Flogleysir veingir

Carl Jóhan Jensen ummælir:

Hanus Kamban:

»Heystveingir

Sjónleikur í trimum tættum«

Mentunargrunnur Studentafelagsins

 

Eg havi í skjótt mong ár roynt at gera mær grein fyri, hvat tað er í skrivingini hjá Hanusi Kamban, ið líkasum ger tað til eina viljagerð javnan at lesa tekstir hansara, alt teir kortini eru lagaliga vitbornir og málsliga liðiligir. Eg havi eftir førimuni roynt at fáa skil á, hvat tað er innan í mær, sum fær útloysn í vinkum og hábrøgdum serliga um nøs og munn, tá ið eg eitt eygnablunk eftir loknan lestur siti og vigi eina bók eftir Hanus Kamban í hondunum, áðrenn eg seti hana í bókhillina.

Eg føli meg hálvavegna sum ein tvískinning. Bók eftir bók síðani Dóttur av Proteus (1980), grein eftir grein síðani Gud viti nær er sama óávísa lagið komið á meg, sami varhugi av, at smakkvísi mín ridlar. Leingi helt eg, at hetta mundi hvíla av tí, at aldurs- og lyndismunur gjørdu, at so nógv bar ímillum okkara bókmentaliga. Eg hugsi ikki, at eg tosi Hanusi Kamban upp á bakið, um eg sigi, at hann sum heild byggir fagurskriving sína á tað fyrndargomlu regluna hjá Aristoteles, men hon er, at skaldskapurin skal vera ein eftirmynd av veruleikanum. Sjálvur haldi eg við amerikanska yrkjaranum Ted Greenwald og halli til ta fagurfrøðiligu grundáskoðan, at skaldskapur eigur at vera um eina tíð, ið enn er ókomin, og tá ið hann er bestur um eina tíð, sum høvundurin ongantíð fer at vita av (sí The American Tree, bls. 599). Slíkt er Hanusi Kamban fjart. Hann er tað, tey kalla realistur. Tað, hann skaldar, líkist. Tað, eg sjálvur krutli, líkist ongum (og skal ikki).

Eg havi sum sagt verið í iva. Ikki plágumiklum og møðsamum iva. Bara í iva.

Men nú ein dagin var mær nakað fyri, sum eg helst vil líkna saman við hetta, ið Joyce nevndi epiphany, men tað er hugbirting ella opinbering. Tað var mánakvøldið í farnu viku tann 4. desember klokkan farin okkurt um ein minutt kanska og átta og fjøritiu og trý kvart sekund av ellivu. Úti var regn. Mjørki tók ljósini burtur oman eftir Villingardalsvegnum. Eg sat í stovuni hjá mær við eini lítlari, avlangari bók í aðrari hondini, nýafturlætnari, og skiftaranum til sjónvarpið í hinari. Heldur óklárur í huga. Eg kveiti at bókakáputekstinum, har orðið Heystveingir (á fransk-sinnopsgulari grund) er tikið fram við stórum stavum, meðan eg royni at finna knappin á skiftaranum, ið setur sjónvarpið á BBC-World rásina. Men tá ið ljós kom á skíggjan og tað lítla hvinið hoyrdist í tólinum, var tað ikki tíðindalesaran hjá BBC eg sá, men í einum skjótum bragdi okkurt heilt annað. Knappiliga klárnaði innanskalla og eg var so ivaleysur, sum ein sólskindagur er ljósur. Henda lítla bókin (ið sambært káputekstinum bæði speglar veruleikan, og hartil er bersøgið og speiskt) var mær munaleys og óumvarðandi. Og í sama viðbragdi sá eg og skilti, at tað er ikki royndskygnið í tekstinum hjá Hanusi Kamban, sum so, ikki tann fagurfrøðiligi munurin og ósambærið millum skrivingina hjá honum og mína egnu, men snaringin, sum royndskygnið fær í skrivingini hjá honum, sum keðir meg so tráliga og so djúpt .

Tvinnanda rað av hugsanum tekur seg upp í høvdinum á mær, tá ið eg lesi Hanus Kamban. Annað ber móti bronsu. Hitt móti turrum rugbreyði. Tí øðrumegin er skrivingin hjá Hanusi Kamban onkursvegna øll á útsíðuni. So at siga tað bera útskinn. Tú kanst pikka í hana (t.d. við fremstafingri) og tað er nett sum við bronsuni (eitt nú teirri, ið ger hamin av Hans Andriasi Djurhuus í túninum norðan fyri Sjónleikarhúsið). Tú hoyrir eitt djúpt, men í sama mun tómligt ljóð innaní. Hinvegin er hon samtíðis innanheil og bert tú hvast á (t.e. sker í hana við knívi) ja, tá er tað sum við turrum rugbreyði. Vinnur eggin á skorpuni, so sært tú tað sama innan undir sum uttan ? turt rugbreyð.

Hanus Kamban er, samanumdrigið, sum ein snælda av mentaligum yvirlæti. Hann tvinnar saman málsligt hegni og eina (oftari enn ikki) smámunasama, men siðiliga siðaliga politiska speki. Slík skriving kann, rímiligt tað, gera sannar útsagnir, eitt nú: Lenin var ein høvuðkambur, Stalin var eitt beist, kvinnan er edilig o.s.frv., men ikki skaldskap.

Men aftur til ta lítlu og avlangu bókina.

Fyrr í heyst varð kunngjørt, hvør ið hevði vunnið í teirri leikritakapping, sum Leikpallur Føroya skrivaði út fyri rúmum ári síðani. Summi av teimum innsendu leikritunum fingu ikki fyrstu virðisløn og eitt teirra var leikritið Heystveingir eftir Hanus Kamban, har nocturna 21 í C-moll dvølur yvir hendingunum sum eitt fleyr av melankoli, sambært káputekstinum á teirri avlangu bókini, sum Mentunargrunnur Studentafelagsin hevur givið tað út í og eg, sum nevnt, sat við í aðrari hondini fyrrnevnda mánakvøld.

Í Heystveingjum tekur Hanus Kamban aftur í aftur eitt evni, sum hann í skjótt mong ár hevur skitist við og man vera kunnugari við enn nakar annar, men tað eru ævisøgurnar hjá ávikavíst Janusi Djurhuus, ið hann longu hevur skrivað eitt drúgt verk um, og hinum áarstovubeiggjanum Hans Andriasi, ið hann hevur í umbúna at skriva eitt drúgt verk um. Miðjan, ásurin, sum Heystveingir melur á, er tó Hans Andrias. Leikurin fer fram á einum vegamóti í lívinum hjá tí vinsæla skaldinum og pallurin er stovan í húsunum hjá Hans Andriasi og garðurin uttanfyri (ella grasplenan).

Bakstøðið er í stuttum hetta: Búskaparkreppan, sum rakti føroyska samfelagið so meint í tretivunum, er í hæddini. Samstundis ger ein áður ókend og nærlíka nask atfinningarsemi, ið m.a. Christian Matras slóðaði fyri, av álvara vart við seg við krøvum um dygd og eitt støði í føroyskum bókmentum, ið stendur mát við tað, sum yrkt og skrivað varð í londunum uttan um okkum.

Í leikinum (sum helst eisini í veruleikanum) svíður henda nýggja kravsemin at Hans Andriasi. Hann hevur nýliga givið út yrkingasavnið Yvir teigar og tún og í einum bersøgnum og tiltiknum ummæli eftir Christian Matras (í Varðanum, 1936), stendur hann fyri skotum ? og tað eru eingin strokskot. Men verri er í væntu. Hans Andrias liggur á ferð niður til Danmarkar á Læraraháskúlan í Keypmannhavn, har hann skal vera í eitt ár, og kvøldið fyri sum leikurin fer fram, hevur hann hildið skilnaðarveitslu (ella avskeðsveitslu) fyri vinum og kenningum heima hjá sær. Men best sum er, gerst óvist, um hann sleppur avstað, tí afturat tí sjálvsiva og teirri kvøl, tað hevur elvt honum, at nýggja bókin varð so tómliga móttikin, verður hann nú yvirtikin av kvíða og stúringum um síni peningaligu viðurskifti. Atvoldin í hesum er ein barndómsvinur, Sofus í Kollafirði, ein revur av einum vinnulívsmanni, ið ikki hevur alt úr góðum króki og er líka orðhavin og lættlyntur, sum hann er ábyrgdarsørur og lúnskur. Sofus hevur nakrar mánaðir frammanundan lokkað eina undirskrift á ein veksil frá tí hjartagóða og góðvarna skaldinum. Ein veksil, sum mitt í leikinum fellur til gjaldingar. Hartil er Hans Andrias eisini kroystur av bróður sínum Janusi. Janus hvørt um annað brigslar honum arv, sum beiggin skal hava fingið av órøttum eftir ein skyldmann teirra og spælir upp á tað minnimansstøðu, ið Hans Andrias sum skald heldur seg vera í mótvegis stórskaldinum Janusi. Umframt teir tríggjar Hans Andrias, Sofus og Janus, hokka tvey ung sum krákur í túni um pallin, mesta partin av leikinum. Tey eru Hjørdis, dóttir Janus Djurhuus, og drongur hennara Villi Magnussen úr Saksun. Sambært persónsyvirlitinum fremst í bókini eru tey læknalesandi (men minna í tekstinum sjálvum kortini mest um hormonvilstar og óstýriligar millumskúlanæmingar).

Hanus Kamban setur sær í Heystveingjum skilliga fyrimynd eftir tí slagnum av leikritum, sum fleiri gitnir og minni kendir høvundar skrivaðu burtur úr ævisøgutilfari í fýrsunum, eitt nú Tribadernas natt eftir svian P.O. Enquist. Í leikinum hjá P.O. Enquist, ið hevur evni úr lívinum hjá Strindberg, veksur spenningurin í søgugongdini fram úr eini tvístøðu innan í persónunum. Eini tvístøðu, sum eitt nú skaplyndisbrestir og margkynjaðar átrongdir elva. Leikurin vísir og letur teir einstøku persónarnar fáa skap í samspæli og samanbrestum við hinar persónarnar, so at lesarin (ella áskoðarin) fær rúm til at uppliva, hugleiða og taka samanum sjálvur. Hjá Hanusi Kamban afturímóti er alt uttaná. Tað er onkursvegna sum spenningskveikin í leikinum er handan persónarnar og hendingarnar, ja eisini tekstin sjálvan. Sum er hann eitt undirskilt kervi, eitt út í odd og egg skilaliga savnað og bókhaldsliga uppskrivað siða- ella moralreglusavn. Tann stigvaksandi spenningur, sum Hanus Kamban í Heystveingjum unnir lesara sínum (og væntandi leikhúsgestum) at uppliva, er at verða vitni til, hvussu tað alsamt verður meiri og meiri synd í Hans Andriasi Djurhuus, so syndarliga synd, at lesarin (ella leikhúsgesturin) at enda kleimist í eini pylsupressu av samhuga og teirri hvør-ljót-er-ikki-verðin-við-hann-kenslu, ið bókmentaligur vansmakkur javnan mistekur fyri katharsis (um tað hugtakið sí Aristoteles, De Poetica, kap. 6) .

Úrslitið av hesum er (ið hvussu er hjá einum, sum er ísakaldur fyri tí siðspekiliga undirspælinum), at tað drama, sum átti at verið í tekstinum, dettur niður í eitt eiti (m.a. ta fánutu royndina at skapa ein í sjónleiki nítjandualdarkendan (Ibsenskan kanska?) og dulisligan samdrátt millum Hjørdis og Hans Andrias út ígjøgnum leikin. Ein samdrátt, ið veingirnir, sum tittulin sipar til, og meylið í Hjørdis um mahogni, kattaklógv, Küssnacht o.s.frv. helst skal vera ein ímynd av). Tað hjálpir heldur ikki, at persónslýsingarnar eru so tunnligar, at vóru tær flettar av gomlum ljósmyndum við har til gjørdum amboðum, blivu tær ikki tynri. Tak eitt nú tey bæði Hjørdis og unnustan Villa. Í fyrsta lagi eru tey at vísa seg sett inn í leikin fyrst og fremst til at tosa um aðrar persónar, sum koma leikgongdini meiri ella minni við (t.e. um tey ikki spæla klaver, pikk, lofta bólt e.a.). Í øðrum lagi er tað at kalla bara ein viðfáningur, sum høvundurin við tilsvørum (og ikki minst leikleiðbeiningum) evnar at fáa fram um hesi bæði ungu fólkini, hugsanir teirra, lyndi og sínámillum viðurskifti. Hjørdis er aðra løtuna ein sorgleys og kjaftfim, men sjálvráðin borgaradóttir, og hina annaðhvørt víðsveimin ella eg-hugsi-um-mahogni-meðan-eg-spæli-Chopin-burturhugað (sum helst skal vera til vitnis um sálardýpd). Men hóast hon tveitir um seg við vaksnamannaorðum, onkrum smásannindum viðhvørt og einum sindri av sálarlæknalærdómi, evnar teksturin ongantíð at gera hana til annað enn eitt pappírsklipp av einari yvirvaksnari smágentu. Villi Magnusen er gjørdur til ein ikki minni slættligan eg-gløi-upp-á-meginskaldið-til-eg-næstan-pissi-í-buks-av-hávirðing-unglinga, ið tykist at hava lítið at gera á pallinum annars enn at eiga upptakið eftir veitsluna, sum verið hevur kvøldið fyri (t.e. um hann ikki ger spræklig lop á seg aftaná Hjørdis til at pikka hana). Okkurt erotiskt man tó, skilst, helst vera millum hesi bæði ungu eisini, tað sær jú ikki mætari út enn, at tey eru par. Men erotikkurin er eftir øðrum í verkinum, tí hevði Hanus Kamban ikki tikið tað (í bókmentum okkara kanska enn so) djarva stig at lata tey ungu bæði fevnast so tætt og gessiliga seinast í fyrsta tátti, at Villi, sum tað eitur á læknamáli, fær erectionem penis (t.e. standing ella stívan), mundi lesarin (ella leikhúsgesturin) nóg illa varnast hann. (Í hesum viðfangi er tó ikki takandi fyri, at pikkspælstuskið (eisini í fyrsta parti) gjøgnum tað tíðum ólagaliga grannalagið, føroyskt mál hevur við danskt, kanska kann skiljast sum ein kynslig tilsiping ). Janus Djurhuus fær í leikinum sama dám av pappírsklippi sum dótturin. Ein íspegil við ørmunum á lofti (sum tilskilað í leikleiðbeiningunum), sigar í hondini og munninum fullum av smámentaligum hellensk/latínsk/fronskum babbli, breggjutur og forherðaður og at enda avdottin í einum stóli. Einki øðrvísi enn hann var og er í teirri søgn, sum livir um hann á mannamunni. Hans Andrias Djurhuus er, sum longu nevnt, fyrst og fremst synd-í-tykiliga útkliptur. Hann er tað viðkvæma, hugfjara, spælandi og gávumilda skaldið, ið verður happað, fjónað og illa viðfarið av teimum, sum eru lakari menniskju enn hann. Petra kona hansara sær tó ikki út til at hava annað í leikinum at gera enn at vísa seg í hvítum kjóla og undir myrkabláum hatti. Frægasta persónslýsingin í tekstinum er óivað keipumyndin av vinnulívsmanninum Sofusi í Kollafirði, hóast hon eftir mínum tykki ber nóg so nógvan dám hesum uppi-í-hitler-fjeppandi-lortendi-sum-seinni-helst-verð-ur-í-einum-ávísum-flokki-tú-veist-klisjunum, sum vóru so vanligar í fýrsunum.

Ein annar, men upp á seg minni vansi kanska við hesum verkinum er, at umframt tað undirskilda siða- ella moralkervið, er ymiskt annað undirskilt eisini. Eg hugsi her m.a. um lýsingar bæði av persónum og umstøðum, ið krevja ein forkunnleika, ið ikki hvør sum helst kann væntast at hava. Eitt nú í fyrsta tátti, tá ið Janus Djurhuus kemur inn og (sum tilskilað í leikleiðbeiningini) tekur allan pallin undir seg. Í orðunum tey bæði pápin og Hjørdis skifta sín ámillum, verður sipað til viðurskiftini millum Janus og fyrrverandi konu hansara, Onnu. Nú er ilt at vita, hvat Hanus Kamban hevur hugsað sær við hesum innskotinum í leikin (tað er ikki ávíst í leikleiðbeiningunum). Men skuldi verkið verðið tikið til sýningar, er ætlanin kanska, at gloppið millum tað, ið høvundurin veit, og tað, sum áskoðarin yvirhøvur kann hugsast ikki at vita um sambandið millum Onnu og Janus Djurhuus, helst kann fyllast við eitt nú at lora skelti niður úr erva, har neyðugar upplýsingar standa á um samlívsssøguna hjá Djurhuushjúnunum, ætt teirra v. m.

Málið, ið Hanus Kamban hevur valt leikinum, og letur persónarnar tosa er eitt talumál, sum eg fyri mín part, ið hvussu er, kenni aftur frá eldri fólki í mínari tíð. Hetta málið skapar leikinum tann rætta tíðardámin, og umframt tað hevur Hanus Kamban lag á at lata munin millum bygd og bý og annan sosialan mun koma til sjóndar í málburðinum hjá teimum einstøku persónunum. Tíverri bjargar tað ikki einsamalt leikinum.

Samanumtikið kann sigast, at í Heystveingjum sæst ymiskt aftur av teirri tøkni og teimum listarligu pretum, sum eitt leikrit formliga krevur, skal líkinda-verk spyrjast burturúr. Her er v.ø.o. eitt og annað uppi í, sum er í leikskaldskaparnánd, men heildin verður kortini ongantíð drama. Niðurstøðan er tí ósvitalig og greið: hvussu mangt og fródligt tað annars kann vera, ið Hanus Kamban hevur at siga um Hans Andrias Djurhuus og samtíð hansara, so ger tað í øllum førum ongan sjónleik.

Verri enn so.

E.S.: Aftursvør til hetta ummælið verða ikki svarað.1