Tjaldrið fer ongan veg

Tjaldrið liggur framvegis við bryggju á Skála og óvist er, um Tjaldrið yvirhøvur fer at loysa á hesum sinni. Skipið skal á beding fríggjadagin, og hetta arbeiðið fer væntandi at taka ein mánað

Hetta er tólvti dagurin, at vaktarskipini bæði, Brimil og Tjaldrið, liggja fyri teym. Tey hava ligið svínabundin á Skála síðan 1. juni. Tað er tí okkurt, sum bendir á, at Fiskiveiðieftirlitið hevur trupulleikar at fáa maskinmeistarar til skipini bæði.
Útvarp Føroya visti í týsdagin at siga, at Tjaldrið eftir ætlan skuldi loysa frá bryggju týskvøldið. Hetta var tó av ongum, tí mikumorgunin lá tað framvegis á Skála.
? Vit liggja framvegis við bryggju, og vit, sum eru umborð, vita ikki, nær ella um vit fara at loysa, sigur Absalon Eliasen, yvirstýrimaður á Tjaldrinum.
Hann sigur, at manningin fekk boð frá Fiskiveiðieftirlitinum um at fara út týskvøldið, men av eini ella aðrari orsøk var hetta av ongum. Hann er tó ikki heilt greiður yvir, hví henda ætlanin varð slept.
Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at tað var ein avgerð hjá leiðsluni ikki at lata skipið fara, men hann vil ikki koma nærri inn á, hví Tjaldrið ikki legði frá bryggju.
Hann avsannar, at Fiskiveiðieftirlitið hevur trupulleikar at fáa maskinmeistarar til arbeiðis umborð á Tjaldrinum, og at hetta skal vera orsøkin til, at Tjaldrið framvegis liggur fyri teym. Óvist er um Tjaldrið loysir, áðrenn tað skal á beding fríggjadagin 13. juni.

Bara ein til arbeiðis
Sum støðan er í løtuni, er bara ein maskinmeistari til arbeiðis hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Meðan ellivu maskinmeistarar søgdu seg úr starvi, valdi hesin eini at vera verandi umborð.
Síðani hevur Fiskiveiðieftirlitið lýst størvini leys, og tríggir nýggir maskinmeistarar vórðu settir í starv. Hesir eru av ókendum orsøkum ikki komnir til arbeiðis enn.
Fyri at Tjaldrið skal fara út er neyðugt við trimum maskinmeistarum ? einum maskinstjóra, einum 1. meistara og einum 2. meistara.
Maskinmeistarafelagið noktar framvegis limum sínum at søkja størvini, sum Fiskiveiðieftirlitið lýsir leys og krevur, at teir ellivu fáa størvini aftur.

Tjaldrið í dokk
Fríggjadagin 13. juni skal Tjaldrið á beding. Skipið skal hava ein nýggjan david til eitt nýtt slag av boarding bátum, sum eru komnir umborð. Harumframt skal maskinan eftirhyggjast, og aðrar smávegis umvælingar skulu gerast.
Absalon Eliasen, yvirstýrimaður, væntar, at hetta arbeiðið fer at taka umleið ein mánað, og tí verður Tjaldrið neyvan at síggja í føroyskum sjógvi fyrr enn um miðjan juli.
Hóast bert ein maskinmeistari er til arbeiðis, er Tjaldrið altíð tilreiðar at koma til hjálpar í eini neyðstøðu.
Fríggjadagin er tað sostatt bara Brimil, sum skal røkja vaktar- og bjargingartænastuna undir Føroyum. Tað er tó eingin ivi um, at í eini neyðstøðu er skipið klárt at fara til hjálpar.