- Vit hoyrdu ongantíð eitt øvugt orð frá øllumt teimum mannligu leikarunum í NSÍ. Har vóru ongantíð trupuleikar við venjingar- og vallartíðum, bóltum, klæðum o.ø. Vit gjørdust ein partur av eindini beinavegin, og vit føldu okkum eitt við felagið. Eg havi ikki merkt annað í HB heldur, nakrar síðuviðmerkingar og skemtilig prik hava verið, men vit hava bara givið aftur av somu skuffu. - Annika Hansen kennir ikki til annað enn, at kvinnuligu fótbóltspionerarnir í Føroyum vóru væl móttiknar. Tá kvinnufótbólturin kom á breddan í skandinavisku londunum í 1960-unum og 1970-unum gekk ikki líka væl í hond allastaðni. Og úrslitið var, at fótbóltsfeløg, sum vóru kvinnufeløg burturav vóru sett á stovn. Men hetta letur til at verða ein ókendur trupuleiki í Føroyum. Men Annika er ikki nøgd við misjøvnu umrøðuna hjá okkum fjølmiðlafólkum, tá tað kemur til Formuladeildina hjá monnum, og bestu deildini hjá kvinnunum. Har eru vit fjølmiðlafólk farin heilt yvir í tað “mannligu” grøvina. Sama býtið, sum er millum kvinnur og menn í hondbólti og flogbólti hevði verið ynskiligt at havt í fótbólti, tá um umrøðu ræður.
Hondbóltur, kappróður og Judo
Annika royndi seg ikki bara í fótbólti, hon hevur eisini leikt hondbólt, róð kapp og íðka judo. Í Judo lá ræðið fyri: - Eg gjørdist Føroyameistari í Judo í 1983. Eg vann allar í mínum aldursbólki, har var ov lítil mótstøða, so eg tímdi ikki at fáast við tað meir. - Hon hevur eisini róð kapp við Hósvíkingi, og tá hon var tannáringur leikti hon hondbólt við NSÍ tað eina árið. Annika er vaksin upp í Funningsfirði, sum er blivin ein meiri kend bygd, nú tá alsamt fleiri bilførarar verða noyddir at fara upp um Eiðisskarð. Her búði hon síni fyrstu 18 ár. Tað var av tilvild, at Annika fór at leika fótbólt í 1986. Hon búði í Runavík tá, og fór mest sum í berum forvitni oman á vøllin við Løkin at hyggja eftir kvinnunum, sum leiktu fótbólt har eitt kvøldið. Hon bleiv rópt inn á vøllin at leika við og leikti hon tveir teir fyrstu dystirnar á miðjuni. Men í triðja dystinum var hon sett á høgra bakk. Àrið eftir gavst málverjin, og Annika fór at verja málið, júst hetta árið eftir gekk rættuliga væl í hond hjá teimum, og vunnu tær suverent 2. deild hjá kvinnum. Men komnar upp í bestu deildina í 1988 var setningurin væl strævnari, og taptu tær nógvar dystir.
Burtur frá fótbólti
Sum so mong onnur bygdarfólk endaði Annika við at búseta seg í Havn. Men komin til Havnar gjørdi hon einki við fótbóltin. Tað var ikki fyrr enn í 1995, at Ann Hansen, sum tá leikti við HB – og sum áður hevði leikt við ÍF – bað hana koma at leika við 1. deild kvinnum hjá HB, tí tær manglaðu ein málverja. Annika tók av tilboðnum, og sigast má, at tað gekk optimalt, HB-kvinnurnar gjørdust Føroyameistarar fyrsta árið hon vardi málið. Annika vardi málið á besta kvinnuliðnum hjá HB fram til 2001, og tók hon sína uppgávu so seriøst, at hon bað um at sleppa við til tær serligu málverju-venjingarnar, sum Pætur Clementsen hevði fyri Kaj Leo Johannesen, Bárði Johannesen og unglingamálverjunum. - Eg haldi tað er týdningarmikið, at ein ger vart við seg. Tí ein skal ikki vænta, at mennirnir bara biðja ein koma við til servenjingar og tekniskar venjingar. -
Saknur í kvinnunum
Hesumegin aldarskiftið fekk kvinnufótbólturin hjá HB eitt heldur myrkt tíðarskeið uttan eitt kvinnulið. Annika undirstrikar, at umstøðurnar heldur ikki vóru við HB. Ein heilur árgangur í Gentum 14-17 datt burtur, fleiri fóru niður at lesa, og onkur gavst at spæla. Talan gjørdist um 8 spælarar, sum antin fluttu av landinum, ella góvust. - Hesi árini merktust í HB. Eg haldi tað var eitt negativt upplivilsi fyri felagið, men eg haldi, at nevndin arbeiddi hart fyri at fáa okkum úr hesi naggatódnini. Frá felagsins síðu var roynt at seta útbúnar venjarar og vaksnar venjarar til yngru deildirnar, og tað hjálpti. Áðrenn var tað ov tilvildarligt, at 14-15 ára gamlar gentur vandu yngru liðini. Nú roynir ein heldur at hava 16-17 ára gamlar, sum hjálparvenjarar. - Í fjør vóru tað stórt sæð tær sum mannaðu Gentur 14-17, sum eisini mannaðu 2. deildarliðið, men í ár hevur 2. deildarliðið fingið størri tilgongd av vaksnum leikarum. Annika heldur tað er í ordan at hava núverandi skipan við 6 liðum í 1. Deild, og 6 liðum í 2. Deild, og at KÍ og B36 verða seedaði í Steypakappingini. - Tað er týdningarmikið, at allir dystirnir hava eitt ítróttarligt virðið. So leingi vit hava nøkur krútsterk lið í kvinnufótbólti er í lagið, at vit hava nøkur seedaði lið. Dystir sum enda 13-0 ella 7-0 hava einki ítróttarligt virðið. -
Heldur EM enn Oyggjaleikir
Tá tað kemur til kvinnulandsliðsfótbólt er Annika heilt avgjørd: - Tað er betri og rættari, at vit eru við í EM-undankappingum enn, at vit eru við á Oyggjaleikunum. -
Annika var við til at vinna Oyggjaleika-gull fyri Føroyar í 2001. “Tað var bara ein dystur av fimm, sum hevði ítróttarligt virðið, og tað var finalan ímóti Álandi, sum vit vunnu 5-4 við tógvið stríðið. Hinir dystirnir vóru allir eitt antiklimaks, har ein møtti 100% fokuseraður til dyst, men endaði við at vinna tveysiffrað. Tá vit so skuldi spæla fimta dystin, sum var finalan, tá vóru vit komnar væl niður í gear, og máttu hála okkum í gongd aftur.” Annika metir, at tað hevur alstóran týdning fyri ungu kvinnuligu leikarnar, at tær hava bæði eitt U-17 og eitt U-19 landslið at stremba eftir. - Hondbólturin egnir nógv við uttanlandstúrum, sum mennir ungu leikarnar. Tað er týdningarmikið, at vit eru líka árvakin innan fótbóltin. -
Fangast tíðliga
Annika heldur, at skulu hini feløgini bjóða KÍ av, so er týdningarmikið, at hini feløgini hava nóg mikið av tilfeingi, og at ringir árgangir ikki koma fyri. Góðir venjarar, sum menna leikarnar tekniskt og taktiskt eru eisini av alstórum týdningi. Har hava m.a. tvíburðarnir hjá KÍ, Rannvá og Ragna gjørt eitt sera gott arbeiðið fyri Gentur 14-17. Sama kann sigast um venjaran hjá Gentum 14-17 á Skála, Andrass Danielsen, sum hevur fylgt gentunum allan vegin upp gjøgnum deildirnar, og tí hava tær eitt gott lið. Annika heldur, at framtíðin boðar frá góðum, tí nú eru nógvar gentur, sum byrja at leika fótbólt, sum 7-8 ára gamlar. - Tað er týdningarmikið, at ein fangar tær, tá tær eru ungar. Og at ein lærir tær at hugsa, sum fótbóltsleikarar á ungum árum. - Spurd um leisturin, sum summi av grannalondunum brúka, at gentur og dreingir eru á liði saman til 11-12 ára aldur er ein gongd leið fyri Føroyar? Har svarar Annika, at tað hevði kanska verið vert at fingið á breddan. Hon nevnir Kristinu Eyðbjørnsdóttir úr Leirvík, sum spældi við javnaldrunum á dreingjaliðunum, og Haldóra Joensen, sum vandi við monnunum hjá Royn, sum tvey góð dømi um, at tað átti at borið til. Sjálv fer hon at venja pinkurnar hjá HB burturav í ár. - Í fjør vandi eg lið hvønn dag í vikuni, eg gleði meg til at kunna sleppa at brúka alt fokus, og alla orku uppá eitt lið. Tí tað er ein avgjørdur fyrimunur. - Endar ein avgjørd Annika Hansen, eina góða fjórðingsøld eftir, at javnstøða kom millum kynini á fótbóltsøkinum.
_______________________________
Navn: Annika Hansen
Fødd: 22. november 1966
Bústaður: Tórshavn
Feløg: NSÍ, HB, Sunda Judofelag og Hósvíkar Róðrarfelag
Annika um Altjóða Kvinnudagin:
Tað er í fínasta ordan, at ein slíkur dagur verður hildin í Føroyum og aðrastaðni. Tað er gott við slíkum tiltøkum.
Annika um Randi Wardum:
Randi er ein framúr góður málverji. Hon hevur tann rætta hugburðin tá tað kemur til seriøsitet. Fyri at siga tað, sum tað er: Hon er tann besta síðani eg gavst.
Annika um nýggja FSF-forsetan:
Mær dámar hann væl sum persón. Eg trúgvi veruliga uppá, at hann fer at gera eitt gott arbeiðið fyri føroyskan fótbólt. Høgni er væl skikkaður til starvið
Annika um enskan fótbólt:
Mær dámar sera væl enskan fótbólt, eg haldi við Manchester United, og tað gongur jú heilt væl fyri tíðina.