinum. Tað var einar 1200 fermetrar til støddar. Ingebor Vinther sigur, at tilsamans er ognin hjá Føroya Arbeiðarafelagvið Tjarnardeild yvir 5.000 fermetrar.
? So varð aftur skrivað til Tórshavnar Býráð, men einaferð enn var svarið nei: Nú skuldi
húsið vera ov høgt eftir byggisamtyktini.
Ingeborg Vinther sigur, at tískil klagaði Føroya Arbeiðarafelag Býráðið fyri kommunala eftirlitinum hjá Landsstýrinum.
? Vit halda ikki, at tað bar til fyrst at siga, at stykkið var ov lítið, og síðani at skylda upp á byggisamtyktina.
? Men nú hevur so kæran ligið í Landsstýrinum í níggju mánaðir og vit hava ikki frætt eitt orð aftur, hóast rykt hevur verið eftir svari, og nú eru einastu ráðini at fara til Løgtingsins umboðsmann, sigur Ingeborg Vinther.
Hetta verður ikki fyrstu ferð, Landsstýrið verður klagað fyri Løgtingsins Umboðsmanni. Vinnumálastýrið fekk álvarsliga átalu í sambandi við Landsverkfrøðingin. Og eisini Fiskimálastýrið hevur fingið eina átalu í einum máli um ræðisrættini, men gekk eisini frítt í einum máli um veiðo- og fiskiloyvi. Samstundis hevur Fíggjarmálastýrið eisini fingið nøkur orð við á vegnum í sambandi við munarløn.










