- Børnini hjá okkum hava altíð elskað at lurtað eftir fyrru fløguni, sum kom út í 2003. Tí hava vit leingi tosað um, at finna fleiri partar, sigur Jógvan Ljósheim úr Havn, sum saman við konuni, Amy Ljósheim, hevur funnið eini 35 bond við barnasendingum av Elini og Óla. Sendingar, sum øll hildu vórðu burtur fyri altíð, tí útvarpið varð komi at slettað tey.
Bondini burtur
Mong vóru tey, sum fóru mánaferð, í sirkus ella ballónferð við Elin og Óla miðskeiðis í 70’unum. Límað til lurtitólið ferðaðust bæði vaksin og børn í livandi hugaheiminum, sum tey bæði dugdu so framúr væl at endurskapa við søgum og ljóði í Útvapi Føroya.
Men av onkrari orsøk er tað ófyrigeviliga hent, at útvarpið hevur mist burtur flestu sendingarnar við mentanararvinum eftir Elini og Óla í barnaútvarpinum.
Hetta hevur sjálvsagt verið stór sorg hjá mongum, og ikki minst hjá Elini og Óla, sála, og fjepparum frá tíðini, tey vóru at hoyra í útvarpinum.
Men við ídni og áhaldni hevur tað nú eydnast at finna fleiri sendingar, sum privatfólk hava havt liggjandi øll árini. So nú hava tey fingið til vega tilfar til helst tríggar nýggjar fløgur við søgum, ljóðeffektum og tónleiki. Hin fyrsta kom út nú í vikuni, og tær seinnu koma vónandi út komandi ár.
Stovnaðu Facebook-bólk
Tað var havnarmaðurin Jógvan Ljósheim, sum, saman við konuni, Amy Ljósheim, tók stig til at leita upp upptøkur frá privatfólki kring landið. Tey bæði hava lýst eftir sendingum í bløðunum og eisini á Facebook, har tey stovnaðu ein fjepparabólk við tí eina endamáli: at finna gamlar upptøkur, sum fólk høvdu liggjandi í gloymskunnar goymslum. Í bólkinum eru í løtuni 1237 limir, og sum sæst aðrastaðni her á síðuni, hevur leitanin givið frálík úrslit.
- Tankin gjørdist til veruleika eftir at Óli lat lív í juni 2008. Tá ætlaðu vit at fara í morgunmarknaðin í Morgunsendingini. Men tað bleiv av ongum. Heldur valdu vit at stovna hendan Facebook bólkin, sum nú hevur havt við sær, at eini 35 bond eru komin undan kavi, greiðir Jógvan frá.
Elska Elin og Óla
- Vit hava altíð elskað Elin og Óla, sigur 43 ára gamla Amy Ljósheim, sum fyri 9 árum síðani varð gift Jógvani Ljósheim úr Havn, sum er 40 ár í dag. Og hon greiðir frá, at hon og maðurin sum børn sótu við hvør sítt lurtitól og livdu seg inn í søgurnar í ávikavist Gøtu og í Havn.
- Serliga minnist eg, tá ið ballónin var á veg til Grønlands. Í sendingini sigur Elin ”nú eru vit beint uppi yvir Syðrugøtu”, sigur Amy, sum minnist seg renna út á trappuna at vita, um hon fekk eyga á ballónina.
Græt av gleði
Men hvussu kendist tað hjá Elini, tá hon frætti, at fólk vórðu farin at leita eftir gomlu pørtunum?
- Eg fann útav tí, tá eg var á sjúkrahúsinum við mammu, har Amy arbeiddi sum er sjúkrasystir. Tá fortelur Amy mær um bólkin hjá sær og Jógvani á Facebook, og hon vísir mær síðuna. Og eg má siga, at eg mundi farið at grátið av gleði. Men eg fekk bara klemmað hana og sagt takk, sigur Elin K. Mouritsen, sum hvørki kendi Amy ella Jógvan áðrenn alt hetta.
--
Á facebook stendur soleiðis:
Hesir partar eru nevndir her á Facebook. Minnast tit aðrar partar?
Partur
Mánaferðin
- Ballónferðin
- Ballónferðin í Grønlandi
- Ballónferðin yvir Føroyum
- Óli møtir eini heks
- Rænd av indianarum
- Sjórænarar
- Gera reint
- Í kirkjutorninum 1*
- Í oyðimørkini
- Tívil
- Í Sirkus
- Andrass Dunna (1-2)
- Pápin & Diddan (2-3)
- Elin koyrir kassabil
- Tívil ringir heim úr Canada
- Jólaheilsur
- Elin og Óli svimja
- Høsnatjóvar (brot)
*2. partur av Í Kirkjutorninum manglar. Hevur nakar eina upptøku?
--
Bergtóku hvørt mansbarn í Føroyurn
Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen gjørdu barnasendingarnar í Útvarpi Føroya eitt ikki so ógvuliga langt skifti miðskeiðis í 70’árunum. Tað er ótrúligt at hugsa um, at tey ikki vóru har meira enn gott hálvtannað ár ella so, tí nú, ið nærum 30 ár eru farin síðani tey fóru hvør til sítt, eru tey enn kend um alt landið sum Elin og Óli i barnaútvarpinum.
Hugflog, íblástur, eldhugi, gleði, sjarma og spontanitetur eyðkendu ta skapandi megina í teirra barnasendingum. Sendingar teirra fóru um øll mørk. Hugans mørk og veruleikans mørk. Gott tilfar til børn skal vera markleyst, sum í ævintýrunum ella teimum føroysku skjaldrunum. Har fer nógv fram, ið ikki ber til, men altíð er eisini sumt, ið ikki ber til har heldur. Elin og Óli brutu eisini hesi innaru mørk, so at veruliga alt bar til hjá teimum. Tey skaptu ein nýggjan máta í føroyskari útvarpsgerð.
Útvarpsgerð tá var tung. Alt varð giørt við handriti og lisið upp eftir skrivaðum teksti. Elin og Óli fóru mótsettan veg. Tey tosaðu fyrst, og redigeraðu aftaná. Tey vóru eitt fullkomið makkarapar. Annað av teimum hevði ikki kunnað gjørt hetta einsamalt, og heldur ikki við einum øðrum makkara. Tey góvu hvørjum øðrum íblástur og leiddust hond íhond – fyri ikki at siga huga í huga – út á villastu víddir, ja út um har, ið sjálvt barnsins óavmarkaða hugflog fer. Tey høvdu slík evni, ið bert fáum er beskorið.
Ein, ið var so heppin at vera hjá, kundi uppliva at síggja tey fara inn í útvarpsstovuna, seta seg yvir av hvørjum øðrum við mikrofonini hangandi ímillum sín, og so síggja, hvussu tey við ongum handriti ella øðrum til hjálpar, og uttan at hava fyrireikað nakað stórvegis frammanundan, settust at tosa saman, eggja hvørt annað, koma við undarligum hugskotum og setningum, til tey fóru á glið onkra leið, ið tey funnu í samveruni, til við eitt ein heil útvarpssending var har, ið kundi halda fram í fleiri vikur eftir sama tráð.
Tey høvdu eisini evnini at flenna saman. Láturin aldaði rundan um tey, har tey sótu íi útvarpsstovuni og skaptu sínar søgur og fóru sínar víðu ferðir. Kanska er tað tann smittandi láturin, ið er lykilin til teirra skapanarmegi. Tað slag av látri, ið kann bróta alt tungt og keðiligt niður, ið hópast fyri framman og tarnar gongulag og tanka.
Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyurn í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við – menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki i, at henda útgáva verður til gleði. Serliga hjá teimum, ið vóru børn íi 70’árunum, men man ikki okkurt stórt ella lítið barn eisini fara á hugflog við teimum nú í einum nýggjum áratúsund? Tað vænti eg!
Eyðun Andreassen
Professari









