ikki. Tí mann livir bert í nútíðini. Fortíðin hevur verið og er liðug, framtíðin er ikki komin enn, tað er bert nú í hesu løtu, at mann er til, og er mann ikki har, so livir mann ikki. Jesus vil við øðrum [...] heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen! Í einari andaktsbók, sum eg havi standandi heima, er eitt lítið brot yvir dagsins tekst. Tað [...] at eg gekk í deyðan fyri teg. Eg gav lív mítt fyri at bjarga tær, hvussu kanst tú so ganga runt og stúra fyri lívi tínum. Lítur tú ikki á, at eg fari at hjálpa tær? Lítur tú ikki á, at tað eri Eg, sum
veruligi vinnarin er. Um slíkir hættir hava gjørt seg galdandi, tá ið talan er um útgerðarhavnina, dugi eg ikki at meta um, men tað er ongin loyna, at soleiðis halda flestu suðringar, at leikur er farin fram [...] sjálvsagt sterkast har vinnulívið er sterkast, og tað er ikki í Suðuroynni. Hetta veit hvørt mannsbarn. Tað sum eisini átti at verið eyðsýnt, í øllum førum fyri landsins kosnu menn, er at tá ið ein letur markn [...] kostnað enn feløgini norðanfjørðs? Sum støðan er fæst ongantíð greiða á hesum, men eitt er tó púra greitt, tað er ikki kvalifikatiónunum hjá Norserv ið nakað er galið við. Móðurfelagið hjá hesum felag serviserar
Óli Jacobsen ---- 6. partur Tað er hugaligt, at tað er so stórur áhugi fyri slíkum frásøgnum, sum hesari hjá Torleif Bech. Hann minnist eina tíð, sum longu er søga, og sum verður gloymd, um hon ikki verður [...] smærri enn á Suðurlandinum. Eg haldi, at vit fingu 28.000 fiskar á Suðurlandinum og so nakað afturat í Faksabuktini. Túrurin gekk sum hann skuldi, og vit vóru heima 20. mai. Heima at skera torv Sum vanligt [...] hampiligir dagar. Yvonna var ein stór skonnart, hon var størri enn fyrstu stál-linuskipini. Eg havi verið við til at fáa 1.107 skippund í hana, tað var ein ordans stakkur. Tey fyrstu línuskipini tóku
hondini. -Ongantíð havi eg verið so nær spermhvali sum hesaferð. Tað hevur eisini verið ein stór uppliving at síggja, hvussu væl alt er fyriskipað á einum báti sum hesum, hvussu samarbeiðið er millum veiðumenninar [...] -Her misti eg so nakað av tilfari mínum, men tað týdningarmesta er tó sjálvur at hava verið og følt og sæð, hvussu hvalurin ber seg at. Tað er kenslan tú situr eftir við, eftir at hava verið í sjónum sjálvur [...] so ger tað ordiliga. Men líka veit eg, hann var so tætt við, at eg kundi nema hann, tá hann tó bráddliga vendi. Eg má viðganga, at tað var eitt sindur ógvusligt, tí eg hevði ongantíð roknað við at koma
minnast hesa ferð í Miðvikuni. Hetta er ein hending, sum er væl kend, og sum rættiliga nógv er skrivað um. Hetta verður tískil ein samandráttur. Ein týðandi kelda er bókin hjá Erlingi Poulsen: ”Laura, Immanuel [...] fortoyað fyri báðum ankarum. Eg tørni inn. Harra Jesus, eg verði vaktur tíðliga sunnumorgun at koma umborð. Tá er stormur og kavarok, og ”Sæborg” var farin í drift. Bjargingarbáturin er í landi. Tað var ikki [...] við Immanuel. Hann er 80 ára gamal og minnist tískil hesar hendingar. Veðrið var øgiligt Veðrið hesa náttina, tá hildið verður, at skipini gingu burtur, var tiltikið vánaligt. Eg havi tosað við tríggjar
Hjá okkum í Føroyum er hetta fyribrigdið ikki so kent enn, men tað vindur uppá seg. Eg kenni fleiri, sum hava verið burturi í øðrum londum til tað sama, har til dømis ein vegleiðari er knýttur at. - Við [...] Kyrrudagar : - Nú, ið eg eri komin aftur til Eiðis, kenni eg meg av sonnum endurnýggjaðan, sigur Jonhard Jógvansson. Dagliga er Jonhard prestur í Eiðis prestagjaldi, har hann hevur ábyrgd av kirkjunum [...] bert tosað inn í framtíðina, men hetta er eisini nakað, sum er galdandi fyri hin kristna, her og nú. Sum kristin kunnu vit síggja fram til hina ævigu hvíldina heima í himli, men henda hvíldin ger seg kortini
av landinum, ella góvust. - Hesi árini merktust í HB. Eg haldi tað var eitt negativt upplivilsi fyri felagið, men eg haldi, at nevndin arbeiddi hart fyri at fáa okkum úr hesi naggatódnini. Frá felagsins [...] kemur til seriøsitet. Fyri at siga tað, sum tað er: Hon er tann besta síðani eg gavst. Annika um nýggja FSF-forsetan: Mær dámar hann væl sum persón. Eg trúgvi veruliga uppá, at hann fer at gera eitt gott [...] eindini beinavegin, og vit føldu okkum eitt við felagið. Eg havi ikki merkt annað í HB heldur, nakrar síðuviðmerkingar og skemtilig prik hava verið, men vit hava bara givið aftur av somu skuffu. - Annika
pørtunum? - Eg fann útav tí, tá eg var á sjúkrahúsinum við mammu, har Amy arbeiddi sum er sjúkrasystir. Tá fortelur Amy mær um bólkin hjá sær og Jógvani á Facebook, og hon vísir mær síðuna. Og eg má siga, [...] Men av onkrari orsøk er tað ófyrigeviliga hent, at útvarpið hevur mist burtur flestu sendingarnar við mentanararvinum eftir Elini og Óla í barnaútvarpinum. Hetta hevur sjálvsagt verið stór sorg hjá mongum [...] Ljósheim úr Havn, sum er 40 ár í dag. Og hon greiðir frá, at hon og maðurin sum børn sótu við hvør sítt lurtitól og livdu seg inn í søgurnar í ávikavist Gøtu og í Havn. - Serliga minnist eg, tá ið ballónin var
graslíki er heldur ikki tað besta fyri liðirnar. ... um Gunnar Nielsen Hann er ein góður vinur, og vit finna væl út av at vera saman. Hann er seriøsur og er altíð 100% við. Hann er sterkur og er ein fantastiska [...] hava boðini onkuntíð verið eftir honum. Munur er á eykaliðinum og fyrstaliðinum bæði fysiskt og taktiskt, men Christian smæðist ikki burtur kortini. - Eg havi ongantíð smæðst burtur og eg elski at hava bóltin [...] meg til royndarvenjing. Eg helt, tað var eina joke, men tað passaði fínt, tí eg helt við City tá. - City er eisini kent fyri at framleiða góðar leikarar til Premiere Leauge, so eg helt, at har vóru góðir
skaldar, líkist. Tað, eg sjálvur krutli, líkist ongum (og skal ikki). Eg havi sum sagt verið í iva. Ikki plágumiklum og møðsamum iva. Bara í iva. Men nú ein dagin var mær nakað fyri, sum eg helst vil líkna saman [...] vitbornir og málsliga liðiligir. Eg havi eftir førimuni roynt at fáa skil á, hvat tað er innan í mær, sum fær útloysn í vinkum og hábrøgdum serliga um nøs og munn, tá ið eg eitt eygnablunk eftir loknan lestur [...] ridlar. Leingi helt eg, at hetta mundi hvíla av tí, at aldurs- og lyndismunur gjørdu, at so nógv bar ímillum okkara bókmentaliga. Eg hugsi ikki, at eg tosi Hanusi Kamban upp á bakið, um eg sigi, at hann sum