Óli Jacobsen
----
6. partur
Tað er hugaligt, at tað er so stórur áhugi fyri slíkum frásøgnum, sum hesari hjá Torleif Bech. Hann minnist eina tíð, sum longu er søga, og sum verður gloymd, um hon ikki verður skrivað niður, meðan onkur enn minnist hana. Torleif heldur fram:
Ein góð hjálp fyri húsarhaldið var, at tað var so nógvur seiður at fáa umframt reyðfisk sunnanfyri Hovsfjørð.
Sum í nógvum bygdum vóru eisini seiðanótir. Í Porkeri vóru tvær, Niðara- og Ovaranót, og flestu hús áttu part í eini nót. Tað var ein nótaformaður, sum skipaði fyri nótakastinum, tá ið seiður var at fáa. Hetta varð vanliga staðfest við einum seiðakikara. Hetta var ein høgur, trongur kassi við glasi í øðrum endanum. Hesin endin varð settur niður í sjógvin, og tá sást, um seiður var.
Nótin varð sett frá landi av, og manning dró so nótina í land frá báðum endum. Tá ið nótin var “turkað”, varð seiðurin við eini kurv oyst umborð í bátin. Tað kundu saktans vera uppí fleiri bátar í einum kasti, so nøgdirnar kundu vera stórar. Býtt var so millum nótamenninar, og tað kundi vera nógv í part.
Seiðurin kundi brúkast á mangan ymiskan hátt, sum feskur, visnaður ella turrur. Umframt hetta var eisini livurin, sum var góður matur, ikki minst saman við kókaðum seiði.
Tá vóru ikki møguleikar at frysta sum nú. Tí var avmarkað, hvussu leingi seiðurin helt seg feskan. Størsti parturin varð greipaður og hongdur upp. Eg minnist hjallin hjá seiðaformanninum Jóan P. Vilhelmsen. Her var hongt so tætt, at sjálvur hjallurin sást ikki fyri seiðagreipum.
Eina tíð eftir at seiðurin var hongdur upp, ræsnaði hann og hetta var eisini fínur matur. Seinni aftur var hann turrur, og tá fingu vit turkaðan seið, sum bukaður eisini var fínur matur.
Grindin var eisini eitt gott ískoyti, og tað var javnan at grind var í Vági. Tað er kent, at føroyska grindabýtið er ein sera sosial skipan, har ein partur av grindini, heimaparturin, verður býttur til øll fólkini í grindaøkinum frá tí elsta til nýføðingin. Men hjá okkum í Suðuroy var býtið enn meira sosialt. Her var øll grindin býtt til øll í økinum uttan mun til luttøku í drápinum.
Til skips við Yvonnu
Eg fór so til skips í 1947 við Yvonnu, har Dánjal Larsen (Dallin) í Porkeri var skipari.
Yvonna var ein av teimum fransaskonnartum, sum var ein endurnýgging av fiskiskipaflotanum umleið 1930, tá ið fleiri skonnartir komu til dømis eisini til Klaksvíkar. Johan Nolsøe í Vági keypti Yvonnu í 1929. Hon var bygd í 1920 og var merkt 125 nettotons. Væl royndist hon, og hon tók heili 1.100 skippund, meira enn dupult so nógv sum tær stóru sluppirnar.
Árið eftir seldi Johan Nolsøe Yvonnu til eitt felag, sum hann sjálvur átti í saman við millum øðrum Jóan Petur hjá Mouritsi, sum var ein kendur skipari á Yvonnu í mong ár, soleiðis sum Absalon Absalonsen greiðir frá í síni bók um Jóan Petur.
Hetta var, sum tað var vanligt tá i tíðini. Farið var við snøri til Íslands í mars. Tað var sjálvdráttur, sum eisini var tað vanliga tá, at hvør maður varð løntur í mun til fiskatalið hann fekk. Ofta vóru teir ungu ringir av sjóverki at byrja við. Men hjá mær bilti ikki, tí eg var vanur at rógva út. Tað var ein stórur floti, sum plagdi at fara, vit kundu telja eini 60 skip, tá vit lógu avhálaðir, sum tað kallaðist, tá vit fiskaðu.
Tá vit høvdu roynt nakrar dagar kom Kyrjasteinur úr Fuglafirði uppá prei. Tá vóru teir longu á veg heim við fullum skipi. Hetta var tíðliga í mars. Teir høvdu vist verið við gørnum, sum eisini var ein vanligur fiskiskapur undir Íslandi tá. Tað hevði gingið væl hjá teimum.
Vit royndu so á grynnuni. Bakkdagar vóru inn í millum, tá vit ikki fingu roynt fyri veður. Okkurt nosið var, so eina ferð brotnaði annar báturin, men hann varð gjørdur so mikið aftur, at tað bilaði ikki. Vit høvdu eisini eina flotta gallión til prýðis, men hana mistu vit tá eisini.
Vit brúktu sild til agn. Tað kundi ikki frystast umborð, so onkuntíð var farið inn í Vestmannaoyggjarnar eftir sild. Hon kundi ísast so væl í lastini, at hon helt sær nokk so leingi.
Eina ferð vóru vit á Reykjavík. Hetta var fyrstu ferð, at eg sá ein rættiligan bý, so hetta var sjálvsagt stórsligið. Býurin var so stórur, í hvussu er í mun til Porkeri, og hann var eisini so nossligur.
Vit fingu 570 skippund, tað var ikki so galið. Ein vansi við Yvonnu var, at tá ið vindur var, lá hon ikki so gott og hetta tarnaði fiskarínum. Tá ið tað leið út í apríl og mai varð farið vestur í Faksabuktina. Men fiskurin her var eitt sindur smærri enn á Suðurlandinum. Eg haldi, at vit fingu 28.000 fiskar á Suðurlandinum og so nakað afturat í Faksabuktini. Túrurin gekk sum hann skuldi, og vit vóru heima 20. mai.
Heima at skera torv
Sum vanligt var ein støðgur heima, áðrenn farið varð avstað aftur, so menninir kundu gera tað neyðuga heimaarbeiðið. Hetta var fyrst og fremst at skera torv, og tá skuldi skerast alt tað torv, sum tørvur var á fyri árið.
Hóast kol var so nær sum í Hvalba, so brúktu vit ikki kol tá. Í Hvalba skóru tey ikki torv, tí kolið var so høgligt.
Gott torv var eitt fínt brenni, men torv var so ymiskt. Tað besta torvið var kolamógvur. Tá ið tað hevði ligið í sólini nakrar tímar, gjørdist tað heilt svart. Hetta torv datt illa sundur, men fyrimunurin var, at her var eingin øska.
So var tað myldingstorv, tað var ikki so gott, tí tað kom nógv øska av tí. Eisini var teðingstorv. Tað logaði væl, men var skjótt útbrent.
Eitt kallaðu vit æðublikar. Tað var gott i báðum endum, men tað gav so nógva øsku. Kampatorv var ógvuliga svart og gjørdist eisini so hart, tá ið tað tornaði og datt ikki sundur í konglar sum annað torv.
Eftir at torvið var skorið, var sjálvsagt nógv arbeiði, til tað kundi fáast inn. Summi koyrdu torvið heim beinanvegin, men yvirhøvur var tað lagað í lutir. Ein lutur var umleið ein metur i breidd, men hann kundi vera nokk so langur. Tað sum ráddi um hjá tí, sum lagaði lutin var, at hann ikki mátti drýpa, t.v.s. blíva vátur innan. Tann niðasta torvan varð sett eftir kanti, og so varð lagað oman á.
At enda skuldi tyrvast og grót leggjast útyvir, so tað ikki kom at leka niður í torvið. Her skuldi eitt vist hegni til.
Av summum torvheiðum var lagaligast at føra torvið heim við bátum. Í 1952 hendi ein ræðulig vanlukka, tá ið ein torvbátur kollsigldi og fýra menn druknaðu. Hesi søgu verður greitt frá í einum komandi parti.
Meðan vit vóru heima, skuldu epli eisini setast niður.
John Eliasen, vit eru úr sama grannalagi, hevur greitt frá eini áhugaverdari søgu um eplir og at seta niður. Tað vanliga var, at seteplini vórðu løgd at spíra, og so skuldu tey ikki setast niður, fyrr enn nálirnar vóru komnar væl undan. So var tað ein porkeningur, sum fór at seta niður. Hann bar eplini so varisliga sum hann kundi, fyri ikki at oyðileggja nálirnar. Hetta var undir krígnum, og nú kemur eitt lið av enskum hermonnum framvið. Teir vilja gera væl og hjálpa manninum at seta eplini niður. Til sín skrekk sær hann, at hermenninir sópa allar nálirnar av eplunum, áðrenn tey verða sett niður. “Oy, Jesus” hugsar hann, “nú er alt spilt, tí uttan nálir fór so einki at koma uppaftur.”
Hetta kom maðurin sjálvsagt at hugsa nógv um aftaná. Ein dagin fór hann kortini at hyggja at síni spiltu veltu, og nú sær hann onkra nál koma undan. Seinni kom tað at vísa seg, at eins væl kom undan, hóast eplini vórðu sett niður uttan nálir!
John kom at gerast sjómaður úti í heimi. Hann er kanska einasti føroyingur, sum hevur tikið í hondina á Muamar Gadaffi í Libya. Eina ferð høvdu teir við sær til Tripoli ein pansaðan bil til forsetan. John fekk til uppgávu at koyra bilin heim til Gadaffi. Hann tók persónliga ímóti bilinum og takkaði John fyri ómakin! Men tá ið ástóð hjálpti hesin bilur ikki nógv.
Til Grønlands
Eftir at alt hetta heimaarbeiðið var liðugt, varð farið til Grønlands, eg haldi, at vit fóru 18. juni.
Vit sóu land í Grønlandi 1. juli. Veðrið var gott og vit komu inn móti Hellefisk-oyggjunum. Vit høvdu havt oljutunnur við á dekkinum. Oljan varð stúrtað í tangarnar, so hvørt sum teir tømdust. Vit fingu nú tær tómu tunnurnar í land og bóru tær upp á eina oyggj. Tær vórðu lagdar í ein kluft, so tær kundu blíva liggjandi. Ætlanin var at taka tær heim við aftur.
Tá ið vit komu í Føroyingahavnina, høvdu vit fýra tunnur av bensini at brúka til teir fýra bátarnar, vit høvdu við. Vit høvdu nóg mikið av bensini fyri summarið. Fyri at rúmka um, vórðu nakrar av hesum tunnum koyrdar í land. Tað varð sett fast á tær, og so vóru tær drignar í land og so mikið niðan frá, at eingin vandi skuldi vera fyri flóðini. Í Grønlandi er so stórur munur á flóð og fjøru. Hetta er bara eitt dømi um, hvussu nógv knossið var tá.
Teir á Løghamri í Vági áttu ein skúr, sum varð bygdur undan krígnum í Føroyingahavnini. Sum fiskaríið gekk, bleiv tað eitt sindur trongligt í lastini. So fiskurin varð lagdur inn í henda skúrin uppá at taka hann umborð aftur, tá ið túrurin endaði. Hetta vóru eini 200 skippund og gjørdist tað meira arbeiðsligt umborð.
Her var høgligt, og tað var gott at leggja at, men kortini gav hetta eisini eykaknoss.
Vit fiskaðu nokk so nógv við Hellefiskoyggjarnar. Her var nógvur fiskur at fáa. Ofta fyltu vit allar fýra bátar tvær ferðir um dagin. Hvør bátur tók um 600 fiskar. Vit fiskaðu bara við snøri. Fiskurin varð so flaktur og saltaður umborð.
Tað var ein føst manning, sum var umborð, og ein onnur sum var við bátunum. Við summum bátaskipum varð skift ímillum. Eg var við einum av bátunum, og við hvørjum báti vóru fýra menn. Samlaða manningin var 29. Manningin var so stór, at kokkurin mátti hava kokkadrong. Alt arbeiðið gekk væl.
Síðan varð farið norður eftir. Skiparin var væl kendur í Grønlandi, og vit royndu við Hamburgarlandið. Har fingu vit eisini nokk so væl av fiski.
Vit royndu eisini í Streymfjørðinum út frá Fiskemesterens Havn, har skipið var fortoyað. Vit róðu so vit bátunum inn og út ígjøgnum fjørðin. Tað fingust altíð hampiligir dagar. Yvonna var ein stór skonnart, hon var størri enn fyrstu stál-linuskipini. Eg havi verið við til at fáa 1.107 skippund í hana, tað var ein ordans stakkur. Tey fyrstu línuskipini tóku 1.000 skippund. Yvonna var besta skip í Føroyum, sum fekk størstu last, sum fiskað varð við snøri 2.985 skippund. Viðoy hevði 3.000 skippund, men teir høvdu fiskað ein part við línu.
Tað vóru tríggir mánaðir frá tí vit fóru, til vit vóru aftur í Føroyum 20.september, og vit fingu eina góða reisu.
Eg minnist frá heimreisuni, at veðrið var so gott, at fleiri av monnunum, sum áttu dreingir heima, fingu sær ein viðastump og holabátar vórðu gjørdir burtur úr, so man keddi seg ikki á reisuni. Hetta var vanligt við skipum tá.
Á heimreisuni varð skipið eisini vaskað av einslistum. Tað varð skrubbað uppundir lúnningina, so hetta varð tikið í álvara.
Tá vit koma at landi, varð skipið lagt eitt sindur frá kaiuni. Tveir bátar vórðu settir út, og tveir menn við kustum fóru at skrubba uttanborða. Tað var væl av gróðri komið uppá skrokkin hesa tíðina i Grønlandi, men tað sást einki til hetta, tá ið vit løgdu at.
Tað varð stórur dentur lagdur á, at skipini vórðu væl røkt. Fiskurin varð so landaður í Vági. Har varð hann so eisini pakkaður sum saltfiskur og útfluttur.
----
Komandi Miðvika
Í komandi parti verður milum annað greitt frá, tá teir á Yvonnu vóru í grind á Kappanum.