Solidariteturin skal vísa seg

Maskinmeistarafelagið roynir at tosa møguligar avloysarar frá at fara umborð á Tjaldri og Brimil fyri teir tólv tænastumenninar, sum søgdu seg úr starvi í farnu viku

TRÆTA

Fiskiveiðieftirlitið fær ella øllum at døma trupult við at manna Brimil og Tjaldri, eftir at teir tíggju tænastumenninir søgdu seg úr starvi herfyri. Maskinmeistafelagið arbeiðir dúgliga fyri at halda fólki frá at søkja.
Eftir á manningarlistanum til tey bæði skipini er bert ein maskinmeistari, sum ikki hevur sagt seg úr starvi. Tænastumenn kunnu ikki fara í verkfall, men teir hava sjálvsagt rætt at siga seg úr starvi. Uppsagnartíðin er tríggjar mánaðir, og 1. juni verður dagurin, tá teir endaliga kunnu mynstra av.
Við Dimmalætting leygardagin sigur ein av teimum tíggju, at teir síggja hetta sum einasta máta at gera vart við sína misnøgd móti Fíggjarmálaráðnum, ið ikki kann semjast við Maskinmeistarafelagið um nýggjan lønarsáttmála.
Sum tað eisini sæst aðrastaðni á hesari síðuni, so hevur Fiskiveiðieftirlitið søkt eftir nýggjum fólki til maskinurnar á vaktarskipunum. Hetta hevur Maskinmeistarafelagið tó funnið eitt aftursvar til. Felagið hevur nevniliga við lýsingum heitt á allar maskinmeistarar, ið ætla at søkja starv hjá Fiskiveiðieftirlitinum, um at seta seg í samband við felagið.
?Maskinmeistararnir á Tjaldri og Brimli hava tikið eina persónliga avgerð og sagt seg úr starvi. Vit vilja fegnir stuðla teimum, og vit heita tí á allar maskinmeistarar um at seta seg í samband við okkum, um teir ætla sær at søkja, sigur Jógvan Nybo, formaður fyri Maskinmeistarafelagið. Formaðurin sigur, at teir royna at greiða møguligum umsøkjarum frá, hví maskinmeistararnir á vaktarskipunum hava sagt seg úr starvi, og hvør støðan er. Og higartil hevur onkur vent sær til Maskinmeistarafelagið.
Hava tit so megnað at tosa nakran frá at søkja?
?Tað meti eg, at vit hava, sigur Jógvan Nybo, og hann leggur afturat, at hann ikki veit um nakra, sum hevur søkt, síðani Maskinmeistarafelagið fekk trýst nøkur orð á viðkomandi.
Er hetta ikki í veruleikanum at boykotta?
?Hatta eru tíni orð, sigur Jógvan Nybo.

Langt frá
Spírin til alt hetta rokið eru samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um lønarviðurskiftini hjá maskinmeistarunum.
Sáttmálin varð sagdur upp til 1. mars, og nú fara tingingar fram. Hósmorgunin fara partarnir aftur á fund.
?Vit hava roynt í langa tíð at fáa samband við Fíggjarmálaráðið fyri at fáa avgreitt hesar spurningarnar ? langt áðrenn 1. mars, men tað hevur ikki eydnast.
Sambært Jógvan Nybo er rættiliga langt millum partarnar, og tað eru lønarspurningar, sum eru størstu trupulleikararnir.
Í sambandi við verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í fjør, segði løgmaður seg tá vera til reiðar til at gera ein enda á verkfallinum við einari løgtingslóg. Hendan møguleikan ber Jógvan Nybo ikki nógva ótta fyri.
?Tú kanst ikki lóggeva monnum aftur til arbeiðis, sigur Jógvan Nybo, sum vísir á, at menninir nú ikki longur arbeiða fyri Fiskiveiðieftirlitið 1. juni at rokna.