Christian smæðist ikki burtur í Manchester

Hann er yrkisspælari í einum av stóru feløgunum í Onglandi, og hóast hann ikki enn hevur spælt á besta liðnum, so arbeiðir hann miðvíst fyri at koma longur – og hann smæðist ikki burtur í felagnum. Vit hava hitt Christian Restorff Mouritsen í Manchester

- Spæl til Christian.

 

Hesi orð munnu foreldur og onnur óivað hoyrt á fótbóltsvøllum kring Føroyar, tá dreingjaliðið hjá HB hevur spælt. Og tá Christian fekk bóltin hoyrdist stutt aftaná:

- Far sjálvur.

Tað hevur verið røddin á pápa Christian, Óli Mouritsen, sum hevur heppað á Christian. Sjálvur spældi hann við HB og B36 sum yngri, og var eisini úttikin til onkran landsliðsdyst.

Vit hava hitt Christian Restorff Mouritsen, sum nú er yrkisspælari í Manchester City.

Christian helt at samrøðan skuldi gerast á MacDonald Hotel í Manchester. Undirritaði ímyndaði sær stólar formaðir sum kips og borðini sum burgarar, og var í iva hvussu tað fór at fara fram. Eitt MacDonald hotell hevði hann ongantið hoyrt um áður. Tað skuldi tó vísa seg, at MacDonald Hotel er ein marglætis hotelketa við mongum hotellum í Evropa, og hevur bert navnið í felag við kendu matstovuna.

Vit byrja samrøðuna, men við ongum kipsi ella burgarum afturvið.

 

Yrkisleiðin tekur skap

Christian byrjaði sum 7 ára gamal at leika við HB, tá ein vinur lokkaði hann at koma at venja innandura. Tað dámdi honum so mikið væl, at hann helt á at venja.

Sum 12 ára gamal varð hann úttikin til U14 landsliðið, og tann hendingin hevur broytt hansara lív.

Christian var yngsti leikarin á liðinum, og har vóru aðrir størri og betri leikarar enn Christian. Hann slapp tó at byrja inni, og frá tí degi hevur hann trúð á seg sjálvan og ment eitt sunt og gott sjálvsálit.

Christian leikti á U14 landsliðinum og slapp eisini at royna seg sum 13 ára gamal á U17 landsliðinum. Á U17 liðinum skoraði hann millum annað sigursmálið móti Danmark. Føroyar fingu fríspark í 30 metra fjarstøðu. Christian leggur bóltin til rættis, høggur til, og bólturin sat í meskunum.

 

Royndarvenjingar í útlandinum

Hansara avrik á landsliðinum høvdu við sær, at stórur áhugi var fyri honum uttanlands. Lið úr Danmark og Onglandi høvdu eyguni eftir honum og vildu hava hann til royndarvenjingar.

Fyrsta liðið, Christian royndarvandi við, var Brøndby. Tað var fyrstu ferð, at Christian royndarvandi uttanlands, tí hevði hann tað ikki lætt at fella inn í ferðina í spælinum, og einki spurdist burturúr.

Ikki langt aftaná vóru boð eftir honum úr Frem Boldklub, men har dámdi honum einki serligt, so har spurdist einki burtuúr.

Síðani fór leiðin til Everton í Onglandi, har hann og Jóhan Davidsen royndu seg. Bert Jóhan fekk bjóða sáttmála. Sjálvt um eingin sáttmálið spurdist burturúr, fekk hann at vita frá felaganum, at hann hevði gjørt eitt gott árin.

 

Byrjar sum yrkisleikari

Næsta felagið, hann royndarvandi í, var Manchester City. Hann var har í tvær vikur, og beinanvegin vísti hann seg verdan. Millum annað legði hann upp til eitt mál í einum dysti.

Felagið vildi skrivað undir sáttmála við hann, men av tí hann tá bert var 15 ára gamal, foraði UEFA reglur fyri tí. Tær siga, at ein skal verða 16 ár fyri at skriva undir yrkissáttmála.

Ein serliga avtala kom í lag millum partarnar, sum innibar, at Christian fór til Ongland annað hvønn mánað, og var heima annað hvønn mánað inntil hann fylti 16 ár. Tað helt á umleið seks mánaðir, og í tí tíðini sló hann veruliga sítt navn fast. Hann skoraði millum annað sigursmálið móti Liverpool, og í dysti móti Manchester United kom Christian inn í hálvleikinum og skoraði til 2-0. City vann tann dystin 3-0.

Spurdur um hví valið fall á Manchester City, svarar Christian:

- Tá eg var yngri, helt eg við Manchester United, og tað gjørdu næstan allir mínir vinmenn eisini. Eg valdi so at halda við City, fyri at fáa eitt sindur av mótstøðu frá vinmonnunum. So ein dagin kom Jákup (í Stórustovu) til mín og segði, at City vildi hava meg til royndarvenjing. Eg helt, tað var eina joke, men tað passaði fínt, tí eg helt við City tá.

- City er eisini kent fyri at framleiða góðar leikarar til Premiere Leauge, so eg helt, at har vóru góðir møguleikar at sláa í gjøgnum.

Christian venur dagliga við eykaliðinum, men tá fyrstaliðið manglar ein leikara, hava boðini onkuntíð verið eftir honum.

Munur er á eykaliðinum og fyrstaliðinum bæði fysiskt og taktiskt, men Christian smæðist ikki burtur kortini.

- Eg havi ongantíð smæðst burtur og eg elski at hava bóltin, sigur hann avgjørdur.

 

Plagaður nógv av skaðum

Tíverri hava skaðar plága hann meira enn helvtin av tíðini, meðan hann hevur verið í City.

Fyrsta kappingarárið var hann skaðafríur, men nakað inn í seinna árið fekk hann ein skaða í lúskuna.

- Ræðuliga óinteressant, tíðin gongur seint og eingin fótbóltslig framgong, greiður Christian frá hvussu tað er, at sita uttanfyri við skaða, og so at leingjast heim ger tað bara enn verri, leggur hann afturat.

- Allir taka seg fram, men eg standi í stað, tað er irreterandi.

Tó vandi hann vektir, meðan hann var skaddur, og harvið er hann vorðin sterkari fysiskt.

Christian hevur verið skaðafríur síðan desember í fjør.

Formurin hevur av tí orsøk ikki verið í fullum blóma, og tað hevur sjálvsagt ávirka nøgdina av spælitíð hann hevur fingið. Men hann fær hollan stuðul frá felagnum. Serliga Ian Miller, ið er venjari hjá eykaliðinum, vísur Chistiani nógvan stuðul.

 

Føroyskur fótbóltur

Christian hevur leikt á fleiri ungdómslandsliðum, og er nú á U21 liðinum og hann heldur, sum so nógvir aðrir fótbóltsleikarar, at tað stórsta sum leikari, er, at leika fyri sítt land.

Christian verður spurdur um, hvat hann heldur, er stórsti munur á U19 og á U21 landsliðinum, og hann svarar uttan at blunka.

- Fyriuttan støði, so er tað nógv meira krevjandi, tí mann spælir móti leikarum, sum spæla á hægsta støði í Evropa.

At leika móti stjørnum er eftirhondini ein vanasak, tí hann spælir móti slíkum leikarum hvørja viku. Tó tá hann var yngri, fylgdi hann væl við, hvørjum hann leikti ímóti.

Christian heldur, at um føroyskur fótbóltur skal mennast, er neyðugt við fleiri leikarum uttanlands. Tó heldur hann frá royndunum á ungdómslandsliðunum, at fysiskt eru føroyingar væl fyri, men verri er við at lesa spælið av. Ferðin á altjóða spælinum er sera høg, og á tí økinum eru føroyngar eftirbátar.

 

Sjálvur er Christian ein sera evnaríkur leikari. Hann hevur ikki einans evni til at koma lagt, men hann hevur tað, sum er enn meira týdnigarmiki. Hann hevur rætta hugburðin, og hann er ikki bangin fyri at siga, hvat hann er góður til. Hann heldur sjálvur, at hann er hampuliga skjótur, dugir væl at lesa spælið, og at hann torir at gera ting á vøllinum, sum fáir tora.

Sáttmálin hjá Christian gongur út í summar, og stórur áhugi er millum feløg at fáa hann til sín. Tað er við spenningi, Christian møtir framtíð sínari, og hann er avgjørt ein persónur, ið mann kann læra nógv av, hóast sín unga aldur.

 

 

 

 

 

 

Christian um skaðar hjá føroyskum spælarum

Flestu skaðar koma vegna óhepni. Fimleikur ger, at ein leikari verður sterkari og tolir tí meira av í einari takling. At spæla ov nógv á graslíki er heldur ikki tað besta fyri liðirnar.

 

 

 

... um Gunnar Nielsen

Hann er ein góður vinur, og vit finna væl út av at vera saman. Hann er seriøsur og er altíð 100% við. Hann er sterkur og er ein fantastiska góður málmaður. Hann hevur tað, sum skal til, sum ein leikari skal hava. Hann kann gera seg galdandi í einum stórfelagi.

 

... ráð til ungar føroyskar leikarar

Arbeið hart, gev altíð 110 %. Trúgv uppá teg sjálvan. “Work hard and you will be hard to beat”. Møguleikar skulu so nokk koma. Taktiskt kann mann ikki gera nógv við sjálvur, men tað lærir mann har mann er.

 

 

 

... um Sven-Gøran Eriksson

Ein róligur persónur, sum fer líka við øllum fólkunum. Hann ger ikki mun á kantinufólki ella stamspælarum. Er sera góður til sítt arbeiði. Hann spyr meg ofta, hvussu tað hevur gingist til ein dyst. Vit práta á enskum ikki á svenskum.