Ráðagerðin móti Suðuroynni

Tað vóru feigdarboð í Útvarp Føroya hevði at bera suðringum afturvið nátturðanum mánakvøldið tann 8. jan.

 

Rúni Tummasarson

Tvøroyri



Tað vóru feigdarboð í Útvarp Føroya hevði at bera suðringum afturvið nátturðanum mánakvøldið tann 8. jan. Mangur bitin ið var ætlaður at metta og skapa vælvild nú dagurin gekk at halla, man hava kúvent í maganum og leitað sær uppaftur í ljósið, nú henda beistagerð norðan úr høvuðsstaðnum varð almannakunngjørd í teimum føroysku stovunum.

Hálmstráið, sum suðringar seinastu árini hava krøkt seg í, og sum hevur givið einastu vónina um ein glotta fyri vinnulívið, eins væl sum fyri trivnaðin sum heild í oynni, varð kvett við einum deyðiligum banahøggi.

Fyri teir mest svartskygdu suðringarnir vóru boðini bert ein staðfesting av tí, sum teir søgdu seg vita var í væntu. Tá ið løgtingið í februar mánaða í fjør avgjørdi at lata marknaðarkreftirnar sjálvar finna útav, hvar ein útgerðarhavn fyri oljuvinnuna skuldi liggja, var avgerðin í veruleikanum longu tikin. Tí marknaðarkreftirnar eru sjálvsagt sterkast har vinnulívið er sterkast, og tað er ikki í Suðuroynni. Hetta veit hvørt mannsbarn. Tað sum eisini átti at verið eyðsýnt, í øllum førum fyri landsins kosnu menn, er at tá ið ein letur marknaðarkreftirnar ráða, og letur tær sjálvar taka slíkar avgerðir, so er tað ikki vist at hendan avgerðin er tann besta fyri samfelagið sum heild. Eisini er tað púra greitt, at hesir somu menn eru ikki áhugaðir í, at hendan avgerðin verður grundað á kappingarføri, í orðsins besta týdningi.

Hetta at lata marknaðarkreftirnar ráða, er bert eitt skálkaskjól fyri polititikkarnar.À henda hátt sleppa teir undan at taka nakrar illa dámdar avgerðir, nú val stendur fyri durum. Við øðrum orðum gera teir ikki tað teir eru valdir til at gera. Um hetta var í tí privatu vinnuni, sum hesir somu menn siga seg verja, so vóru teir uppsagdir og tað stundisliga. Havast skal í huga, at tað eru ikki bert politikkararnir sum í hesum føri hava ávirkan, men tað eru eisini aðrir persónar sum kunna taka avgerðir av týdningi í hesum málið. Hetta eru ikki persónar ið fólkið hevur valt, men hesir nýta høvið at fjala seg aftanfyri tað leysu orðingina, sum teir folkavaldu settu í oljulóggávuna.

Nú er tað so endiliga komið fram, at einasta VIRKSEMI sum suðringar fara at fáa burturúr, hesa fyri okkum øll nýggju vinnu, verður ein partur av tilbúgvingini t.v.s. goymsla av nøkrum oljuforðingum.

Hetta kann uttan iva goymast í nøkrum fáum bingjum, so at kalla hetta VIRKSEMI, er at halda fólk fyri tað turra spott. Um landsins kosnu menn, meta hetta at vera VIRKSEMI í orðsins røttu týðing, so er tað ikki torført at ímynda sær, hvussu nógv VIRKSEMI fer fram í teim mongu stýrunum í høvuðstaðnum.

Sum vera man so kunnu persónar ávirkast. Ì einari kapping ber til at trýsta, og taka aðrar heldur ódámligar hættir í nýtslu, við tí fyri eyga at fáa mótpartin vístan úr kappingini, áðrenn tað gerst alt ov sjónligt, hvør veruligi vinnarin er. Um slíkir hættir hava gjørt seg galdandi, tá ið talan er um útgerðarhavnina, dugi eg ikki at meta um, men tað er ongin loyna, at soleiðis halda flestu suðringar, at leikur er farin fram.

Kann tað hugsast, at í einari rættvísari kapping um útgerðarhavnina, hevði Norserv verið sjálvsagdi vinnarin?

Kann tad hugsast, at um Norserv fekk møguleikan at bjóða seg fram á jøvnum føti við Asco, Eimskip og Atlantic Supply Base, so hevði felagið verið ført fyri at veitt tænasturnar fyri lægri kostnað enn feløgini norðanfjørðs?

Sum støðan er fæst ongantíð greiða á hesum, men eitt er tó púra greitt, tað er ikki kvalifikatiónunum hjá Norserv ið nakað er galið við. Móðurfelagið hjá hesum felag serviserar frammanundan fyritøkur sum SHELL, CHEVRON, TEXACO og AMERADA HESS. Alt fyritøkur ið eru væl størri enn STATOIL .

?Økismenning og útjaðarapolitikkur?. Hetta eru føgur orð ið mangan hava verið at hoyrt seinnu árini, serliga frá poltikkarunum. Tey eru mestsum burturav nýtt at sissa onkran við, sum ikki hoyrir heima í miðstaðarøkinum, og sum hevur dittað sær at funnist at politikkarunum. Í dag kunnu vit bert staðfesta, at hesi orð eru útholaði og onga meining hava í veruleikanum.

Nú eru bert eini ráð til at taka. Tað er at lata sitandi samgongu merkja fylgjurnar av teirra vantandi førleika at taka tær avgerðir ið eru teirra skylda. Hetta gerst best við, at allir suðringar møta fjølmentir á valinum 25. apríl 2001, tá ið vit væntandi skulu atkvøða um framtíðar støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Her skulu vit vísa okkara ónøgd við at ganga ímóti samgonguni og fella teirra uppskot. Vónandi er løgmaður so mikið at sær komin, at hann skrivar út nýval eftir slíkan ósigur.

Best hevði verið um valfeløgini í suðri tóku seg saman, og í felag heittu á allar suðringar um at fella uppskotið hjá samgonguni.

Eitt dømi um hvussu lítið gott vit í Suðri hava í væntu frá hesu samgongu, er málið um tann nýggja Smiril. Her talar gongdin í málinum higartil fyri seg sjálvan. Men tað kemur neyvan óvart á nakran í Suðri, um játtanin til nýggja Smiril verður skerd áðrenn langt er fráliði. Hetta verður væl gjørt við tí grundgeving at nú ongin oljuvinna verður í Suðri kortini, so hava suðringar ikki betri samferðslu fyri neyðini. Onkur vil uttan iva halda, at vit í Suðri nú eru farin at síggja trøll á alljósum degi, men lat okkum nú síggja.

Tað gerst alt meiri vanligt, at hoyra suðringar tosa um, at loysa oynna frá restini av Føroyum. Hesar røddir gerast alt harðari og er hetta ikki í spølni, men í rámasta álvara. Politikkarnir í ?konTórshavn? skulu ikki kenna seg vísan í at hetta krav kann tigast burtur. Kanska Suðuroyggin fær loysing áðrenn Føroyar. Vit eru í øllum førum samd um hvat skal standa á atkvøðuseðilinum.