P/f J.F.K. yvirtekur sp/f Pure Water

JFK fer saman við Norðoya Sparikassa at yvirtaka virksemið á Pure Water í Klaksvík. Hetta verður gjørt, tí at úrslitið av rakstrinum á Pure Water ikki hevur verið nøktandi

Klaksvík:
Raksturin av sp/f Pure Water hevur hesi bæði árini, síðani partaeigararnir yvirtóku virkið á heysti í 2000, ikki verið nøktandi, og hevur raksturin av virkinum givið stórt hall higartil í ár. Partaeigararnir hava tí ásannað, at neyðugt var við eini umskipan av virksemi felagsins, um virkinum skuldi vera lív lagað.
Í hesum sambandi ynsktu meirilutaeigararnir í felagnum, p/f Grønanes, Eyðbjørn Poulsen, Jógvan Djurhuus og Suni Durhuus, ið áttu 73 % av partapeninginum í sp/f Pure Water, ikki at luttaka í eini endurreisingarætlan av sp/f Pure Water, men ynsktu at sleppa burturúr.
P/f J.F.K. hevur tí yvirtikið partapeningin frá hesum partaeigarunum, og hevur saman við fíggingarstovninum Norðoya Sparikassa gjørt eina endurreisingarætlan fyri felagið.
Avgjørt er, at samansjóða virksemið á Pure Water við virksemið á Kósini, soleiðis at feløgini verða løgd saman í eitt felag.
Samstundis verður kapitalgrundarlagið styrkt munandi, soleiðis at samanlagda felagið verður sterkari, verður sagt frá JFK.
Í samband við hesa umlegging, kemur p/f J.F.K. framvegis at eiga meirilutan í samanlagda felagnum, meðan Norðoya Sparikassi kemur inn sum nýggjur partaeigari.
- Við at samansjóða virksemið á hesum báðum virkjum vænta vit, at til ber at reka virkini enn meira rationelt, samstundis sum spart verður í umsiting, innkeyp, sølu við meira, og vænta vit, at við teimum tiltøkum, sum eru gjørd, at virkið hjá Pure Water longu komandi ár fer at geva eitt positivt avkast til samanlagda felagið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK.
Hann leggur afturat, at eisini er tað teirra fatan, at við at leggja bæði virkini í sama felag, hevur felagið enn betri møguleikar at standa seg í harðnandi kappingini á útlendska marknaðinum.
- Hetta tí, at tey á henda hátt, kunnu tryggja keyparunum eina enn betri tænastu, við einum størri vøruúrvali, sigur hann.
- Somuleiðis gevur hetta betri møguleikar í kappingini at keypa fisk frá føroysku fiskiskipunum, sigur Hanus Hansen, sum eisini leggur dent á, at tað hevur alstóran týdning at tey 55 arbeiðsplássini á Pure Water verða varðveitt, og at virksemið á virkinum kann halda fram uttan, at støðgur kemur í.
Fyri fýra árum síðani keypti p/f JFK 95 % av partapeninginum í p/f Kósini, samstundis sum nýggjur partapeningur var settur í felagið. Virksemið á Kósini hevur síðani gingið væl, og er eginognin hesa tíðina økt við góðum 130 %, og er eginognin í p/f Kósini í dag omanfyri 30 mió.kr. Samanlagda felagið kemur at hava eina eginogn uppá 42 mió.kr. og svarar hetta til ein soliditet uppá 43 %.